Havi altíð okkurt lag í høvdinum

- Tað melur altíð okkurt lag í høvdinum. Er lagið nóg gott, skundi eg mær at skriva tað niður og geri síðani tekst til. Soleiðis havi eg altíð gjørt, sigur 81 ára gamli tónleikarin Simme A. Jacobsen. Hóskvøldið verður skipað fyri stórfingnari heiðurskonsert fyri manninum, sum hevur ríkað føroyska tónleikaheimin í meir enn hálva øld

Hann er maðurin, sum stendur aftanfyri kendar sangskattir so sum Hví, Tvær fjarðar, Hvønn ein mánadag, og hevur framført eitt nú Eitt sunnukvøld í plantasjuni og Rasmus óteljandi ferðir.

Simme A. Jacobsen hevur í meir enn 50 ár verið virkin í tónleikin. Ein stórur partur av sangunum, sum hann var við til at gera og eisini framførdi, eru enn tann dag í dag fastur partur av sangheftunum, sum verða brúkt í veitslum.

- Tá vit gjørdu hesar sangirnar, sum enn verða sungnir, vistu vit, at fólkunum fóru at dáma teir. Tað var eitt fornemmilsi, vit høvdu. Føroyingum dámar væl at syngja, so skalt tú gera ein sang, sum fólk taka til sín, skal tað vera okkurt sangbært, sum øll kunnu syngja við til, sigur Simme, sum er 81 ára gamal og býr í vestubýnum í Havn saman við konuni Connie.

Hóskvøldið skipar sangkórið Glymur fyri stórari heiðurskonsert, har sangirnir hjá Simma eru í hásæti.




Snýkti seg at klaverinum

Simma hevur dámað tónleik alt tað, hann minnist og longu tíðliga í barnaárunum fangaði tónleikurin unga havnadrongin.

- Tað stóð eitt klaver heima hjá ommu og abba mínum. Tað var eitt gamalt klaver, sum eingin slapp at nema við. Klaverið var trekt og ófantaligt, men eg minnist, at ein mostir mín plagdi at brúka tað. Tá eingin varnaðist, plagdi eg at snýkja meg fram at klaverinum og royndi at spæla okkurt, fortelur Simme.
Sum 10 ára gamal fingu tey fyrsta klaverið heima í húsunum á Tinghúsvegnum, har Simme búði saman við foreldrum og systkjum. Hetta var undir krígnum, og tað vóru ikki nógv ljóðføri at finna í Føroyum tá.

- Eg fekk klaverið frá foreldrunum. Eg minnist væl, at nakrir eingilsmenn, sum vóru her tá, høvdu frætt, at vit høvdu eitt klaver heima hjá okkum, og tveir teirra spurdu so, um teir kundu koma heim til okkum fast einaferð um vikuna at venja klaver. Tað gjørdu teir so, og vitjaðu ein dag um vikuna tó ongantíð sama tíðspunkt, har teir so spældu á klaverið, eg átti, greiðir Simme frá.

Tað var tó ikki bara klaverið, sum hevði hansara tokka. Sum 12 ára gamal byrjaði hann at spæla gittar.

- Eg plagdi at vera í Vestmanna og vitja mostur mína har. Tá fór eg eisini onkrar túrar á barnaheimið, sum var har, tí har var ein gittari, sum Nikolina Højgaard, leiðarin a´barnaheiminum, hevði arvað. Eg klimpraði upp á henda gittarin, og tað endaði við, at eg fekk hann til gávis, fortelur Simme, sum ikki hevði nótar ella annað at spæla eftir, men royndi seg bara fram sum frægast við gittarinum.


Dansur í Tórshøll
Øll barna- og ungdómsárini fylti tónleikurin nógv í lívinum hjá Simma. Í 1954 byrjaði hann saman við einum bólki av tónleikarum at spæla til dans í Tórshøll.

- Vit vóru nakrir, sum tóku okkum saman at manna ein bólk. Fyrst spældu vit á eini vestanstevnu, og síðani byrjaðu vit at spæla fast hvørt mikukvøld í Tórshøll. Vit høvdu blásiinstrument, ein gittar og ein kontrabass við bara tveimum streingjum og so eitt gamalt klaver, fortelur Simme og ristir á høvdinum, tá hann minnist aftur á, hvussu einfaldar umstøðurnar vóru tá.

