fundinum vegna Føroyaprent, men honum barst frá at koma. Óli greiddi frá, at hann og Eyð komu at tosa um, at vit í Føroyum vantaðu eina bindibók. Úrslitið var, at ein kapping varð skrivað út. Inn komu umleið [...] føroyska tógvið. Óli sigur, at tað hevur stóran týdning fyri marknaðin av tógvi, at fólk hava nýggjar bindiuppskriftir. Ætlanin hjá teimum báðum, sum standa aftanfyri tiltakið, er at geva nýggja bindibók út [...] royndum í at binda, sum valdi uppskriftirnar, ið fingu pláss í bókini. - Elinborg á Lofti hevur skrivað uppskriftirnar, og Lydia á Teigum hevur umsett tekstin til danskt. Stjórin í Navia segði, at tað er
Um tað eydnast FH at fáa eitt stig, so fara teir at vinna fyrsta meistaraheitið nakrantíð. Fram stríðist í hinum endanum. Undan síðsta umfarinum eru tað trý feløg, sum stríðast um at sleppa undan tveimum [...] undirmannaðir. Grindavík vitjaði grannarnar í Keflavík. Tað eydnaðist Grindavík at vinna 4-3, eftir at liðini høvdu skiftst um at vera omaná. Við sigrinum tryggjaði Grindavík sær eitt ár afturat í bestu deildini [...] munin. Næstu lítlu løtuna var um reppið, at Fram kom afturíaftur. Teir sendu í stólpan. So fór FH í mótálop og skoraði, og í síðstu løtu skoraðu teir aftur, soleiðis at úrslitið gjørdist 4-1. Hans Fróði Hansen
Lat tað vera sagt beinan vegin, at eg meini at tað er heilt í lagi at halda eina slíka konferensu. Tað er einki undirgravandi virksemi ella landsskaðiligt í tí at fáa fólk at siga sína meining um tað, sum [...] tey kanska hava forstand uppá. Og at fáa danskarar og onnur at lurta, og kanska blíva klókari. Tað er eingin vandi fyri, sum Eilif Samuelsen í viðmerking 04.06.04 sigur, at "indoktrinera danskar politikarar" [...] Sosialinum: "Er Jan Müller blivin klikkaður?" at hava at blaðstjóranum Jan Müller, sum bæði blívur kallaður blindur og politiskur fanatikari.. Jan verður lagdur undir at hótta fólkaræði. Eg haldi hatta vera eina
men tað ótrúliga er, at tú minnist tey øll á merkisdøgum. Vit gleða okkum at verða saman við tykkum til hátíðarhaldið, og ynskja at Harrin skal styrkja og signa tykkum. Takk fyri at tit søgdu JA fyri 60 [...] ikki at "spæla við lívinum", men heldur ræðfesta hana, hvørs navn stóð í ringinum. Tað hevur tú gjørt síðan. Altíð veri ein góður "konumaður", sum mamma plagar at taka til. Hùsini fekst tú upp at standa [...] Góðu tit bæði. Ikki eru tey mong, sum sleppa at liva 60 ár í sama hjúnarlag. Men hetta fara tit at uppliva 27. november, og vit sum standa tykkum nærmast, vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku við d
alment hevur hann sagt, at arbeiðsbyrðan er vorðin ov stór. Avgerðin um at leggja formanssessin í KSF frá sær, er tikin fyri eini tíð síðan, og nú bendir alt á, at hann eisini fer at leggja frá sær sum b [...] Runavíkar kommunu frá, at hann tekur ikki við borgarstjórasessinum, um so er, at borgarstjórin leggur frá sær. Starvið, sum løgtingsmaður, krevur so nógv, at stundir ikki eru at røkja uppgávuna sum bo [...] eitt av málunum "møgulig umskipan av býráðnum". Leingi hevur ljóðað, at sitandi borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, hevur havt í hyggju at leggja frá sær sum borgarstjóri, og ymiskt hevur verið gitt um, hvør
