Føroyskur dansur í Øravík

Almenn dansinátt verður hildin á Hotel Øravík leygarkvøldið 11. august. Hotellið og dansifeløgini í oynni skipa fyri

 

Føroyskur dansur

Almennur føroyskur dansur við borðhaldi verður á Hotel Øravík leygarkvøldið 11. august. Tiltakið varð hildið fyrstu ferð í fjør og eydnaðist væl, sigur stjórin á hotellinum, Uni Mortensen.

Tiltakið byrjar við borðhaldi, sum verður skipað sum eitt vanligt, føroyskt veitsluborð, sigur Uni Mortensen. Umleið midnátt ella so væntar hann, at føroyski dansurin fer at byrja.

Tiltakið er alment, og tað eru dansifeløgini í Suðuroy sum saman við Hotel Øravík skipa fyri.

Tá tiltakið í fjør varð hildið fyri fyrstu ferð, vóru umleið hálvtannaðhundarð fólk við, og tað gekk heilt væl. Og longu nú eru fólk, sum hava tryggjað sær luttøku, sigur Uni Mortensen. Fólk hava biðið um gisting á hotellinum í góðari tíð. Tó leggur hann afturat, at enn er ikki fult.

Tað eru ikki bara suðuroyingar, sum koma til hetta tiltakið, sigur hann. Eisin fólk norðanfjørðs hava bílagt sær hotelrúm.

Tað tykist, sum at fólk taka hetta tiltakið sum ein møguleika at hitta fólk eins væl og at dansa.

Tað vísti seg seinast, at her hittust fólk, sum ikki høvdu hitst í mong ár. Og soleiðis kunnu fleiri element vera í einum slíkum tiltaki, heldur hotelstjórin.

At tiltakið er alment merkir eisini, at tað ber til at koma til annaðhvørt bara borðhaldið ella bara til dansin aftaná, um ein ynskir tað.