Torført bara at hyggja at

- Tað er torført bara at hyggja at, meðan barnaheimsbørn verða sligin, og fólk á sjúkrahúsinum ikki fáa neyðugu hjálpina. Hetta uppihaldið gevur okkum av álvara eina aðra lívsáskoðan. Soleiðis siga systrarnar báðar Ása og Anna Maria Wraae, sum í løtuni gera sjálvboðið hjálpararbeiði í einum av fátækastu støðunum í Tanzania í Afrika

- Alt er annarleiðis her, og fólkini hava ein heilt øðrvísi hugsunarhátt enn tann, vit kenna. Tað er nakað, tú veruliga mást venja teg við.

Tað sigur 20 ára gamla Anna Maria Wraae, sum saman við 29 ára gomlu systir síni, Ásu, er í býnum Dar es Salaam í Tanzania, har tær gera sjálvboðið hjálpararbeiði fyri altjóða felagsskapin Projects Abroad.

Fyrst í desember mánaði komu tær til fátæksliga býarpartin í stóra býnum Dar es Salaam, har Ása hjálpir til á einum sjúkrahúsi, og Anna Maria arbeiðir á barnaheimi. Her skulu tær vera til einaferð í mars mánaði.

- Hóast tað til tíðir kann tykjast púra vónleyst at hjálpa fólkunum her, so ivast vit ikki í, at vit eru við til at gera ein mun, siga tær báðar systrarnar, sum eru úr Havn. Hugskotið at fara til Afrika í nakrar mánaðir átti Anna Maria.

- Í summar varð eg liðug við HF og valdi at taka eitt sabbatsár, og tá eg altíð havi ynskt mær at sleppa til Afrika, hugsaði eg, at nú skuldi tað verða. Á netinum las eg um felagsskapin Projects Abroad, og so var eg skjót at biðja Ásu koma við mær, sum júst var givin at lesa lívevnafrøði, fortelur Anna Maria.


Fingu ein hvøkk

Tann 8. desember komu tær til Tanzania, og eftir at hava hildið frí á oynni Zanzibar í eina viku, byrjaði gerandisdagurin í Dar es Salaam, har tað er serstakliga fátæktsligt.

- Á flogvøllinum fingu vi tein rættan hvøkk. Vit blivu nærmast jagstraðar av hýruvognsførarum, sum vildu sleppa at koyra okkum, men tíbetur var tað onkur, sum segði okkum, at vit máttu endiliga ikki fara í ein av hesum hýruvognunum. Tað er ikki óvanligt, at hýruvognsførararnir koyra við ferðafólki til eitt avsíðis stað, læsa hurðarnar og ræna pengar og aðrar rúgvusmiklar lutir frá teimum. Júst tá vit fingu hesa ávaringina, hugsaði eg, hvat í víðu verð vit høvdu rótað okkum inn í, greiðir Anna Maria frá.

Anna Maria og Ása hava umvegis felagsskapin fingið innivist hjá eini 67 ára gamlari kvinnu.

- Hon dugir hampiliga væl enskt, men hini fólkini, vit koma í samband við, eru ikki serliga stinn í enskum, og tískil er ikki heilt lætt at samskifta, sigur Anna Maria, og Ása heldur fram:

- Tað er áhugavert at uppliva, hvussu tey búgva og liva her. Konan, vit búgva hjá, hevur havt tað ógvuliga hart, og serliga seinasta árið hevur mist ein stóran part av sínum nærmastu orsakað av sjúku, og tað ávirkar hana sjálvandi. Men hon er fitt við okkum og gevur okkum nóg mikið av mati, sigur Ása, sum tó er eitt sindur troytt av at eta somu rættirnar dag um dag. Anna Maria er samd.

- Vit eta nógv rís, bønir og eitt slag av hvíttkálsstúvningi. Og tá okkurt serligt er á vási, fáa vit høsnarunga. Tað kann gerast í so einstáttað, og tí fara vit javnan út í býin at eta við øðrum ungum, sum eisini gera sjálvboðið arbeiði her á leiðini, sigur Ása.

Eitt, sum tær framvegis skulu venja seg við, er tann nógvi hitin. Hóast hitastigini liggja um tey 30 stigini, er vætan í luftini um eini 90 prosent, og tískil kennist luftin rættiliga kvalin inni í býnum.

