Tað verður Jan Joensen úr Klaksvík, sum skal standa fyri venjingini av besta LÍF-liðnum næsta ár.
Jan Joensen spældi í ár á LÍF miðvøllinum, har hann var sera drúgvur. Jan Joensen var í mong ár ein av týdningarmestu spælarunum í KÍ, og í 2002 var hann venjari hjá felagnum.
Sambært heimasíðuni hjá LÍF fer Jan Joensen at hava tveir royndar spælarar við sær undir Leirvíksfjørð og á vøllin í Leirvík. Teir eru Allan Joensen, yngri beiggi Jan, og Fríðin Ziskason. Teir hjálptu báðir LÍF í farna kappingarári.
LÍF endaði á triðja plássi í 1. deild í 2006. Hans Fróði Hansen var venjari, og Ólavur Waag Høgnesen var hjálparvenjari.