Kanska er Gerhard Lognberg tann innari sambandsmaðurin hjá øllum sandoyingum.
At sandoyingum ikki dámar Sambandsflokkin er sjón fyri søgn. Tí tey hava ongantíð valt ein sambandsmann á ting. Líka síðani fyrsta løgtingsvalið við floksbýti á tingi hin 18. juli í 1906 hevur Sambandsflokkurin roynt at fingið mann valdan í Sandoyar valdømi, men tað hevur ongantíð eydnast. Av teimum 142 monnunum í Sandoyar valdømi, sum vóru á val ta ferðini – kvinnur høvdu ikki valrætt – valdu 109 Sjálvstýrisflokkin og bara 33 Sambandsflokkin. Prosentbýtið var ávikavist 76,8 til Sjálvstýrisflokkin og 23,2 til Sambandsflokkin.
Á valinum í 1906 vóru tveir tingmenn valdir fyri Sandoynna, báðir fyri Sjálvstýrisflokkin. Hóast alt løgtingið varð valt á valinum í 1906, so fóru valini næstu árini soleiðis fram, at val var annaðhvørt ár, har helmingurin av tinginum varð valt. Á valinum í 1908 stóð Sandoyggin aftur fyri vali. Og aftur valdu sandoyingar tveir sjálvstýrismenn.
Ikki fyrr enn í 1916 kom broyting í. Tá var A. C. Evensen farin úr Sjálvstýrisflokkinum – tí honum dámdi ikki linjuna hjá Jóannes Bónda. Tí stillaði hann upp uttanflokka og varð valdur. Um tað var tí, at kvinnur á fyrsta sinni høvdu valrætt, skal vera ósagt.
Men á næsta vali aftur, í 1918, fekk Sjálvstýrisflokkurin aftur báðar menninar. Síðani valið í 1914 var A. C. Evensen vorðin próstur og fekk harvið fast sæti á tingi, og hann doyði eisini longu í 1917 einans 42 ára gamal og kom tí ikki víðari á síni politisku starvsleið uttan fyri Sjálvstýrisflokkin.
Sjálvstýrisflokkurin varðveitti nú báðar tingessirnar í Sandoynni fram til 1936, tá Javnaðarflokkurin fór við hinum umboðnum. Tað var Jóan Petur Davidsen, sum sat á tingi fram til løgtingsvalið í 1970, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Men 1936 var eisini seinastu ferð, at sandoyingar valdu sjálvstýrismann at umboða seg á tingi. Eftir at Fólkaflokkurin fór við meginpartinum av Sjálvstrýrisflokkinum, so valdu sandoyingar frá 1940 heldur Fólkaflokkin enn Sjálvstýrisflokkin.
Í 1954 fall fólkafloksumboðið, og Erlendur Patursson varð valdur umboðandi Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi. Hann fall aftur á valinum í 1966. Meðan Javnaðarflokkurin so at siga átti annað umboðið í valdøminum frá 1936, so skiftust Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin um hitt umboðið.
Nú eru valdømini farin í søguna. Tí er kanska lagaliga løtan hjá Sambandsflokkinum á fyrsta sinni nakrantíð at fáa tingmann í Sandoyar valdømi – og hjá sandoyingum og skúvoyingum at finna sín innara sambandsmann fram. Spennandi verður so at vita, um sandoyingar fara velja ein fyrrverandi sambandsmann, fyrrverandi javnaðarmann og endurkonverteraðan sambandsmann á ting næstu ferð.
At føroyskur politikkur er litríkur, er hetta kanska eitt dømi um. Gerhard Lognberg hevur enn ikki váttað, at hann fer upp í Sambandsflokkin. Men løgmaður sigur, at Gerhard Lognberg er sambandsmaður, og at hann er vælkomin upp í Sambandsflokkin.
Lesið eisini: Løgmaður: – Gerhard er sambandsmaður