føroysku firðunum, bleiv sagt, at tað bar bara til at ala 2.-3.000 tons, men tað talið fór upp á 15.-16.000 tons við at fara longur út. Og eg minnist, at í 2000 varð sagt, at Føroyar kundu ikki bera meira [...] mikið gott í Marine Harvest, at hann ikki umhugsar nakað annað her og nú, uttan at hann tó vil siga, at hann altíð verður verandi har. – Eg dugi væl at síggja fyri mær, at eg saktans kundi farið í aðra [...] alingini, at tað skal bera til at fáa hana at halda fram við at vaksa, og her snýr tað seg millum annað um, hvussu nóg mikið av fóðrið skal kunna fáast til vega. – Nógv hevur verið gjørt við at brúka up
eingin slapp at nema við. Klaverið var trekt og ófantaligt, men eg minnist, at ein mostir mín plagdi at brúka tað. Tá eingin varnaðist, plagdi eg at snýkja meg fram at klaverinum og royndi at spæla okkurt [...] var í 1957 at Simme í smáum byrjaði at handla við ljóførum. - Eg og Connie vóru júst blivin gift, og okkurt máttu vit hava at liva av. Tá var ikki heilt lætt at fáa arbeiði, so eg byrjaði at undirvísa í [...] krígnum, og tað vóru ikki nógv ljóðføri at finna í Føroyum tá. - Eg fekk klaverið frá foreldrunum. Eg minnist væl, at nakrir eingilsmenn, sum vóru her tá, høvdu frætt, at vit høvdu eitt klaver heima hjá okkum
Davidsen, sum sat á tingi fram til løgtingsvalið í 1970, tá hann ikki stillaði uppaftur. Men 1936 var eisini seinastu ferð, at sandoyingar valdu sjálvstýrismann at umboða seg á tingi. Eftir at Fólkaflokkurin [...] Sambandsflokkinum á fyrsta sinni nakrantíð at fáa tingmann í Sandoyar valdømi – og hjá sandoyingum og skúvoyingum at finna sín innara sambandsmann fram. Spennandi verður so at vita, um sandoyingar fara velja ein [...] á ting næstu ferð. At føroyskur politikkur er litríkur, er hetta kanska eitt dømi um. Gerhard Lognberg hevur enn ikki váttað, at hann fer upp í Sambandsflokkin. Men løgmaður sigur, at Gerhard Lognberg er
hevði landskassin stór avlop á fíggjarlógini. - Eg havi hug at siga sum Høgni Hoydal plagar at siga: Kann mann bara siga okkurt? [...] lækkaði ríkisveitingina”, tí tá fært tú tað at ljóða sum um at landskassin hevði hetta stóra avlopið aftaná at ríkisveitingin var lækkað. Trupulleikin er bara, at hetta er ikki í trá við veruleikan. Ríki [...] sigur, er at longu í 2002 (fyrsta árið eftir at heildarveitingin lækkaði) tódnaði avlopið heilt niður í 191 mió. krónur, hóast heildarveitingin tá framvegis var yvir 600 mió. krónur. Tað vil siga, at hevði
bretski gerandisdagurin so sær út dagin eftir fólkaatkvøðuna fáa vit at síggja, men avtalað er, at bæði bretar og skotar fara at fylgja fólksins rødd tann 18. sept. í ár, tá ið fólkaatkvøðan verður hildin [...] um nú koma at liggja í skotskum sjóøki. Í verju - og trygdarpolitiskum høpi er framvegis ætlanin at vera partur av NATO, men við egnari trygdartænastu. Hinvegin, er ikki ætlanin longur at leggja rygg [...] virðini, og er ætlanin at kollvelta fleiri av verandi skipanum. Ma. verður miðað eftir, at trý- fýra ára gomul børn fáa tríati tíma barnaansing um vikuna, ella 1140 tímar um árið, so at kvinnurnar sleppa út