Fótbóltur At fótbóltur er ein undarlig telving, og at tað so skjótt kann vera, at tað, sum tykist venda niður vendir upp, var seinnaparturin sunnudagin í Gundadali góð áminning um. Meistararnir í B36, [...] omanfyri 80 prosent av tíðini. Teir royndu at seta ferð á, og onkra ferðina eydnaðist tað, hóast mótstøðumenninir avgjørt ikki vóru hugaðir at vera við í tí kappingini. At B36 hevur trupulleikar frammi á vøllinum [...] VB/Sumba vóru ikki bangnir fyri at ofra seg og blokera. B36 fekk fyrstu fjøruti minuttirnar tey bæði málini, sum áttu at verið góð trygt undir trivaligum heimasigri. At tyngdin í álopspartinum ikki er
lagi fyri at spæla fótbólt í Føroyum. B36 sigur, at øll viðurskifti eru komin upp á pláss, men Landsfólkayvirlitið váttar, at Sylla hevur ikki fastan bústað í Føroyum, og tað er ein fortreyt fyri at fáa spæliloyvi [...] spælari skal til føroyskt felag at spæla, skal hann hava spæliloyvi frá FSF. Fyri at hetta loyvisbræv kann útskrivast, krevur FSF eina váttan frá Landsfólkayvirlitinum um, at tann útlendski spælari hevur [...] FSF setir fyri at útskriva spæliloyvi. - Eg kann bara siga, at í høvuðsheitinum er spæliloyvið hjá Sylla í lagi, tí tað liggur í B36. Uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi hava vit einki við at gera, men kapp
varð dømdur at verða rangstaddur, og málið var kolldømt. 10 minuttir inn í seinna hálvleiki valdi venjarin at skifta Jón Róa út, og Súni Olsen kom á vøllin í staðin fyri hann. - Eg haldi ikki, at eg spældi [...] spældi so illa, at tað var neyðugt at taka meg út, men eg veit ikki, hví eg var skiftur út, sigur Jón Rói Jacobsen. Heldur tú at avrikið hjá tær og liðnum sunnudagin kunnu ávirka tína støðu á liðnum? - Tað [...] tapti heili 4-2. Jón Rói var so óheppin at skora eitt av málunum fyri mótstøðuliðið. Eitt innlegg var sent inn ímóti AaB-málinum, og har hevði Jón Rói eftir øllum at døma høvdið á bóltinum, sum streyk í málið
út. Hon er so mikið fangandi, at eg tími illa at vera liðug við hana. Tað er nakað heilt serligt at kunna fylgja so neyvt við í skrivigongdini og sita heima í køkinum og viðgera bókina saman við rithøvundanum [...] deiligt tað var at koma heimaftur við einum stakki av nýggjum bókum. Minnist eisini væl, hvussu stolt eg var tann dagin, eg var gomul nokk - 14 ár haldi eg var aldursmarkið - at sleppa at lána frá vaksn [...] longri tíð, men nú, hon er við at fara til prentingar, havi eg lisið hana næstan alla, sum hon er umaftur, burtursæð frá teimum seinastu 20-30 síðunum. Kanska bíði eg líka við at lesa endan, til hon kemur út
formanninum í Búskaparráðnum í blaðnum í gjár. Og hóast hann ásannaði, at tað enn er nakað eftir á mál, so ivaðist hann ikki í, at ein slík skipan fyrr ella seinni vinnur frama. Samgongan er ímóti Men stendur [...] tað heldur seinni enn fyrr. Tí meðan andstøðan tykist vera á einum máli um, at eitt tilfeingisgjald í onkrum formi eigur at vera fingið inn í lóggávuna um vinnuligan fiskiskap sum skjótast, so eru sam [...] Formaðurin í Vinnunevndini, Henrik Old, er tó persónliga av teirri áskoðan, at hann ógvuliga treyðugt vil vera við til at áleggja vinnuni eitt avgjald, sum kann skunda undir miðsavnina av tilfeinginum