so tað verður lættari og hugnaligari at koma inn í húsið, eins og tann neyðugi útbúnaðurin verður meira nútímans. HETTA er at fegnast um, eins og fráboðanin hjá formanninum um, at hús og feløg skulu gerast [...] Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt. Men hvat, henda upphæddin er jú helvtin [...] flokkarnir so prógva, hvussu búnir teir vóru at átaka heimastýrinum fleiri skyldur, men tá avtornaði var ein meiriluti ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna. Sjálvandi ber til at vera sjálvstýris- ella loysingarsinnaður
NAKAÐ er gjørt burtur úr olju- og marknamálinum nú undan samráðingunum við donsku stjórnina. Ein føroyskur eygleiðari segði við SvF í vikuni, at uttan iva fara danir at taka upp spurningin um møguligar [...] øðrum londum, ið eru bæði kappingarførar og hava betri førleika, verða skúgvaðar til viks. Tað er tí ein stór uppgáva hjá okkara samráðingarfólkum ikki at leypa fram av. HIN spurningurin, sum møguliga kemur [...] vanlig jura og stórlandapolitikkur ella eru tað milliardirnar, sum her banka uppá? Sjálvandi er hetta ein spurningur um pengar. Men nú londini samráðast kundi verið spurt, hvussu tey eru fyri vitanarliga!
hjá Lykketoft og eisini frá landsstýrinum um, at partarnir eru kanska ikki so langt frá hvørjum øðrum, sum annars hildið. Hetta er so ein nýggj og áhugaverd støða. Tað, sum er mest umráðandi, er at føroyingar [...] standa sum lángevari, tá talan er um skuldina. Og har mugu vit so bara biðja til, at teir vilja vísa ein góðan vilja. So samanumtikið er her talan um at fáa tveir partar at lurta og tosa við virðing hvør
vildar. At tað sum nakað nýtt verður farið at sigla uppá Hetland má so eisini metast sum ein avbjóðing. Ein hevði kanska heldur sæð, at siglt varð uppá Scrabster ella Aberdeen, men hetta tykist ikki at bera [...] Hetta verður ikki sagt fyri at leggja seg út í innlendis viðurskifti í Hetlandi, men tað er greitt, at eins og Føroyar vilja gerast meira sjálvstøðugar og minni heftar at Keypmannahavn, so vil Hetland uttan
hetta sum ein fylgja av tí frustratión, sum fangaði nógvar fólkafloksstuðlar, eftir at innihaldið í samgonguskjalinum gjørdist kent. Orðini hjá løgmanskandidatinum í ÚF kundu tulkast sum ein ?desperat [...] umsita luft? Og eru ikki tær uppgávurnar, sum Høgni Hoydal nú skal taka sær av, uppgávur, sum ein embætismaður og ein embætismannanevnd kundi tikið sær av? HVUSSU og ikki, so sýnist tað sum at fólkaflokkur og [...] um sambart grein í Dimmalætting í gjár. Blaðið skrivar, at tað er óvissa um fólkaatkvøðuna, sum er ein fyritreyt fyri í heila takið at tosa um meiri sjálvstýri og loysing. Sambart grein hjá Høgna Hoydal
løgið at hava ein landsstýrismann burturav til oljumál, nú ein komandi føroysk oljuvinna - um nøkur verður - liggur langt frammi í tíðini. Hinvegin halda vit, at oljuvinnan er kanska ein tann størsta [...] landsstýrið spælir út við sínum. Ein saklig og ábyrgdarfull viðgerð í fjølmiðlunum má byggja á konstruktivan og fakliga undirbygdan kritikk. Vit fara at hava eitt vakið eygað við eins væl tí ríkisrættarliga p [...] ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan er skipað - kortini at vóna, at landsstýrið fer at reka ein politikk, ið er í tráð við fólksins vilja og gagnar teimum mongu. Tíanverri lovar samgonguskjalið ikki
menna hetta HÚS. Vit fara vónandi at síggja ein útvikling, har Norðurlandahúsið sum ein livandi vera verður meira sjónsk úti kring landið,tí bygdirnar eru kanska tann mest týðandi parturin av føroysku mentanini [...] Í okkara hugaheimi er ein av kjarnunum við Norðurlandahúsinum nettup hetta at skapa virðing millum listarfólk, millum stættir, millum lond og millum fólk. Álit, toleransa og ein sosialur hugburður millum [...] nógv góðynski framyvir. Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað verður, hvussu nógv
at Hoydal ella ein Eidesgaard sum løgmann. Tá hugsa vit um, hvussu svangir smáu flokkarnir eru, sjálvstýri og miðflokkur vilja nevniliga ganga við til ALT fyri at koma við í samgongu. Ein ?ørkenvandring [...] rímuligt, at hann var við í einum komandi landsstýri. Men tjóðveldisflokkurin hevur eisini skapt sær ein trupulleika, tí hann hevur nærum sett tað sum ultimativt krav, at aðrir flokkar skulu góðkenna hansara [...] vallyftunum, fara at toga sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum tað nú einaferð letur seg gera. Ein kann siga, at seinast var tað Edmund, sum tvingaði hesar flokkar ikki at nema við sjálvstýrismál. Nú
Síðani er tað A,C og E. Hetta er ein samgongumøguleiki, sum hevur verið nevndur. Spurningurin er um hesin møguleiki fær undirtøku í flokkunum. Tað er torført at ímynda sær ein javnaðarflokk í samgongu við [...] politikki. Eitt er tað, at komandi landsstýrið skal stýra landinum inn í eina nýggja øld. Annað og kanska mest umráðandi er, hvør skal fáa litið hesa uppgávuna í hendi. TAÐ er greitt, at tað verður í hvussu [...] hvussu persónarnir fara at klára seg til valið. Kemur Edmund styrktur burtur úr valinum, so skuldi ein trúð, at bæði A og D hava ilt við at samvinna tann vegin. Men verður ?sjálvstýrisvongurin? í B styrktur
samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast og skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum. Ein hin mest [...] sum eitt føroyskt stýri og føroyskir samráðingarmenn eiga at taka sær av. Ein hjálpandi hond frá dønum er tó ikki at forakta. Ein annar spurningur, sum eisini hevur tilknýti til umheimin, eru viðurskifti [...] tað helst ganga nakrar vikur, áðrenn vit hava eitt nýtt landsstýri, so ber til longu nú at seta upp ein lista yvir nakrar av teimum mest týðandi uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri eftir valið. Áðrenn