Bæði halda tey, at tað er umráðandi, at tú ikki fert í eitt parlag bara fyri at vera í parlagi. - Eg vil siga, at um hjúnaband ikki er í høvdinum, tá mann kemur saman, so føli eg ikki, at tað gevur nakra [...] vera harmiligt, at tey ikki hugsa um alternativið, sum er at bíða við kynsligari samveru til mann er hjún. - Onkuntíð hugsi eg, at eg hevði viljað, at tey vistu nakað betri. Eg føli, at eg og Tórur hava [...] av at virða kvinnuna fyri tað, hon er, og at virða hennara mørk, eisini um hon ikki setur tey sjálv. Tí havi eg eisini altíð vitað, at sex skuldi eg bíða við, til eg var giftur. Og so havi eg so at siga
millumbólki B, er, at Frakland og Danmark hava vunnið allar sínar dystir, meðan Kroatia og Spania hava tapt ein dyst í part. Tað er tí sannlíkt, at tað verða hesi liðini, ið fara at hittast í hálvfinalunum [...] Polen-Svøríki. Hendir tað seg, at Polen vinnur á Svøríki, verður síðsti dysturin móti Kroatia heilt agerandi fyri, hvør sleppur í hálvfinaluna. Vert er eisini at leggja til merkis, at toppskjúttarnir ofta koma [...] einki at taka seg aftur í, at ein av allarbestu spælarunum til hetta EM, er danski Mikkel Hansen. Tað sæst eisini á assist'unum, har hann hevur lagt upp til nógv flest mál. Hartil kemur eisini, at hann
hesar søgurnar, at eg ofta hevði torført við at sovna. Eg minnist eisini, at eg gjørdi teknirøðir, áðrenn eg dugdi at skriva, fortelur Trygvi og heldur skemtiliga fyri, at hann plagdi at gera ljóð til [...] við at skriva í nógv ár, tí áhugin fyri bæði at lesa og skriva hevur altíð verið til staðar. Eisini hugflogið. - Foreldur míni plagdu at lesa søgur fyri mær, tá eg var heilt lítil, og eg minnist, at eg [...] tíðarskeiði, eg júst var um at koma burturúr, tá eg fyri nøkrum vikum síðani fekk at vita, at eg var valdur av vera ársins Unga Listafólk 2013. Heiðurin gevur mær eina kenslu av, at tað, sum eg geri, er nóg
Maria hevur ætlanir um at fara at lesa sálarfrøði, meðan Ása fer at lesa til lækna. - Hóast vit hava sæð skuggasíðuna av lívinum, angra vit á ongan hátt, at vit tóku valið at fara at gera sjálvboðið hjál [...] tíðir kann tykjast púra vónleyst at hjálpa fólkunum her, so ivast vit ikki í, at vit eru við til at gera ein mun, siga tær báðar systrarnar, sum eru úr Havn. Hugskotið at fara til Afrika í nakrar mánaðir [...] - Størsti trupulleikin er so at siga, at eingin dugir enskt. Hvørki børnini ella starvsfólkini. Men so brúki eg bara alternativar mátar at samskifta, sum til dømis við at syngja sangir og brúka teknmál
Skopunar. - Vit hugsaðu ikki um, at vit høvdu drukkið, tá tríggir okkara settu okkum í bilin. Tann fimti legði seg at sova. Fyri at siga sum er, so var tað ikki fyrstu ferð, at vit koyrdu, tá vit høvdu drukkið [...] fýra vóru saman um at taka, fekk so ógvusligar avleiðingar. - Vit hildu allir, at tað var eitt gott hugskot at fara henda biltúrin, og eingin segði nei ella hevði hug at finnast at hugskotinum. Eitt, sum [...] Hann dylir ikki fyri, at tað var ein ávísur spenningur knýttur at tí at koyra skjótt. - Tú koyrir ikki skjótt bara fyri at koyra skjótt, men tað er bara spennandi. Tað er spennandi at gera okkurt ólógligt