Eingin fótbóltur verður í dag. Tað eru boðini frá Kappingarnevndini hjá FSF.
- Á Sandi og í Klaksvík varð tíðliga greitt, at har var ikki spælandi. Vit hava havt fólk í Fuglafirði, og har var heldur ikki spælandi, sigur Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini.
- Einasta staðið, har hugsingur var at spæla, var í Havn, har tey í B36 eisini vóru í ferð við at rudda vøllin. Men talan er framvegis um ivaveður, og tá allir hinir dystirnir longu vóru avlýstir, valdu vit bara at útseta alt umfarið, sigur Sveinur Tróndarson.
Enn er ikki greitt, nær 2. umfar í Formula-deildini verður sett á skránna av nýggjum.