- Ta fyrstu tíðina høvdu vit ilt við at sova um næturnar, tí tað var alt ov heitt. Tann øgiliga hitin gjørdi eisini, at vit mistu matarlystin, og sum heild vóru vit bara allatíð troyttar. Men nú gongur nógv betri við øllum tí, sigur Anna Maria, sum arbeiðir á einum barnaheimi, meðan Ása starvast á økissjúkrahúsinum í býnum.


Børn verða sligin

Hvønn morgun fer Anna Maria til arbeiðis á einum barnaheimi, har hon er um børnini, syngur við teimum, spælir og so framvegis.

- Størsti trupulleikin er so at siga, at eingin dugir enskt. Hvørki børnini ella starvsfólkini. Men so brúki eg bara alternativar mátar at samskifta, sum til dømis við at syngja sangir og brúka teknmál, fortelur Anna Maria og heldur fram:

- Eitt nú havi eg lært tey at syngja ”høvd, akslar, knæ og tær” á enskum, og hóast vit gera teknini, sum hoyra til sangin, so haldi eg ikki, tey skilja tað, sigur Anna Maria og hevur hug at flenna.

Eisini á barnaheiminum er ógvuliga fátæktsligt.

- Børnini hava onki at spæla við, men so finna tey bara sjálv upp á ymisk spøl og brúka tað, sum er til taks, sum til dømis onkur træpetti og steinar. Havi eisini sæð, at tey brúka hosur, sum tey gera bóltar við. Av tí at tað er so avmarkað við leika her á leiðini, noyðast børnini at vera kreativ, og tað duga tey rættiliga væl, fortelur Anna Maria.

Klæðini, sum børnini ganga í, eru klæðir, sum fólk hava latið til barnaheimið. Onkuntíð tekur Anna Maria feil av gentum og dreingjum, tí tey ganga øll í somu klæðum, og harafturat hava genturnar líka stutt hár sum dreingirnir.

Sum heild heldur hon, at børnini hava tað nøkunlundað gott á barnaheiminum, har hon arbeiðir.

- Tey tykjast glað fyri tað mesta og fáa mat hvønn dag. Men eitt, sum plágar meg, er, at børnini stundum verða sligin, um tey ikki gera, sum tað verður sagt av onkrum av starvsfólkunum, og tað er nakað, sum eg havi alt annað enn lætt við at góðtaka. Men eg haldi, at eg havi vant meg við, at soleiðis er tað her, og eg fái ikki gjørt so nógv, tá tað hendir, men má bara royna at halda høvdið kalt, greiðir Anna Maria frá.


Virða ikki menniskjalív

Arbeiðsdagurin hjá Ásu er á einum sokallaðum økissjúkrahúsi, sum liggur mitt í býnum. Hesar mánaðirnar, hon er í Tanzania, skal hon arbeiða á fleiri ymsum deildum. Fyrstu vikurnar var hon á eini skaðastovu, og hon minnist vælt a fyrstu uppgávua.

- Eg skuldi reinsa eitt sár hjá eini kvinnu. Eg var rættiliga sjokkerað, tá eg sá sárið, tí eg havi ongantíð áður upplivað slíkt. Fólkini her vita lítið um reinføri, og tí blíva sárini øgiliga ógvuslig og eru ikki tespilig at síggja. Eg mátti bara gera, sum eg bleiv biðin, og eg eri rættiliga ovfarin av mær sjálvari, fortelur Ása og heldur fram:

- Tað, sum eg haldi vera løgið, er, at tey altíð hava góða tíð og hava lyndi til at flenna eftir tí heila, eisini tá okkurt álvarsamt er áfatt. Tað skilji eg ikki ordiliga, sigur Ása.

Seinastu tríggjar vikurnar hevur Ása arbeitt á føðideildini, har hon veruliga sleppir at royna seg. Men hon dylir ikki fyri, at hon upplivir ting, sum hava stóra ávirkan á seg.

