Enn eitt høgg aftrat móti um­døm­in­um hjá Føroyum sum fiski­vinnutjóð

Kjartan Hoydal
kjartanhoy@gmail.com
---------------

Gørnini hjá Anitu hava staðið úti í meira enn ein mánað utt­­an at nakar myndugleiki letur við seg koma! Hetta er fúl skomm og kann koma før­­oysk­um umdømi harðliga aft­ur um brekku.
Søgan um Anitu var longu sorg­ar­søga í spurninginum um trygd og viðurskifti hjá mann­ingini, umborð á einum skipi undir føroyskum flaggi, og við føroyskum fiskiloyvi.
Í Degi og Viku 31.mars 2014 varð upplýst, at gørnini hjá Anitu hava staðið úti í 5 vikur. Eing­in tykist hava ábyrgd av he­sum. Reiðaríið umber seg við ­óvanligum viðurskiftum. Fisk­iveiðieftirlitið sigur seg hava tosað við reiðaríið, men at eing­in heimild er til at gera ann­að. Málið er ikki tikið upp av fiskimálaráðnum.
Hetta er ein um­hvørv­is­­gøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í Anitu mál­inum, raka Før­oy­ar hart. Garna­veiða er longu sum er undir hørð­um at­­finn­ing­um, tí vandi altíð er fyri tí sum verður kallað “ghost­­fish­ing” á enskum. Um gørn­­ini ikki verða røkt sum tey skulu – ella mist – fiska tey fram­­veg­is, fiskurin rotnar í gør­n­­u­num og fer fyri skeyti. Hetta er or­søk­in til, at Føroyar í NEAFC hava verið við til at banna gørnum í altjóða sjógvi. Vit skulu ikki gloyma, at um­­hvørv­is­fel­ags­skap­ir eru líka ágangandi móti veiði á djúphavinum, sum móti grindadrápi. Ein á­hald­andi herferð er móti djup­­havs­­fisk­i­skapi, og serliga veið­an við gørnum og troli standa fyri skotum.
Eg havi í altjóðahøpi altíð ført fram, at er veiðan við gørn­um nóg væl umsitin, og eft­ir­lit­ið er nóg gott, kann hendan veiða við gørn­um verða akkurát líka so burð­ar­dygg, sum veiða við øðr­um reiðskapi. Hetta er ringt at verja, tá so ræðandi dømi koma fram um, at einki eftirlit tykist at vera við garn­a­veiðuni ­undir Føroyum.
Føroyar hava havt bann móti garn­a­veiðu í nógv ár, men hava sambært kunn­gerð undantikið 4 skip og ein út­róðr­ar­bát, sum hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku við gørn­um á ávísum leiðum á djúp­um vatni.
Í kunngerðini um garn­a­­veiðu er ásett, at ”tá fisk­i­før við ­loyvi sambært hesi kunn­gerð fara inn at av­reiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aft­ur er á fiskileið og fer at draga”. Fisk­i­veiðieftirlitið kann í serligum førum veita und­an­tak viðvíkjandi tíð­ar­freist­ini.
72 tímar er 3 døgn, men gørn­ini hjá Anitu hava stað­ið í sjónum nú í meira enn 35 døgn. Nógvur fiskur er komin í, og rotnaður í gørnunum. Hvussu kann hetta bera til?
Greiðar revsireglur eru i lóg um vinnuliga fiskiskap, t. d.
“§ 43. Verður komið fram á ó­lóg­ligan reiðskap í sjónum ella reið­skap, sum ikki er merkt­ur sambært galdandi regl­um, verður reiðskapurin inn­drig­in, um tað ikki kann verða greitt, hvør eigur hann.“
Vit hava eisini bann móti út­blak­ing. Hetta er ikki út­blak­ing, men hevur sama úrs­lit. Fiskur verður veiddur, sum ikki kemur til høldar, í hes­um føri tað við lít.
Eg skilji ikki á nakran hátt, at fiskiveiðieftirlitið, løg­regl­an, fútaskrivstovan og fisk­i­mál­a­ráð­ið lata standa til, og ikki við øllum møguleikum, sum eru í lógini, gera nakað við hetta málið.
Nógvir spurningar eru við røtt­um settir við umsitingini av lóg um vinnuligan fisk­i­skap­, serliga síðani 1999. Um eitt so lýsandi dømi um brot á lógina, ongar avleiðingar fær, so man síðsti kordelur í tí togi, sum varð tvinnað í lóg um vinnuligan fiskiskap í 1994, vera kvettur.