- Eg mátti spæla á hetta gamla klaverið, tí har var eingin annar, sum spældi klaver tá. Teir, sum høvdu spælt, vóru allir givnir, sigur Simme. Í eina tíð spældu teir fast hvørt mikukvøld. Tað var kvøldið, tá arbeiðskonurnar høvdu frí. Sunnukvøld var dansur í Sjónleikarhúsinum, og tá høvdu øll onnur frí eisini.

- Vit fingu 40 krónur tilsamans fyri at spæla í Tórshøll. Einaferð gjørdu vit vrøvl og søgdu, at vit vildu hava dupulta løn. Tað fingu vit ikki, og tá fóru vit bara í kjallaran hjá Magnusi Bærentsen, har vit spældu nøkur mikukvøld. Har kom bara alt ov nógv fólk, so tað var ikki leingi, so vóru vit aftur í Tórshøll, har vit hesaferð leigaðu okkum inn. Tá gjørdu vit eisini eitt felag, har fólk skuldu tekna seg sum lim fyri at sleppa inn í dans. Tað koyrdi í eitt ár ella so, tí tá kom fútin eftir okkum, av tí at øll sluppu í roynd og veru inn, og av tí tað var eitt felag, skuldu vit ikki betala skatt av inntøkunum. So fútin segði, at antin skuldu vit steðga alt fyri eitt, ella eisini máttu vit rinda skatt av øllum inntøkunum tað árið, minnist Simme.


Jazzur og tango

Umstøðurnar at spæla til dans vóru á ongan hátt eins góðar, og tær eru í dag, vísir Simme á.

- Vit høvdu ongar mikrofonir, so vit máttu bara spæla sum frægast. Sjálvur var eg noyddur at spæla rættiliga hart fyri at hoyrast millum bláiinstrumentini, sigur Simme og flennir.

Tónleikurin, sum teir spældu, var fyrst og fremst jazzur, sum var í hæddini tá seinast í 50unum. Norska útvarpið var nógv at hoyra í Føroyum um tað mundið, og tískil spældu Simme og bólkurin nógvar norskar sangir og annars tað, tey vóru uppvaksin við.

- Tango mátti eisini vera við, tá vit spældu í Tórshøll. Tað var umráðandi, at ljósið bleiv dempað, tá tangotónar blivu spældir, tí tað var tá, at fólkini skuldu dansa tætt, fortelur Simme.

Í 1956 fingu Simme og nøkur vinfók loyvi at leiga seg inn í einu hús omanfyri Tinghúsvegin, har sløjdverkstaðurin hjá Kommunuskúlanum var. Har plagdu tey øll at hittast nakrar ferðir um vikuna, har tey sungu og spældu. Ein tíð, sum Simme minnist serstakliga væl.

- Tað var har, eg hitti konu mína, Connie, sum var systur Birna Dam, sum eg gjørdi nógvan tónleik saman við. Eg og Connie blivu gift í 1957. Tónleikin hava vit altíð havt í felag, og tíðin, tá vit plagdu at upptraðka saman, var ein ótrúliga stuttlig og festilig tíð, sigur Simme.


Gjørdu grammofonplátu

Tað var ikki fyrr enn umleið 1957, at Simme fór undir at gera sína egnu sangir, og í fleiri førum samstarvaðu hann og Birni um sangirnar, ið blivu gjørdir.

-Í roynd og veru var tað í 1948, tá eg sum 16 ára gamalur flutti út á Landavegin saman við familjuni, at eg so smátt fór undir at gera egin løg og tekstir. Klaverið frá Tinghúsvegnum kom sjálvandi við út á Landavegin, greiðir Simme frá og heldur fram:

- Tá útvarpið kom í 1957, fóru vit av álvara undir at framleiða egið tilfarð, tí tá skuldu vit gera nakrar útvarpssendingar, sigur Simme. Sangirnir, sum teir gjørdu, blivu væl umtóktir alt fyri eitt.

- Birni hevði tá siglt sum telegrafistur og kom aftur við fremmandum rútmum, sum vit tóku til okkara. Fólkum tóktust at dáma tað, vit gjørdu, og tað var ein spennandi tíð, sigur Simme og vísir á, at tað var eisini um hetta mundið, at Simme og bólkurin vóru biðin um at gera eina grammofonplátu.

