Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini vera í kvøld. Í Klaksvík tekur KÍ móti NSÍ, meðan í Havn er høvuðsstaðaruppgerð millum B36 og HB. In.fo fylgir gongdini í báðum dystunum í Livescore skipanini. Báðir [...] trýsta HER Her á in.fo koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Stroyming: Eingin stroyming er frá dystunum í kvøld.
8-1 tapi. Í hálvleikinum hevði 07 Vestur longu skorað fimm ferðir, og teir bara øktu um sigurin í seinna hálvleiki. Í Klaksvík vitjaði HB, og har var avhølving á skránni. KÍ legði seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki [...] hálvleiki, og í seinna hálvleiki runnu klaksvíkingar havnamenninar fullkomiliga um koll og vunnu heili 9-1. 07 Vestur liggur á odda í 1. deild við 51 stigum, og KÍ hevur 49 stig. Trið í røðini er TB, sum [...] sum hevur 42 stig, men hevur ein dyst til góðar. TB skal í morgin spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi.
hjá EB/Streymi verður sostatt á Summarfestivalinum í Klaksvík. Eisini næstbesta liðið hjá EB/Streymi, sum spælir í 1. deild, útsetir dystin í móti HB, sum annars var á skránni hjá teimum mikukvøldið. Hvørki [...] Vodafoneliðið hjá EB/Streymi skuldi upprunaliga í eldin í annaðkvøld, men vegna serligu umstøðurnar kring felagið, boða tey í kvøld frá, at dysturin er útsettur. Tað stendur á heimasíðuni hjá EB/Streymi [...] EB/Streymi. Útsetti dysturin er landskappingardystur í móti ÍF, sum EB/Streymur so aftur skuldi hitta í steypafinaluni leygardagin. Nú er landskappingardysturin útsettur, og næsta uppgávan hjá besta liðnum hjá
hvussu nógv heimleys eru í Føroyum. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin í heilsumálum hvussu gongur [...] gongur at fáa greiði á, hvussu nógv heimleys eru í Føroyum. Sólvit E. Nolsø sigur, at Hagstovan væntar at hava tey fyrstu tølini til taks nú í januar. Í hesum sambandi verður kannað, hvussu nógv heimleys gista [...] gista á Herberginum, hjá Bláa Krossi, hjá Gloria í Klaksvík og í Kvinnuhúsinum. Annars er eisini ætlanin at kanna, hvussu nógv heimleys liggja úti á berajólum og ongastaðni hava at vera og, hvussu nógvum
Eftir at hava ligið í Norðhavnini í Klaksvík í ein mánað, er Norðborg nú farin at rigga til nýggjan túr. Ætlanin var at fara nýggjan túr uppundir vikuskiftið, tá manningin eisini hevði fingið boð at møta [...] tungolju. Men í síðstu løtu valdi skiparin at bíða við at fara til fiskiskap. Lítið hevur verið at sæð av svartkjafti í seinastuni, og tað fekk sum skilst Norðborg at bíða. Í staðin verður loyst í kvøld klokkan [...] klokkan 21. Jón Rasmussen verður skipari næsta túrin, sum er tann fimti í ár. Sum nevnt verður farið eftir svartkjafti. Myndirnar tók Dávur Winther.
var stórur spenningur í summum av róðrunum. Størsti spenningurin var í kappingini millum 10-mannaførini, tá ið Eysturoyingur og Klaksvíkingur fóru stavn um stavn um málið. Í Klaksvík kappaðust 10-mannaførini [...] tevnu í Kollafirði, 27. juni verður róð á Jóansøku á Trongisvágsfirði, og 4. juli verður kappróður í Fuglafirði. Tær báðar síðstu ferðirnar verður kappast á styttsta teininum – á Vestanstevnu í Sandavági [...] 10-mannaførini á 1.500 metrum. Í morgin fara tey at kappast á 2.000 metrum. Hetta verður fyrsta av fýra ferðum, at tað í summar fer at verða kappast á longsta róðrarteininum: Annan leygardag verður kappróður á
Eingin fótbóltur verður í dag. Tað eru boðini frá Kappingarnevndini hjá FSF. - Á Sandi og í Klaksvík varð tíðliga greitt, at har var ikki spælandi. Vit hava havt fólk í Fuglafirði, og har var heldur ikki [...] ikki spælandi, sigur Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini. - Einasta staðið, har hugsingur var at spæla, var í Havn, har tey í B36 eisini vóru í ferð við at rudda vøllin. Men talan er framvegis [...] avlýstir, valdu vit bara at útseta alt umfarið, sigur Sveinur Tróndarson. Enn er ikki greitt, nær 2. umfar í Formula-deildini verður sett á skránna av nýggjum.
prestur í Sjóvar prestagjaldi. Mikumorgunin vitjar Bøgesvang á Rás2 Henning Bøgesvang í nógv ár prestur í Klaksvík, men seinastu árini hevur hann starvast fyri donsku sjómanskirkjuna í Svøríki. Í vikuni [...] vikuni kom Bøgesvang aftur til Føroya, og sunnudagin verður innsettur sum prestur í Sjóvar prestagjaldi, har hann skal loysa av í eitt hálvt ár. Mikumorgunin millum 11.05 og 12.00 vitjar Henning Bøgesvang á [...] á Rás2, og prátað verður við hann um prestastarvið, um at koma til Føroya av fyrstan tíð, um árini í donsku sjómanskirkjuni, og um hví hann nú aftur leitar sær til Føroya at starvast.
undirsjóvartunlarnar. Í tí sambandi sendir Rás 2 beinleiðis sending í seks tímar. Rás 2 byrjaði at senda klokkan 11, og hildið verður áfram til klokkan 17.00 í dag. Sent verður úr Klaksvík, úr Havn, av Ská [...] sending í seks tímar í sambandi við, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Eisini verður Rás 2 til móttøkuna hjá Boys in a Band Jólini nærkast, og nógv spennandi er á skránni í dag, nú [...] Skálafjørðinum, og innsløg verða eisini úr Vágum. Klokkan 15 er móttøka fyri Boys in a Band í Losjuni í Gøtugjógv, og har verður Rás 2 eisii til staðar.
verður Jan Joensen úr Klaksvík, sum skal standa fyri venjingini av besta LÍF-liðnum næsta ár. Jan Joensen spældi í ár á LÍF miðvøllinum, har hann var sera drúgvur. Jan Joensen var í mong ár ein av týdningarmestu [...] týdningarmestu spælarunum í KÍ, og í 2002 var hann venjari hjá felagnum. Sambært heimasíðuni hjá LÍF fer Jan Joensen at hava tveir royndar spælarar við sær undir Leirvíksfjørð og á vøllin í Leirvík. Teir eru Allan [...] Joensen, yngri beiggi Jan, og Fríðin Ziskason. Teir hjálptu báðir LÍF í farna kappingarári. LÍF endaði á triðja plássi í 1. deild í 2006. Hans Fróði Hansen var venjari, og Ólavur Waag Høgnesen var hjál