Eingin hugsar um at gevast

Drívmegin eru samanhaldið, spæligleðin og stóri áhugin, sum norðoyingar sýna besta kvinnuliðnum í Føroyum nakrantíð

Tað tóktist leygardagin sum um tær vóru eins fegnar um hetta FM heitið, sum tær hava verið um øll hini. Og royndasti KÍ spælarin, Bára S. Klakstein, er ikki í iva um, at soleiðis er tað.
? Eg hugsaði um tað leygarmorgunin, at tað kendist undarligt, at eg skuldi vera so spent at spæla síðsta dystin í ár, tá ið vit longu frammanundan vóru FM vinnarar. Men soleiðis var tað. Hóast tað er stórur aldursmunur millum yngsta og elsta spælaran, so eru vit ein framúr góð eind. Vit møta allar til venjingar hvørja ferð, vit leggja alla orku í, og vit síggja við stórum spenningi fram til allar dystirnar. Eisini um vit frammanundan meiri ella minni vita, at vit fara at vinna stórt.
Bára S. Klakstein hevur verið á besta KÍ kvinnuliðnum síðani í 1988, burtursæð frá tá ið hon hevur átt tvey børn, og tá ið hon hevur verið í Danmark og útbúgvið seg. Tá hevur hon bara verið við partar av kappingarárunum. Hon er 30 ára gomul, og yngsti spælarin á FM liðnum, Anja Sjóstein av Viðareiði, er fimtan ára gomul. Tvær eru miðskeiðis í tjúgunum, og so eru fleiri 23 og 22 og niður ímóti tí yngstu.
Norðoyingar allir kenna seg eiga part í fýra falda meistaraliðnum. Umframt at ein er av Viðareiði, er Annelisa Justesen úr Hvannasundi, Mariann Joensen er úr Árnafirði, og so eru hinar úr Klaksvík.
Hvussu er støðið nú sammett við tað, tá ið tú komst á 1. lið?
? Í Europa Cup síggja vit, at tað er langt á mál hjá okkum, um tað kann tosast um at koma á mál, men støðið fyri fimtan árum síðani kann ikki sammetast við tað, sum vit nú spæla á. Tað er heldur ikki so undarligt. Nógvar av gentunum hava spælt fótbólt síðani tær vóru heilt smáar, og síðani 1990 hava tær verið við til at vinna fleiri FM heiti í yngru deildunum. Karmarnir kring liðið eru eisini nógv betri nú, og so hevur tað alstóran týdning, at áhugin í lokalsamfelagnum er so stórur. Sammett við aðra staðni eru nógvir áskoðarar og hyggjatá ið vit venja og spæla dystir, og tað verður spurt og fregnast, tá ið tú annars hevur frí ella ert til arbeiðis. Tað er hugaligt, heldur Bára S. Klakstein.
Hóast hon er mamma at tveimum børnum og eisini spælir hondbólt, so hevur hon ikki hugsað um at gevast.
? Burtursæð frá Paulu Mikkelsen, sum er farin av landinum, so tosar eingin um at gevast. Vit eru tríggjar á liðnum, sum eiga børn, men við góðum stuðli heimanífrá og familjuni annars ber tað væl til at kombinera ítróttin, arbeiðið og familjulívið.
Hvat verður so fótbóltsmálið næsta ár?
? Vit fara vónandi at hava tað eins hugaligt innanhýsis. Málið er at endurvinna FM og steypa-kappingina, og so at standa okkum betri í Europa Cup, enn vit gjørdu í ár.
Hví gekk tað ikki so væl í ár, sum tað hevur gjørt undanfarnu árini?
? Tað hevur eitt nú við tað at gera, at vit ikki høvdu nóg góða dystarvenjing. Mótstøðan í føroysku kappingunum hevur í ár verið minni, enn hon hevur verið undanfarnu árini, og tað sást aftur, tá ið vit hittu heilt góð útlendsk lið. Vit ætla okkum at luttaka aftur, og vit mugu koyra meiri á okkum sjálvar, samstundis sum vit mugu vóna, at hini kvinnuliðini fara at megna at geva okkum meiri mótstøðu, enn tey sum heild hava megnað í ár.
Tríggjar ferðir Rannvá
Leygardagin vann KÍ 4?2 á HB. Rannvá Andreasen skoraði trý mál. Harvið endaði hon á 45 málum í ár. Tað er met í kvinnufótbólti, so tað stendur eftir í.
Eftir dystarenda handaði Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, gullkrónur til KÍ og bronsukrónur til HB. Dánial Andreasen, formaður í FSF, handaði KÍ nýtt ferðasteyp. Í fjør vunnu tær eitt til ognar. Og Klaksvíkar býráð vildi eisini vísa sítt format. Býráðsformaðurin, Steinbjørn Jacobsen, handaði KÍ kvinnunum ein kekk upp á tíggju túsund krónur afturfyri, at tær høvdu umboðað býin so væl.
B68 kvinnurnar spældu 3?3 ímóti B36 í Gundadali, har tær fingu silvurkrónurnar. At B68 hevur havt manning úr fleiri bygdum í Eysturoy sást aftur í málskjúttunum. Jenny á Lakjuni úr Fuglafirði skoraði eitt mál, Kristina Eyðbjørnsdóttir skoraði eitt, og Maibritt Olsen av Toftum skoraði eitt.