Henning Bøgesvang verður sunnudagin innsettur sum prestur í Sjóvar prestagjaldi. Mikumorgunin vitjar Bøgesvang á Rás2 Henning Bøgesvang í nógv ár prestur í Klaksvík, men seinastu árini hevur hann starvast fyri donsku sjómanskirkjuna í Svøríki. Í vikuni kom Bøgesvang aftur til Føroya, og sunnudagin verður innsettur sum prestur í Sjóvar prestagjaldi, har hann skal loysa av í eitt hálvt ár.
Mikumorgunin millum 11.05 og 12.00 vitjar Henning Bøgesvang á Rás2, og prátað verður við hann um prestastarvið, um at koma til Føroya av fyrstan tíð, um árini í donsku sjómanskirkjuni, og um hví hann nú aftur leitar sær til Føroya at starvast.










