Stendur á gomlum nøglum hjá samgonguni

Miðflokkurin hevur stórt vald í samgonguni. Stóri spurningurin er, um Miðflokkurin fer at of ra hetta valdið fyri rættindi til samkynd, um hann fer at slíta samgonguna – ella um valdið hjá Miðflokkinum kortini hevur størri týdning.

Kreppa er í samgongu, eftir at Løgtingið hevur samtykt rættindi til samkynd.

 

Málið snýr seg um trý lógaruppskot um sammóðir, sum gevur børnum hjá samkyndum mammum rættindi sum onnur børn.

 

Miðflokkurin hevur greitt boðað frá, at verða hesi uppskot samtykt, so er eingin samgonga.

 

Millum annað tí var avtalað í samgonguskjalinum, at samgongutingfólk ikki skulu taka undir við uppskotum hjá andstøðuni, uttan so, at samgongan er samd um tað.

 

Og tað eru tey ikki.

 

Johan Dahl hevur longu frá byrjan boðað frá, at hann fer at taka undir við uppskotunum, sum vóru til viðgerðar í Løgtinginum í dag. Annika Olsen hevur drigið á bæði – hon sigur, at hon hevur roynt at gera hvat hon hevur kunnað innanhýsis í samgonguni. Men tað bar ikki til, og tí gjørdi hon í dag av at atkøvða fyri uppskotunum. Og tað førdi til, at uppskotini vórðu samtykt, og at samgongan kom í minniluta.

 

Nú liggur trýstið á Jenisi av Rana og Miðflokkinum. Tí skal Miðflokkurin halda orð, so er samgongan slitnað. Men tó so. Málið er ikki endaliga avgreitt, fyrr enn tað er samtykt við 3. viðgerð eisini. Og tá fer Annika Olsen eisini at atkvøða fyri, sigur hon.

 

Men eftir fund í lítlu samgongu, har tvey umboð eru fyri hvønn samgonguflokk, segði løgmaður seg hava góðar vónir, og at tey arbeiða við uppskoti, sum skal javnseta øll børn.

 

Onkur hevur tosað um, at Fólkaflokkurin kann taka tvey fólk úr landsstýrinum, soleiðis at Annika Olsen missir tingsessin. Men hetta er valla hugsandi, tó at tað tekniskt ber til.

 

Annika Olsen er vald á 10. plássi hjá Fólkaflokkinum, sum hevur átta tingfólk. Tey trý landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum eru øll vald á ting. Men tey kunnu ikki sita bæði støðini. So um til dømis Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard fara frá sum landsstýrisfólk, so kunnu tey teka sæti á tingi, og so rúka Annika Olsen og Brandur Sandoy út, tí tey eru ikki vald, men eru varafólk fyri landsstýrisfólkini.

 

Hetta er ein møguleiki, men hann verður valla brúktur.

 

Skuldi tað hent, at Bárður Nielsen nú megnar at sannføra øll í samgonguni at vera samd, so er ein møguleiki. Men mest sannlíki møguleiki er, at Løgtingið samtykkir uppskotini við 3. viðgerð, og so fellir samgongan.

 

Hinvegin um Miðflokkurin slítur samgonguna í morgin - ella í øllum førum áðrenn málini koma til 3. viðgerð, so kann løgmaður skriva út val, og so fella øll málini á tingi burtur.

 

So kann Miðflokkurin vóna, at ein meiriluti av fólki verða vald á ting fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sum eru ímóti rættindum til samkynd, sum saman við Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum kunnu telja 17 tingfólk.

 

Nógv trýst hevur verið á Anniku Olsen. Men nú tykist trýstið verða flutt yvir á Jenis av Rana. Fer hann veruliga at ofra stóra valdið, sum Miðflokkurin hevur fingið, fyri rættindi til nakrar samkyndar mammur og børn teirra?