Status, nú tvey umfør eru leikt í millumbólki A, og eitt umfar er leikt í millumbólki B, er, at Frakland og Danmark hava vunnið allar sínar dystir, meðan Kroatia og Spania hava tapt ein dyst í part.
Tað er tí sannlíkt, at tað verða hesi liðini, ið fara at hittast í hálvfinalunum. Vit kunnu tí síggja fyri okkum, at tað verða Frakland-Spania og Danmark-Kroatia, sum hittast í hálvfinalunum.
Tað skal tó takast við tí fyrivarni, at bert eitt umfar er leikt í millumbólki B. Har vóru dystirnir týsdagin Rusland-Kroatia, Frakland-Hvítarusland og Polen-Svøríki. Hendir tað seg, at Polen vinnur á Svøríki, verður síðsti dysturin móti Kroatia heilt agerandi fyri, hvør sleppur í hálvfinaluna.
Vert er eisini at leggja til merkis, at toppskjúttarnir ofta koma frá liðum, sum ikki náa allan vegin í hálvfinaluna, og toppskjúttarnir í løtuni eru:
Kiril Lazarov, 38 mál
Guðjón Valur Sigurðsson, Ísland, 34 mál
Siarhei Rutenka, Hvítarusland, 30 mál
Mikkel og Landin
Tað er einki at taka seg aftur í, at ein av allarbestu spælarunum til hetta EM, er danski Mikkel Hansen.
Tað sæst eisini á assist'unum, har hann hevur lagt upp til nógv flest mál. Hartil kemur eisini, at hann er á fjóðra plássinum á toppskjúttaralistanum.
Og tað er rættiliga hugvekjandi, serliga tá hugsað verður um, at hann hevur verið rættiliga nógv spardur higartil í kappingini. Í fyrstu dystunum sat hann uttan fyri heilar hálvleikir, men kortini hevur hann megnað, at vera langt ovast á assist listanum, og sum nevnt nummar fýra á toppskjúttaralistanum.
Vit skulu eisini minnast til, at Mikkel Hansen enn bert er 25 ára gamal.
Ein annar leikari, sum hevur skarðað fram úr, er málverjin, Niclas Landin. Fleiri dystir hevur bjargingarprosentið ligið oman fyri 40, og tað má sigast at vera ógvuliga gott.
Vit skulu jú eisini minnast til, at tað eru bestu skjúttarnir í heiminum, hann hevur ímóti sær.
Fleiri ferðir hevur Landin tikið skot frá monnum, sum í skjótálopum leypa fríir inn av strikuni, og tað er einki at ivast í, at málverjin eigur sín stóra lut í, at Danmark higartil er farið ósigrað gjøgnum kappingina.
Hin málverjin, Yannik Green, hevur roynst ójavnt, tá hann hevur staðið. Onkran av fyrru dystunum tók hann so at siga ongan bólt, meðan hann í dystinum móti Ungarn stóð væl í seinna hálvleiki.










