Føroyum ikki eru eins, og at Føroyar í so máta eru eini 30 til 50 ár aftan fyri Danmark. Verjin hevði hug at rógva upp undir, at rættartrygdin hjá ákærda var ikki eins góð sum hon skuldi, tí ákærdi ikki skilir [...] segði verjin, at fólk nokk høvdu kært, um ákærdi ikki passaðí sítt arbeiði. Nú er at siga til tað, at fólk reit faktisk høvdu kært um júst hetta. Vónbrotin Í forholdi seks, sum var roynd at keypa talutíð [...] undir ikki at vera objektivt, men at vera forlongdi armurin hjá politinum. Hann setti spurnartekin við trúvirðið hjá teimum báðum bankakvinnunum, sum søgdu ákærda royna í Eik Banka í Fuglafirði at taka
veitir øllum skúlum í landinum møguleika fyri at fáa dygdargott Internetsamband til rímuligar prísir. TAÐ verður oftani sagt, at vit føroyingar eru so fáir, at vit megna ikki tað stóra. At land okkara er so [...] tað eisini at vera grundarlag fyri einum stórum frambroti í føroyska skúlaverkinum - og sum kann hava við sær, at vit ikki bert verða á hædd við okkara grannalond, men kanska koma at liggja í fremstu røð [...] ýrið hava gjørt eina avtalu, sum ber í sær, at allir skúlanæmingar og lærarar í Føroyum fáa hvør sína teldupostadressu (e-mail) ókeypis. Hetta verður gjørt fyri at menna áhugan og førleikan innan teldutøkni
tá Remi ikki megnaði at halda skotinum, var álopsmaðurin skjótur á. Eftir hetta hevði NSÍ hópin av møguleikum, og í onkrum føri var ilt at skilja, hvussu teir bóru seg at við at misnýta. Tá klokkan var farin [...] krevst, fyri at halda eina leiðslu. Tað at tora at spæla, uttan at vera bangin um, at hinir bert skulu hava eitt mál fyri at javna. Hjá einum oddaliðið er tað øvugta ofta galdandi, soleiðis at tey heldur [...] byrjaði royndu teir at trýsta bóltin móti NSÍ málinum, og tað var eisini um reppið, at hetta kastaði mál av sær alt fyri eitt. Teir noyddust tó at bíða til einir 12 minuttir vóru farnir við at leggja seg á odda
Hann sigur um orsøkina, til at tiltakið endaði á Christiania : - At Operaen bleiv staðið leygarkvøldið, var tí at onki annað høli í Keypmannahavn var tøkt. Men hetta var ikki ein burturvið avgerð, tí tiltakið [...] flott. Hetta komst av, at ljósmaðurin hjá Operaini ikki var komin hetta kvøldið, og Føroya nógv besti ljósmaður Egil B. Hansen, ið var komin á konsert, setti seg við knøttarnar. Tað var ótrúligt at síggja [...] stutt sagt, burturvið at leggja skránna soleiðis. Men Petur Bén vísti greitt hvussu feitur hann er, hetta hóast ikki nógv fólk lurtaði. Heldur ikki Boys In A Band fingu sama lív í, sum Týr hevði fingið
gørnunum og fer fyri skeyti. Hetta er orsøkin til, at Føroyar í NEAFC hava verið við til at banna gørnum í altjóða sjógvi. Vit skulu ikki gloyma, at umhvørvisfelagsskapir eru líka ágangandi móti [...] bann móti útblaking. Hetta er ikki útblaking, men hevur sama úrslit. Fiskur verður veiddur, sum ikki kemur til høldar, í hesum føri tað við lít. Eg skilji ikki á nakran hátt, at fiskiveiðieftirlitið [...] við reiðaríið, men at eingin heimild er til at gera annað. Málið er ikki tikið upp av fiskimálaráðnum. Hetta er ein umhvørvisgøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í Anitu málinum, raka
