EB/Streymur útsetir dystir

Vodafoneliðið hjá EB/Streymi skuldi upprunaliga í eldin í annaðkvøld, men vegna serligu umstøðurnar kring felagið, boða tey í kvøld frá, at dysturin er útsettur. Tað stendur á heimasíðuni hjá EB/Streymi.

Útsetti dysturin er landskappingardystur í móti ÍF, sum EB/Streymur so aftur skuldi hitta í steypafinaluni leygardagin. Nú er landskappingardysturin útsettur, og næsta uppgávan hjá besta liðnum hjá EB/Streymi verður sostatt á Summarfestivalinum í Klaksvík.

 

Eisini næstbesta liðið hjá EB/Streymi, sum spælir í 1. deild, útsetir dystin í móti HB, sum annars var á skránni hjá teimum mikukvøldið.

 

Hvørki hjá Vodafoneliðnum ella 1. deild hjá EB/Streymi, eru nýggir leikdagar ásettir fyri hesar dystir.