- Hansemann Tórgarð bønaði og bað meg um, at vit skuldu spæla sangir inn á eina grammofonplátu. Tað endaði við, at eg segði okey, lat okkum royna okkurt, og vit tóku so upp í hølunum hjá Losjuni. Har bleiv plátan Eitt sunnukvøld í plantasjuni til, fortelur Simme og heldur fram:

- Tað tók ikki langa tíð at gera ta plátuna, tí vit tendraðu ein bandupptakara, og so spældu vit allir í senn. Vit funnu útav, at mikrofonin, sum var ein lítil krystall mikrofon, stóð best ytst á borðkantinum, og so stillaðu vit okkum sum frægast rundan um borðið og spældu, sigur Simme.

Grammofonplátan bleiv væl dámd.

- Fólk tóku væl ímóti, kanska serliga tí, at har var einki slíkt føroyskt tilfarð frammanundan, so tey vóru ógvuliga glað. Eg haldi meg tora at siga, at tað plátan varð ein success, sigur Simme.



Handilsmaður

Umframt kendu sangirnar, so seta flest fólk ivaleyst eisini Simma í samband viðtónleikahandilin, Simme Musikkhús. Tað var í 1957 at Simme í smáum byrjaði at handla við ljóførum.

- Eg og Connie vóru júst blivin gift, og okkurt máttu vit hava at liva av. Tá var ikki heilt lætt at fáa arbeiði, so eg byrjaði at undirvísa í tónleiki. Nógv vildu læra, men fá dugdu nakað frammanundan, fortelur Simme, sum undirvísti í klaveri, gittar, trummu og harmoniku. Serliga var tað væl umtókt at ganga til gittarspæl hjá Simma.

- Tey spurdu meg, um eg kundi bíleggja teimum gittar, og tað gjørdi eg so. Vit búðu tá í kjallaranum hjá teimum gomlu á Landavegnum, og eg minnist, at húsið var fult gittarum, sum vóru stáplaðir inn í stovuna og kømurini, sigur Simme og flennir.

Í juli 1959 fekk hann høli, har Smyrjubreyðsbúðin heldur til í dag. Har hevði hann sítt virksemið fram til 1979, tá handilin flutti niðan í SMS, sum tá bert hevði tvey ár á baki.

- Men at leiga har var dýrt og strævið, og harafturat hevði eg einki lagurpláss, og í 1982 valdi eg so at fara úr SMS og niðan á Háls í eini høli har. Tá fór eg so eisini undir at selja sjónvarp og radio, fortelur Simme.

Handilin á Hálsi merkti í stóran mun til kreppuna, sum byrjaði seinast í 80árunum, og tá fór alt handilsvirksemið hjá Simma fyri skeyti. Hann valdi tó at byrja aftur í Ægirshædd, og flutti í 1993 oman í miðbýin í Handilskjarnan at halda til við handlinum.

- Tvey ár seinni fór eg so inn í bókasavnsbygningin, og har var eg við handlinum líka til 2004, tá eg valdi at selja hann til Petur Magnus Bjarnastein, sum hevði arbeitt hjá mær, sigur Simme.

Síðani lívið sum handilmaður endaði, hevur Simme tó ikki sitið hendur í favn. Hann hevur allatíðina verið virkin við tónleikinum og er tað framvegis, hóast aldurin og heilsan hava sína ávirkan. Í august mánaði fekk Simme tveir blóðtøppar, sum millum annað hava ført til, at minnið er farið nakað og eisini er hoyrnin minkað. Men tað forar honum ikki í at gera tónleik.

- Eg geri eitt sindur við tónleik av og á, men eg tími ikki, um tað ikki er nakað ordiligt. Lagið skal vera heilt gott, áðrenn eg tími at gera ein tekst til, sigur Simme, sum gleðir seg til hóskvøldið, tá heiðurstiltak verður fyri honum í Norðurlandahúsinum.

- Eg eri rættiliga spentur, hóast eg ikki ordiliga veit, júst hvat tað er, sum fer at henda. Men man ikki tað verður fínar greiðir, sigur ein lítillátin Simme og smílist.