Norðborg riggar til

Eftir at hava ligið í Norðhavnini í Klaksvík í ein mánað, er Norðborg nú farin at rigga til nýggjan túr.

Ætlanin var at fara nýggjan túr uppundir vikuskiftið, tá manningin eisini hevði fingið boð at møta. Svartkjaftatrolið er tikið umborð, og Norðborg var eisini á Fuglafirði fyri at bunkra tungolju.

Men í síðstu løtu valdi skiparin at bíða við at fara til fiskiskap. Lítið hevur verið at sæð av svartkjafti í seinastuni, og tað fekk sum skilst Norðborg at bíða.

Í staðin verður loyst í kvøld klokkan 21.

Jón Rasmussen verður skipari næsta túrin, sum er tann fimti í ár. Sum nevnt verður farið eftir svartkjafti.

Myndirnar tók Dávur Winther.