Rás 2 sendir beinleiðis sending í seks tímar í sambandi við, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Eisini verður Rás 2 til móttøkuna hjá Boys in a Band Jólini nærkast, og nógv spennandi er á skránni í dag, nú tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Í tí sambandi sendir Rás 2 beinleiðis sending í seks tímar. Rás 2 byrjaði at senda klokkan 11, og hildið verður áfram til klokkan 17.00 í dag.
Sent verður úr Klaksvík, úr Havn, av Skálafjørðinum, og innsløg verða eisini úr Vágum.
Klokkan 15 er móttøka fyri Boys in a Band í Losjuni í Gøtugjógv, og har verður Rás 2 eisii til staðar.