Tveir bilførarar settu koyrikortið í vanda

Annars hevur verið rættiliga friðarligt

Løgreglan var á ferð við ferðmátaranum í gjár og hesa ferð kannaðu tey ferðsluna á Skipanesi, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50.

 

Løgreglan sigur, at sjey bilførarar vórðu skrivaðir upp fyri at koyra alt ov skjótt. Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 72 og 78 kilometrar um tíman, og tveir bilførarar mistu koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 83 og 85 kilometrar um tíman. Sostatt mugu teir taka koyrikortið av nýggjum.

 

Somuleiðis fekk bilførarin á einum lastbili klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Tað skal minni til hjá førarum á stórum bilum til fyri at fáa klipp í koyrikortið, tí hesum koyrdi ímillum 66 og 70 kilometrar tíman og tað er nokk til at fáa klipp í koyrikortið hjá einum, sum koyrir lastbil ella buss.

 

Annars varð ein ungur drongur tikin fyri at koyra fullur á prutli og tað málið gongur sína gongd. Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið rættiliga friðarligt.