fínur dystur. KÍ spruttaði eitt sindur at byrja við, men annars haldi eg, at vit áttu tað allarmesta. Hesa allarfyrstu løtuna var KÍ altso væl við, men megnaði allíkavæl ikki at skapa avgerandi støður, og [...] Jonas Flindt Rasmussen, Símun Hansen skjeyt á yvirliggjaran og Atli Danielsen var eisini nær eina ferð, umframt at B36 fekk onkra frísparksstøðu, ið Súni Olsen tó einki fekk burturúr. Tvey sera tøtt mál [...] ikki at halda fast við tað, sigur Símun Joensen. – Tað ørkymlaði okkum eitt sindur, at teirra tríggir ella fýra fremstu spælarar beinanvegin royndu at órógva okkum, men so skjótt vit vóru komnir fram við teirra
i útinna í kirkjuni í longri ella styttri tíð. Í innstillingini frá kirkuráðnum til kongin verður millum annað sagt: “Jóannes byrjaði sum urguleikari og spældi fyrstu ferð í Hósvíkar kirkju 1. juli 1973 [...] Petur Olsen, deknur, fáa handaða tænastumedaljuna í silvuri. Hansara Hátign, Kongurin, letur tykkum hesa viðurkenning fyri drúgva og trúfasta tænastu. Kirkjuliðið, ið tit hava tænt á hesum staði í yvir 40
Løgreglan var á ferð við ferðmátaranum í gjár og hesa ferð kannaðu tey ferðsluna á Skipanesi, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50. Løgreglan sigur, at sjey bilførarar vórðu skrivaðir upp fyri [...] og 70 kilometrar tíman og tað er nokk til at fáa klipp í koyrikortið hjá einum, sum koyrir lastbil ella buss. Annars varð ein ungur drongur tikin fyri at koyra fullur á prutli og tað málið gongur sína gongd
eitt lítið samfelag gevur. Fleiri vilja koma aftur hendanvegin Við í verkætlanini Tey óndu eru hesa ferð svenska Petra Berg Holbek, leikstjóri. Petra leikstjórnaði eisini leikin Fundamentalisturin. Harumframt [...] Sjónleikabólkurin Tvazz er farin undir 4. leikverk sítt, síðani bólkurin varð stovnaður í 2006. Hesu ferð fer Tvazz inn í eina rannsókn av, hvat óndskapur er. Eitt óunniligt evni, sum ikki verður tosað serliga [...] okkum undan. Nú vil Tvazz bróta ísin. Uttan at koma við morali, greiðum boðskapi, peikifingri, loysn ella svari, men heldur við at seta einfaldar spurningar so sum: Er óndskapur ein viðføddur eginleiki? Um
okkum nýggj hølir ella at gevast við at reka handilin, og eru nú komin fram til, at tað man loysa seg best at gevast, sigur Kristian Blak. Ikki bara business Men áðrenn Tutl kundi taka hesa avgerð, máttu avtalur [...] umstøðum mátti út úr Fútastovu nú og sum í sama viðfeingi hevur valt at sløkkja ljósið fyri seinastu ferð. ? Vit hava leingið verið av teirri áskoðan, at tað er nóg mikið við einum góðum fløguhandli í miðbýnum [...] C.W. Tórgarð í Havn og Leikalund í Klaksvík sum tryggjar hetta. Hevði tað ikki borið til at fingið hesa avtaluna, høvdu vit hildið fram við onkrum slag av fløguhandli í framtíðini, sigur Kristian Blak,
sindur av spiki í automatum í Tórshavn, sum fólk kundu hava við sær at eta. Høvdu fólk verið í dansi ella í býnum, so var tað sera kærkomið at kunna fáa ein bita heim við. Hetta er seinni avloyst av nátt [...] vanligi turri fiskurin, sum fólk í Føroyum frá gamlari tíð hava hongt sær upp á fiskatræið á hjallinum ella undir húsavegginum. Tað er ein nýggj framleiðsla, sum í Føroyum sá dagsins ljós seinast í 1950-unum [...] r kom at vera fremsta útflutningsvøra Føroya. Uttan mun til um veiðuførini vóru árabátar, sluppir ella trolarar, var framleiðslan tann sama, nevniliga salt- og klippfiskur, ið er turkaður saltfiskur. Eitt
lærdu av royndini og tískil fara at standa seg betur næstu ferð, og kanska fer veðrið næstu ferð at vera meiri í parti við B36, enn tað var hesa ferð. Føroyskur fótbóltur bíðar framvegis eftir einum sigri [...] stakk inn um verjuna til Keles Hakan, sum hesa ferð ikki hevði trupulleikar at seta framvið málverjanum. Sigurin bíðar Og so var greitt, at B36 enn eina ferð var sent úr Europa so at siga á strikuni. At [...] reppið, at teir komu leysir. Arnbjørn Danielsen dugdi væl at lesa mótstøðumenninar av og koma ímillum ella at draga teir rangstaddar, men fýra minuttir undan leikloki fingu teir mál. B36 hevði horna í vinstru
ráðini, man kann lesa alla staðni, um hvussu man kann fyribyrgja bróstkrabba..... so eg havi hvørja ferð hug til at skræða øll hesi bløðini, har eg síggi øll hesi góðu ráðini :) :) Tað ringasta At hava [...] fortaldu teimum, at læknarnir høvdu funnið krabbamein í bróstinum hjá mær, og at næsta hálva árið ella so fór alt at verða øðrvísi heima hjá okkum, við skurðviðgerð, kemo, strálir osfr. Havi aftaná tosað [...] hjálpir eisini nógv - og eri eg vís í, at hetta eisini hevur hjálpt okkum nógv sum familja gjøgnum hesa tíðina, og at alt hevur gingið so gott, sum tað hevur gingið, hóast alt. Veit gott, at eingin eigur
hálvleiki á Eiði var Sinisa Jovanovic aftastur. Spurningurin er hvønn av teimum báðum Atla ella Sinisa Tony Paris hesa ferð fer at líta aftastu ódnina til. Gøtumenn siga seg vera bilsnar av sær sjálvum, at tað [...] drúgvur at sleppa av við. Símun Joensen noyddist at gevast á hálvari leið á Eiði. Hann vandi fyrstu ferð aftur hóskvøldið. Umframt landsliðsspælararnar Hjalgrím Elttør og Atla Danielsen hava eisini aðrir [...] Spurningurin er, hvussu Tony Paris fer at skrúva liðið saman í álopinum og eisini í verjuni. Steffan Kalsø ella Hjalgrím Elttør eru mest sannlíku boðini upp á fremsta álopsplássið. Atli Danielsen hevur verið aftasti
og Dal. Hetta er fjórðu ferð í eitt ár, at lopið er á ella undan vegnum, siga dalbingar. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur tó, at hetta er annað álvarsliga lopið hesa tíðina. Ikki tí. Tað er