Talsmaðurin hjá forsetanum, Dmitrij Peskov, segði, at Vladimir Putin hevði ikki stundir at vera við til jarðarferðina í dag, men hósdagin vitjaði hann kistuna hjá Mikhail Gorbatjov einsamallur. 

Putin tordi ikki til jarðarferðina

- Vladimir Putin er stúrin fyri sínum egnu. Tí var hann ikki til jarðarferðina hjá Mikhail Gorbatjov, skrivar Verdens Gang.

 

Talsmaðurin hjá forsetanum, Dmitrij Peskov, segði, at Vladimir Putin hevði ikki stundir at vera við til jarðarferðina í dag, men hósdagin vitjaði hann kistuna hjá Mikhail Gorbatjov einsamallur. 

Seinasti forsetin í gamla Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, er í dag jarðaður undir liðini á konu síni í Novodevitsjnyj-kirkjugarðinum. Russar stóðu í bíðirøð fyri at siga fyrrverandi leiðaranum farvæl, men russiski forsetin, Vladimir Putin, var ikki við til minnisløtuna.

 

Talsmaðurin hjá forsetanum, Dmitrij Peskov, segði í vikuni, at Vladimir Putin hevði ikki stundir at vera við til jarðarferðina í dag, men hósdagin vitjaði hann kistuna hjá Mikhail Gorbatjov einsamallur. 

 

- Tað er flott, at bíðirøðin var so long fyri at vísa Gorbatjov ein seinasta heiður - og ikki minst, at tað vóru so mong ung. At tey ungu møttu upp, er eftir mínum tykki eitt stillisligt mótmæli ímóti sitandi stjórn í Russlandi. 

 

Tað sigur Inna Sangadzhieva, limur í Helsingfors-nevndini, við Verdens Gang.

 

Hvat heldur tú um, at Putin ikki møtti?

 

- Eg haldi, at hetta snýr seg um, at Purtin ræðist sítt egna fólk. Hann ynskir ikki at vera samanborin við Gorbatjov, og hann ynskir ikki, at myndir verða tiknar av honum í hesum samanhangi.

 

Inna Sangadzhieva heldur, at Vladimir Putin kanska stúrir fyri provokatiónum, sum hon tekur til.

 

- Hetta er eisini eitt úrslit av, at Gorbatjov læt upp fyri einum demokratii, sum russar tó ongantíð fingu í nóg stóran mun. Eg vónaði, at dagurin kundi lata upp fyri einum friðarligum mótmæli, og tað fingu vit, sigur hon.

 

Søgufrøðingurin, Andrej Zubov, sigur tað sama í einari samrøðu við Ruters, sum Inna Sangadzhieva sigur. Hann heldur eisini, at stóra talið av ungum, sum ynsktu at siga Gorbatjov farvæl, kundi síggjast sum eitt friðarligt mótmæli.

 

Andrej Zubov sigur, at hann hevði vónað, at talið av ungum var enn størri. 

 

Inna Sangadzhieva í Helsingfors-nevndini, sum sjálv er russari, lýsir týdningin, sum Mikhail Gorbatjov hevði fyri hana: - Gorbatjov gav mongum - og eisini mær sjálvari - møguleikan at uppliva frælsi og at gevast at vera óttafull.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Helsingfors-nevndin arbeiðir fyri mannarættindum.

 

Í dag hevði Vladimir Putin eina telefonsamrøðu við forsetan í Aserbadjan, Ilkham Alijev, men aftrat hesum, skriva russiskir miðlar, hevði hann ikki fleiri almennar uppgávur, nú jarðarferðin var.

 

 

 

 

 

Talsmaðurin hjá forsetanum, Dmitrij Peskov, segði, at Vladimir Putin hevði ikki stundir at vera við til jarðarferðina í dag, men hósdagin vitjaði hann kistuna hjá Mikhail Gorbatjov einsamallur.