Samgongan er ímóti tilfeingisgjaldi

Andstøðan er ikki óvæntað parturin, sum rópar harðast um eitt tilfeingsisgjald. Men sambært vinnupolitisku framsøgufólkunum í samgonguflokkunum, so skal ikki roknast við, at nøkur skipan við tilfeingisgjaldi verður sett í verk í bræði

Tilfeingisgjald

Ein ávís hugburðsbroytng er farin fram, síðani sjónarmiðið um eina skipan við tilfeingisgjaldi av fyrstan tíð sá dagsins ljós.
Soleiðis ljóðaði staðfestingi hjá formanninum í Búskaparráðnum í blaðnum í gjár. Og hóast hann ásannaði, at tað enn er nakað eftir á mál, so ivaðist hann ikki í, at ein slík skipan fyrr ella seinni vinnur frama.

Samgongan er ímóti
Men stendur tað til politisku skipanina í Føroyum í dag, so verður tað heldur seinni enn fyrr.
Tí meðan andstøðan tykist vera á einum máli um, at eitt tilfeingisgjald í onkrum formi eigur at vera fingið inn í lóggávuna um vinnuligan fiskiskap sum skjótast, so eru samgonguflokkarnir langt ífrá samdir í hesum sjónarmiði.
Siðvenjan um privast fyritakssemi tykist halda bæði Fólka- og Sambandsflokkinum væl burtur frá eini skipan við serstøkum avgjaldi á høvuðsvinnuna, meðan hugsanin í triða samgonguflokkinum, Javnaðarflokkinum, tykjast vera meira spjaddar. Formaðurin í Vinnunevndini, Henrik Old, er tó persónliga av teirri áskoðan, at hann ógvuliga treyðugt vil vera við til at áleggja vinnuni eitt avgjald, sum kann skunda undir miðsavnina av tilfeinginum, sum longu er ígongd.
Jensi av Rana, Heidi Petersen og Kári P. Højgaard tykjast tó øll vera á einum máli um, at hetta er eitt mál, sum nakað skal gerast við. Andstøðuflokkarnir vísa allir til orðingina í lóggávuni um, at tilfeingið á føroysku grunnunum er ogn Føroya Fólks, og tað tí ikki er annað enn náttúrligt, at partur av hesum flýtur aftur til landskassan.
Og hartil verður eisini lagt afturat, at hetta er eitt arbeiði, sum hevur stóran skund. Víst verður á strámannavirksemið, sum longu er í ferð við at flyta stóran part av føroyska tilfeinginum á útlendskar hendur, eins og tosað verður um bremsulongdina í skipanini, sum í løtuni er 10 ár.

Avgjald á handlarnar
Ynskir andstøðan at fremja nakrar broytingar her og nú, so tykist einasta gongda leiðin í løtuni at fara eftir vinninginum, sum kann uppstanda, tá fiskidagar og -loyvi verða handlað.
Her tykjast bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin at ganga inn fyri eini skipan, sum skattar vinning í slíkum handlum harðari, enn partafelagsskatturin annars ger. Tað vildi helst verið formur fyri skatting, sum í ávísan mun tálmar spekulatiónini. Hetta tí lutfallið millum tað, sum fæst burtur úr framhaldandi vinnu, og tað, sum fæst burtur úr eini sølu her og nú, tá vil verða væl øðrvísi. Og í øllum førum vil ein slík skipan flyta ein part av peninginum fyri slíkar handlar aftur í landskassan.
Men heilt ganga ynskjunum hjá andstøðuni og Búskaparráðnum á møti vil ein slík skipan tó ikki gera. Tí framvegis verður talan tá um, at handlar kunnu fara fram við loyvum, sum eru útskrivað ókeypis, og tó at vinningurin av hesum tá verður skattaður lutfalsliga hart, so verður framvegis ein partur eftir. Ein partur, sum í prinisppinum er óavmarkað stórur, tó at eitt náttúrligt handisligt loft altíð vil vera fyri prísásetingini av handlunum.
Hvørjar broytingar í lóggávuni talan kann gerast um, er sjálvandi ilt at meta í verandi støðu. Í løtuni verður arbeitt við eini endurskoðan í Fiskimálaráðnum. Men skal ein politiskt haldgóð loysn finnast, er sjálvandi umráðandi, at hendan eisini er í samsvar við tað, sum ein meiriluti á tingi kann góðtaka. Og tí bendir tað í løtuni tann vegin, at tilmæli frá búskaparráðnum um tilfeingisgjald enn ikki hevur vunnið frama.