Klaksvíkingar vóru í góðum hýri, tá ið teir mikukvøldið í síðstu viku fóru av Eiði. Síðani hevur tað verið rættuliga friðarligt í fótbóltinum har norðuri. Eftir stóru úrtøkuna í átta teimum fyrstu umførunum fingu spælararnir frí frá venjing inntil mánakvøldið.
Fyrrapartin av hesi vikuni vóru fleiri burturi frá venjingini, men tað verður roknað við, at teir flestu fara at verða tøkir sunnudagin. Heilt víst er tað kortini, at Paul Clapson ikki verður við. Eftir reypa kortið á Mølini er hann leikbannaður, og í dag skuldi læknin skurðviðgera meniskskadda knæið.
Meinhardt Joensen spældi 2. hálvleik við skaða í afturpartinum. Og tann skaðin tykist vera heldur drúgvur at sleppa av við. Símun Joensen noyddist at gevast á hálvari leið á Eiði. Hann vandi fyrstu ferð aftur hóskvøldið. Umframt landsliðsspælararnar Hjalgrím Elttør og Atla Danielsen hava eisini aðrir verið burturi frá venjing.
Spurningurin er, hvussu Tony Paris fer at skrúva liðið saman í álopinum og eisini í verjuni. Steffan Kalsø ella Hjalgrím Elttør eru mest sannlíku boðini upp á fremsta álopsplássið. Atli Danielsen hevur verið aftasti útispælarin. Í 2. hálvleiki á Eiði var Sinisa Jovanovic aftastur. Spurningurin er hvønn av teimum báðum Atla ella Sinisa Tony Paris hesa ferð fer at líta aftastu ódnina til.
Gøtumenn siga seg vera bilsnar av sær sjálvum, at tað higartil hevur hilnast so væl, sum tað hevur gjørt. GÍ hevur bara tapt á Mølini, og nú fara gøtumenn at royna at fella ósigraða KÍ. Í GÍ halda teir seg at vera nóg væl fyri at fáa bilbukt við KÍ, og teir fáa tvær royndir at útinna hetta í Klaksvík, nú bæði lands- og steypakapping eru á skránni innan fimm dagar.
Hjá GÍ kom tað sera illa við, at Poul Ennigarð undir venjing fyrr í vikuni breyt fótin. Poul hevur verið rættuliga stinnur miðvallari í ár. Burtursæð frá honum eru allir hinir GÍ spælararnir tøkir. Eisini Niclas Niclasen - miðverjin úr Klaksvík - sum sunnudagin fyri fyrstu ferð í týdningarmiklari uppgerð fer at royna seg móti gomlu liðfeløgunum.










