Til Elly(Atlantu) og (Joen Jacob) Frederik Joensen

Á diamantbrúdleypsdegnum - gift í 60 ár

Góðu tit bæði. Ikki eru tey mong, sum sleppa at liva 60 ár í sama hjúnarlag. Men hetta fara tit at uppliva 27. november, og vit sum standa tykkum nærmast, vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku við diamantbrúdleypinum.

Altíð hevur verið áhugavert og hugnaligt at líða á tá tú pabba, sum tann góði frásøgumaður tú er, greiddi frá hendingun á sjógvi og landi.
Føddur og uppvaksin í Garðinum í Sandvík, men tað var í Vági tú fanst tær konuna, og har settu tit búgv.

Síðstu ferð tú var til bakka, var tá trúlovanarringurin bjargaði tær lívinum. Hált var, og tú fór á glið, heilt út á tromuna, men tá kom ringurin fastur í eina steinpirru. Tú var bjargaður, men tá var avgerðin tikin um ikki at "spæla við lívinum", men heldur ræðfesta hana, hvørs navn stóð í ringinum. Tað hevur tú gjørt síðan. Altíð veri ein góður "konumaður", sum mamma plagar at taka til.

Hùsini fekst tú upp at standa, sjálvt um torført var við byggitilfarði beint eftir kríggi. Á Oyrabø hava tit so húsast alla tíðina. Við sorgblídni hava tit fylgt við, og sæð næstan allar grannarnar á tykkara aldri fara undir grønu torvu. So er lívsins gongd.
Men gleðin hevur verið stór, tá tað aftur er fari at lýsa í vindeygunum í grannahúsinum. Nú eru aftur børn, og lív komi í. Altíð hava tit verið góð við børn, og orka ótrúliga væl at verða saman við teimun. Sum sunnudagsskúlaleiðari í Frelsunarherinum í næstan 50 ár, vart tú altíð høgt mettur av børnunum. Tínar serligu gávur at greiða frá Bíbilsøgum, eru komin nógvum vágbingum væl við.

Av raskastu og fimastu monnum á sjógv so væl sum á landi. At fiska var tað fáur sum tók Frederik úr Sandvík. Ein skilamaður tá tað galt streym og veður, altíð klára teg væl sum motormaður ella skipari.
Nú eru fetini heldur tung, og ikki at kunna síggja nakað serligt, ger tær lívið tyngri. Men lívsviljin og Gudsóttin ger teg til ein fittan gamlan mann. So Elly er heppin, sum hevur teg at heita á, tá smá ørindi skulu gerast. Handalagið hevur altíð verði framúr gott, og kemur tað tær nú til góðar.

Sum pabba var leiðari á sjónun, so hevur tú mamma verið "leiðari á heimavølli". Vit minnast við takksemi, at tú altíð "var har" tá ogur trongdu til tín. Vit minnast tá tú samlaði ogun til bøn, tá havið leikaði í, og vit vóru bangin fyri at missa pabba. Vit minnast tá lagkøkan bleiv full av øsku, tá vit grillaðu í haganum, men tú visti ráð. Raðfestingina, um at børnini komu fyrst, vilja vit takka fyri. Eitt gott og trygt heim, fult av kærleika og umsorgan, tað er tað vit hava fingið við okkum sum fyrimynd. Mangan hevur tú glett okkum,við tí tú fær frá hondini við stokkum so væl sum heklinál. Nú er familjan vorðin so stór, 10 børn og svigarbørn, heili 15 ommubørn og 8 langommubørn, men tað ótrúliga er, at tú minnist tey øll á merkisdøgum.
Vit gleða okkum at verða saman við tykkum til hátíðarhaldið, og ynskja at Harrin skal styrkja og signa tykkum. Takk fyri at tit søgdu JA fyri 60 árum síðani, og at tit hildu fast við tað.


Heilsan
Børnini