Klaksvík:
Næmingarnir og tveir lærarar komu til Klaksvíkar hósdagin og fóru fyrst at vitja Føroya Húsarhaldsskúla, har Elizabeth Akursmørk greiddi frá og vísti teimum runt á skúlanum.
Síðani fóru tey á Føroya Bjór.
Fríggjamorgunin fóru tey so á Tekniska skúlan og á Kokkaskúlan og Klaksvíkar Sjómansskúla.
Ein av lærarunum sigur, at hetta er ein húsarhaldsbreyt og ætlanin er, at tey skulu fara at vitja aðrastaðni í landinum eisini. Hetta fyri at koma runt og kunna síggja, hvussu tað verður arbeitt á størri køkum og á virkjum, sum hava við matvøru at gera.
Hendan fríggjamorgunin, tá Sosialurin hitti tey, vóru tey stødd á Kokkaskúlanum. Tey fóru fyrst upp á, har sjómansskúlanæmingarnir halda til. Poli Mikkelsen, skúlastjóri greiddi frá. Síðani fóru tey niður undir, har kokkanæmingarnir stákaðust við at gera pizza til tey. Har greiddi Jákup Ziskason frá. Síðani kundu tey seta seg væl tilrættis við borðið at eta.
Jákup Ziskason segði, at fríggjadagur ikki er tann besti dagurin at vitja Kokkaskúlan, tí skúlagongdin endar á middegi, og tí verður ikki tann heilt stóra matgerðin gjørd.
- Men, men vit hava gjørt pizza til tey, sum tú sært, so heilt svangligt er tað kortini ikki, sigur hann.
Næmingarnir og lærararnir fóru avstað aftur fríggjadagin seinnapart.










