Bindibók
Mikumorgunin bjóðaðu Navia á Toftum, sum framleiðir og selir tógv og Bindibúðin í SMS í Havn, til tíðindafundar um eina nýggja bindibók, sum kemur út í dag.
Navia er framleiðari av føroyskum tógvi, sum verður virkað í Suðuronglandi og selt í Føroyum og seinni í oktober eisini í Danmark.
Ungi maðurin aftanfyri fyritøkuna, er Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum er ættaður av Nesi. Hann hevur lisið marknaðarføring í Herning í Danmark, har hann eisini fekk hugskotið at fara undir fyritøkuna.
Á tíðindafundinum hittu vit eisini Eyð S. Nolsøe, sum eigur Bindibúðina í SMS og Amy Hansen, sum er fotografur og hevur tikið myndirnar í snotuligu bókini.
Ætlandi skuldi Jón Hestoy eisini verða við á fundinum vegna Føroyaprent, men honum barst frá at koma.
Óli greiddi frá, at hann og Eyð komu at tosa um, at vit í Føroyum vantaðu eina bindibók. Úrslitið var, at ein kapping varð skrivað út. Inn komu umleið 50 pløgg, og bindibókin er eitt úrval av hesi kapping. 16 føroyskar bindiuppskriftir eru í bókini, harav 12 eru til børn og 4 til vaksin. Somuleiðis er ein uppskrift til eitt sjall.
Tað var ein bólkur av konum við drúgvum royndum í at binda, sum valdi uppskriftirnar, ið fingu pláss í bókini.
- Elinborg á Lofti hevur skrivað uppskriftirnar, og Lydia á Teigum hevur umsett tekstin til danskt.
Stjórin í Navia segði, at tað er stórarbeiði, sum hesar báðar hava gjørt, og tað er eisini stórarbeiði at fáa eina slíka bók frá hondini.
Sjálvur hevur hann serliga tikið sær av fíggingini og marknaðarføringini av bókini, meðan Eyð S. Nolsøe serliga hevur tikið sær av stóru uppgávuni at greiða frá mynstrunum og uppskriftunum.
Bindibókin er prentað í 8000 eintøkum. Hon verður seld víða um í Føroyum og í handlum í Danmark, sum selja føroyska tógvið.
Óli sigur, at tað hevur stóran týdning fyri marknaðin av tógvi, at fólk hava nýggjar bindiuppskriftir.
Ætlanin hjá teimum báðum, sum standa aftanfyri tiltakið, er at geva nýggja bindibók út aftur komandi ár, og tá ætla tey, at kapping um mynstur skal útskrivast bæði í Føroyum og í Danmark.
Eyð S. Nolsøe sigur, at í bindibókini eru bæði núskapandi mynstur, men eisini mynstur, sum flestu kenna seg aftur í.
Í Bindibúðini í SMS selir hon ymisk sløg av tógvi, bæði útlendskt og føroyskt, og bæði hon og Óli eru óvuliga spent eftir at siggja, hvønn týdning bindibókin fær fyri søluna av tógvi.
Óli Kristian á Torkilsheyggi sigur, at hann hevði ikki sloppið inn á marknaðin í Danmark við sínum tógvi, um bindibókin ikki var komin.
- Skoðsmálið, sum bókin hevur fingið úr Danmark, er gott. Tey halda, at mynstrini síggja føroysk út, men kortini eru fleiri teirra merkt av nýggjum móta sum dønum eftir øllum at døma dáma rættiliga væl, sigur stjórin í Navia.
Frá í dag, 30. september og fram til 6. oktober, verður framsýning á Torginum í SMS í sambandi við, at nýggj bindibók er komin á marknaðin.
Á framsýningini verða tær umleið 50 innkomnu troyggjurnar í bindikappingini, sum Navia og Bindibúðin í SMS skipaðu fyri, sýndar fram. Somuleiðs verða vinnararnir av kappingini avdúkaðir, og henda løtan verður í dag klokkan 16.
Í morgin og leygardagin verður mótaframsýning á pallinum, har tær 16 troyggjurnar í Bindibókini verða sýndar fram.