- Dagliga síggi eg pinkubørn doyggja, av tí at starvsfólkini ikki hava røttu førleikarnar og ei heldur neyðugu amboðini. Næstan hvønn dag, tá eg komi til arbeiðis, liggja deyðir nýðføðingar í eini balju í onkrum horni inni á stovuni. Børnini eru deyð, tí fólkini á føðideildini heilt einfalt ikki duga at taka ímóti nýðføðingum, fortelur Ása og heldur fram:

- Eitt nú hava tey ongan súgvikopp at brúka í teimum førunum, har børnini sita føst. Tá plaga tey at fáa okkurt mannfólk inn á stovuna, sum síðani trýstir ógvusliga á búkin á kvinnuni. Kvinnurnar fáa onga doyving, og rópa tær av pínu, fáa tær ein lúsing, greiðir Ása frá.

Hon sigur seg mangan vera bæði kedda og illa, tá hon fer heim eftir loknan arbeiðsdag.

- Tey virða ikki eitt menniskjalív á sama hátt, sum vit í vesturheiminum gera, og fyri meg er tað ótrúliga ørkymlandi nærmast bara at hyggja at, meðan lítið og einki verður gjørt við hesar neyðars nýðføðingarnar, sigur Ása og vísir á, at hóast fleiri av sjúklingunum á sjúkrahúsinum hava álvarsamar og smittandi sjúkur so sum HIV, er tað ikki nakað, sum starvsfólkini hugsa stórvegis um.

- Hóast eg ikki altíð kann gera so nógv, so ivist eg ikki í, at eg havi bjargað onkrum mannalívum, meðan eg havi verið her, sigur Ása, sum hevur ráðført seg við eina ljósmóðir í Føroyum, soleiðis at hon kann vera við til at broyta ymsar mannagongdir í sambandi við føðingar á sjúkrahúsinum í Tanzania.




Setur tankar í gongd

Hesa tíðina tær báðar systrarnar hava verið í Tanzania, hava tær fingið upplivingar og lívsroyndir, tær ongantíð gloyma. Og hóast tær fegnast um upplivingarnar higartil, dylja tær ikki fyri, at hetta eru sterkar upplivingar.

- Onkursvegna haldi eg, at tú venur teg við teir ræðuleikarnar, sum fara fram her, og tú gerst líkasum eitt sindur køld og kynisk, men tað er ivaleyst ein vanlig, menniskjalig verjumekanisma, sigur Anna Maria, og Ása heldur fram við at greiða frá, hvussu uppihaldið í Tanzania hevur broytt líváskoðanina:

- Tann eina dagin misti eg mína telefon niður á vegin, og skíggin á telefonini fór í knús. Um eg var heima, hevði ein slík hending uttan iva oyðilagt mær dagin, men tað hevði bara einki at siga í mun til alt tað, eg upplivi her hvønn dag,fortelur Ása og leggur afturat:

- Tú finnur veruliga útav, hvat er týdningarmikið í lívinum, sigur Ása.

Í mars mánaði koma tær heimaftur. Anna Maria hevur ætlanir um at fara at lesa sálarfrøði, meðan Ása fer at lesa til lækna.

- Hóast vit hava sæð skuggasíðuna av lívinum, angra vit á ongan hátt, at vit tóku valið at fara at gera sjálvboðið hjálpararbeiði í Afrika, og vit vilja avgjørt viðmæla øðrum at royna tað sama, siga Ása og Anna Maria.



Hvat er Projects Abroad?

Projects Abroads er ein altjóða hjálparfelagsskapur, ið hevur fleiri enn 150 ymiskar verkætlanir í 28 menningarlondum ymsastaðni í heiminum. Felagsskapurin hevur 20 ára royndir við at samskipa sjálvboðið arbeiði í útlondunum.
Arbeiðini, sum tey sjálvbodnu gera, fevna rættiliga vítt – Hjálpararbeiði við menniskjum, náttúra og umhvørvi, undirvísing, heilsa, ítróttur og fyri at nevna nøkur.
Sum sjálvboðin arbeiðsmegi í einum av verkætlanunum hjá Projects Abroad hevur tú møguleika at menna teg sjálvan, hjálpa øðrum menniskjum og veruliga uppliva eina fremmanda mentan. Í hvørjum einstøkum landi hevur felagsskapurin starvsfólk, sum hjálpa teimum sjálvbodnu við øllum tí praktiska í sambandi við uppihaldið.
Les meira á heimasíðuni hjá felagsskapinum á projects-abroad.dk