Tveir minuttir og liðugt

Fótbóltur Meistararnir úr B36 gjørdu bart í Klaksvík, har Lukasz Cieslewicz tvær ferðir eftir tveimum minuttum legði upp til mál. KÍ gjørdi ein vørr at byrja við, men so sat B36 eisini á rest

Hilmar Jan Hansen

B36 er eitt av fýra liðum, sum eftir fyrstu tvey landskappingarumførini hava fult stigatal, men teir báðir dystirnir hava tó verið sum dagur og nátt. Í tí fyrra mátti liðið stríðast fyri sakini og bíða til tað evsta av seks minuttir longu yvirtíðini, áðrenn tað eydnaðist at vinna, men í seinna dystinum líktist tað meira gongdini í fjør, tá B36 endaði ovast av øllum.
– Ja, hetta hava verið tveir sera ymiskir dystir hjá okkum. Tað liggur gjarna væl fyri hjá okkum í Klaksvík, tí vit hava fólkið til at spæla flótandi fótbólt, sum riggar sera væl á einum so góðum vølli sum tí í Klaksvík, sigur ein av teimum trimum klaksvíkingunum á B36-liðnum, Símun Joensen.
– Serliga í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá okkum, og tí bleiv hetta fyri okkara viðkomandi ein fínur dystur. KÍ spruttaði eitt sindur at byrja við, men annars haldi eg, at vit áttu tað allarmesta.
Hesa allarfyrstu løtuna var KÍ altso væl við, men megnaði allíkavæl ikki at skapa avgerandi støður, og so við og við fekk B36 vunnið sær eitt yvirtak, ið hinvegin gav vandastøður. Eitt nú noyddist Andras Gango at toyggja seg eftir einum skoti frá Jonas Flindt Rasmussen, Símun Hansen skjeyt á yvirliggjaran og Atli Danielsen var eisini nær eina ferð, umframt at B36 fekk onkra frísparksstøðu, ið Súni Olsen tó einki fekk burturúr.

Tvey sera tøtt mál
Onkursvegna lá tað í luftini, at KÍ hevði trupult við at fylgja við B36, sum eftir hálvleikssteðgin gjørdist uppaftur meira sannførandi. Og tá so tey bæði tøttu málini komu, tóktist lítil ivi vera um, hvussu hesin dysturin mundi fara at enda.
– Sjálvt um einki mál kom í fyrra hálvleiki, so vistu vit, at kjansir skuldu nokk eisini fara at koma í seinna hálvleiki. Tað ráddi bara um hjá okkum at hava neyðuga tolið og blíva við at spæla. Og tað vísti seg eisini, at hetta bleiv ein av hesum dystunum, har hitt liðið meira og meira rann aftaná, og tí blivu spælararnir eisini moyrir til síðst, sigur Símun Joensen.
Tað blivu tvey sera tøtt mál, ið avgjørdu dystin, og tað fyrra kom í veruleikanum eftir ein stóran kjans til KÍ, tá innskifti Filip Djordjevic royndi seg við góðum skoti. Klaksvíkingar vildu vera við, at Meinhardt Joensen í B36-málinum hevði bjargað út til hornaspark, men B36 fekk málspark.
Og so gekk tað annars skjótt fyri seg, tí Lukasz Cieslewicz drønaði fram í høgru síðu og sendi innfyri til Róald Jacobsen, ið skoraði til 1-0. Ikki gingu meira enn tveir minuttir, so var Lukasz farin avstað í vinstru síðu og fekk frá baklinjuni lagt innfyri til Súna Olsen, ið staddur mitt fyri kundi skora til 2-0.
Framvegis var hálvur tími eftir av dystinum, men heldur enn at KÍ fekk reist seg aftur, var tað heldur B36, ið fleiri ferðir var nærri við at økja og í løtum spældi so væl, at dysturin minti um tað kenda enska hugtakið, »men against boys«.

Rutinan nógv at siga
– Eg trúgvi, at rutinan hevði nógv at siga fyri, hvussu hesin dysturin spældi av, tí vit megnaðu at halda fast í okkara egna spæli og góvu tol. Vit vistu, at KÍ hevði geistin, sum eisini sást ta allarfyrstu løtuna, men teir megnaðu bara ikki at halda fast við tað, sigur Símun Joensen.
– Tað ørkymlaði okkum eitt sindur, at teirra tríggir ella fýra fremstu spælarar beinanvegin royndu at órógva okkum, men so skjótt vit vóru komnir fram við teirra fyrsta pressi, var gott pláss hjá okkum at spæla, og tí kundu vit so líðandi seta okkum á dystin.
Sostatt er B36 at síggja til komið aftur á slóðina og heldur fram, sum liðið endaði í fjør, og dysturin í gjár vísti í øllum førum, at grundleggjandi dygdirnar eru tær somu, hóast onkrar broytingar annars eru á liðnum. Eitt av hinum liðunum við fullum stigatali, ÍF, vitjar í Gundadali skírisdag, og tá fæst kanska enn ein ábending um, hvat B36 anno 2012 veruliga er vert.
KÍ, sum fyri viku síðani fekk frálíkan javnleik á útivølli ímóti EB/Streymi, megnaði ikki at fylgja upp á heimavølli, men enn eru so 25 umfør eftir, ið kunnu flyta nógv. Tað ber næstan til at siga, at B36 plagar at vinna í Klaksvík, so óivað koma eisini aðrir dystir og onnur úrslit.
hilmarjan@sosialurin.fo