nógv mál í venjingardystunum her í 2007, sigur Christian. Superligan Málið hjá Christiani er fyrst og fremst at røkka bestu donsku deildini, Superliguni. Málið er at sær komiligt, tí liðið liggur í løtuni [...] mansliðið hjá Lyngby, hevur hann ikki skorað færri enn 64 mál. Eitt tal, ið man fara at nærkast tí hjá Toda Jónsson í FCK, har hann á sinni gjørdist mest skorandi leikarin í søgu felagsins. Árið 2007 stendur [...] gleði meg at skora nógv mál fyri føroyska landsliðið, sigur Christian. Følir seg sum Føroying Christian hevur búð alt sítt lív í Danmark, men mamma hansara er úr Tórshavn. Hetta fær hann at føla sítt føroyska
so øll royna at koma víðari. Uttanhýsis ráðgevi í eitt ár Fráfaringaravtalan merkir, at Ísak Mikladal ikki longur er starvsfólk hjá FSF, og tí heldur ikki longur hevur sítt arbeiðspláss í FSF-húsinum. [...] Forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, er fegin um, at tað eydnaðist at loysa málið um aðalskrivaran við einari loysn, ið allir partar halda vera ta bestu. ? Hetta skal fáa gerandisdagin aftur [...] aftur at virka og syrgja fyri, at nú verður arbeiðsfriður, sigur forsetin, ið er takksamur fyri, at formenninir í feløgunum traðkaðu til, tá mest stóð á. ? Leygardagin sendu teir greiðar ábendingar um
hotelrúm. Tað tykist, sum at fólk taka hetta tiltakið sum ein møguleika at hitta fólk eins væl og at dansa. Tað vísti seg seinast, at her hittust fólk, sum ikki høvdu hitst í mong ár. Og soleiðis kunnu [...] Mortensen. Fólk hava biðið um gisting á hotellinum í góðari tíð. Tó leggur hann afturat, at enn er ikki fult. Tað eru ikki bara suðuroyingar, sum koma til hetta tiltakið, sigur hann. Eisin fólk norðanfjørðs [...] midnátt ella so væntar hann, at føroyski dansurin fer at byrja. Tiltakið er alment, og tað eru dansifeløgini í Suðuroy sum saman við Hotel Øravík skipa fyri. Tá tiltakið í fjør varð hildið fyri fyrstu
Klaksvíkar Sjómansskúla. Ein av lærarunum sigur, at hetta er ein húsarhaldsbreyt og ætlanin er, at tey skulu fara at vitja aðrastaðni í landinum eisini. Hetta fyri at koma runt og kunna síggja, hvussu tað verður [...] stákaðust við at gera pizza til tey. Har greiddi Jákup Ziskason frá. Síðani kundu tey seta seg væl tilrættis við borðið at eta. Jákup Ziskason segði, at fríggjadagur ikki er tann besti dagurin at vitja Kokkaskúlan [...] skúlagongdin endar á middegi, og tí verður ikki tann heilt stóra matgerðin gjørd. - Men, men vit hava gjørt pizza til tey, sum tú sært, so heilt svangligt er tað kortini ikki, sigur hann. Næmingarnir og lærararnir
verið at sleppa inn í eitt brandskáp. Hetta eydnaðist ikki, og síðani eru tann ella tey, sum hava verið í kirkjuni, farin á dyr aftur. Løgreglan veit ikki, hvør hevur framt innbrotið í kirkjuna. Í brandskápinum [...] hevur verið at bróta inn, goymir kirkjan gamla silvurið og altarvínið, sum er alkoholfrítt. Eingir pengar verða goymdir í føroysku kirkjunum. Virðing ? Tað er óvanligt, at fólk bróta inn í kirkjur í Føroyum [...] Sunnumorgunin gjørdist fólk varug við, at innbrot hevði verið í Havnar Kirkju. Løgreglan, sum hevur verið í kirkjuni og kanna hendingina, sigur, at hurðin er sparkað inn, síðani er ein skápshurð skrædd