upplagdir, tóku væl á við sínum monnum, og hóast fjøldin var eitt sindur verri mannað enn til dystin ímóti Svøríki, mundi hon hoyrast sum ein sera mælskur tólvti maður hjá spælarunum á vøllinum. Ikki minst [...] hesum mongu at koma eftir, tí eingin ivi man vera um, at nógv stóð á írum undan dystinum á Tórsvølli, nú teir skuldu royna at koma á føtur aftur eftir lemjandi 1-6 avsmurningin fyri Týsklandi. Men Írland [...] »priceless«, og uttan at fara inn upp á nakrar sum helst samanberingar ella at spekulera í, hvat ein Kerr møguliga vildi gjørt øðrvísi enn ein Olsen, so skiltist á øllum brøgdum, at okkara íri helt Føroyar
59 ára gamli John. Her skipar hann sín gerandisdag, sum oftast í einingi, men av og á kemur ein maður úr bygdini inn á gátt til eitt prát. Hann hevur góða tíð at hugsa um lív sítt, samstundis sum hann drekkur [...] ringast fyri um morgunin og nakað út á dagin, men at tað so lætnar út á kvøldið. - Hetta kann ein kanska liva við, men so kemur trupulleikin, tá tú so skalt fara til songar á kvøldi. Tá ert tú so mikið væl fyri [...] so upprann dagurin, tá hvørki sál ella likam hansara orkaðu meiri, og hann varð innlagdur á Psykiatrisku Deild 2 á Landssjúkrahúsinum. - Hetta var ein forferdilig tíð, minnist John afturá. – At hugsa sær
metrar breiðar, vórðu settar niður á stöði, fundament, sum vórðu stoypt úr beton ella lagaði úr gróti, öll väl fest í helluna, tey standa enn. Häddin á stöðinum er sum häddin á helluni er, summi eru einar 3-4 [...] 3-4 metrar hög. Uppundir miðjuna á yvirsyllunum á grindunum var so eitt I-stál, gangarin til rennikranan festur. Uppiá undirpartinum á gangaranum runnu 4 hjól, ið vórðu rikin av ravmagnsmotorum, og sum [...] snarað varð inn í Múlagjógv. Framúr spälinum gekk ein bummur, og vestari endi á honum hekk í rullum, ið rullaðu á undirpartinum á gangaranum. Undir bumminum kundu so báturin ella fiskakassin hanga, og hann
granatsjokk og roynir at tøla Zinu á ein sera óbúnan hátt, ið avdúkar, at hóast hann hevur verið giftur í átta ár, hevur hann lítlar og ongar royndir á hesum øki. Zina verður upp á vegin og eigur ein drong, ið [...] stendur úti á vegnum og hyggur upp á luftina og stjørnurnar og ímyndar sær eitt, sum Stjerbakova rópar ”ein lívstríkant” og nakrar ósjónligar liggjandi konur. Hesin gátuføri endi kann tulkast á mangar hættir [...] Proust í Á la Recherche du Temps Perdu. Sjónarhornið er tað hjá einari kvinnu, sum býr einsamøll, og sum brádliga fær vitjan av einari fremmandari gentu, sum er upp á vegin, og sum legst inn á hana at búgva
Janne, kom inn í deildina hjá Kreditbanken (núverandi Nordea) á Norrmalmstorginum í Stokkholm. Ílatin brúnan parúkk, sólbrillum og við brúnkremi á andlitinum tekur hann eina skammbyrsu úr taskuni, skjýtur [...] Loysikrøv Løgreglan er skjót á staðnum. Fyrstir eru Morgan Rylander og Ingemar Warpefeldt, og teir fara inn í bankan. Tá Janne Olsson sær teir spyr hann, av onkrari ókendari grund á enskum, »Are you a policeman« [...] Adolf, fyri deyðanum á Helsingborg sjúkrahúsinum, og tíðindini frá Norrmalmstorginum verða tí vavd inn í viðmerkingar um heilsustøðuna hjá kongi. Stutt undan miðnátt ringir telefonin á forsætisráðharrask
at hjálpa til at gera skipið klárt. Føroyingar á brúnni Tað vóru føroyskir navigatørar, sum tóku gomlu Norrønu – Logos Hope – á sína fyrstu ferð úr Køge á Sælandi til Gøteborg í Vestursvøríki. Hetta var [...] umstøður umborð á Logos Hope, mett við tað hann hevur roynt umborð á Logos 2 og Doulos. – Logos Hope er ikki rættiliga at sammeta við hini bæði skipini. Umstøðurnar vóru nógv smærri umborð á Doulos og Logos [...] r frá Sandoynni, sum Bibi Sigmundardóttir hevur málað, er enn at finna umborð á skipinum, og ávís støð og rúm umborð á skipinum hava nøvn, sum eita okkurt við »Faroe«. Logos Hope er eisini skrásett í
kontantur er Bjørn á Heygum, tá vit í gjár hittu hann á máli, og spurdur hann um júst lidnu frágreiðingina, sum fríkennir Signar á Brúnni. Andsøgnin Hin 25. mars stóð at lesa í Sosialinum, at Bjørn á Heygum var [...] sum stendur at lesa á síðu 82 í frágreiðingini frá kanningarstjóranum. »Hvat viðvíkur støddini á útreiðsluni, so er talan um útreiðslur fyri íalt kr. 1.652.739,67. Virksemið hjá SvF er á fíggjarlógini játtað [...] liggur innanfyri játtanarupphæddini á fíggjarløgtingslógini.« - Har stendur, at sambært kanningarstjóranum er eitt 0 ikki longur eitt 0, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á, at fyrst í pettinum stendur, at
altíð verið sagt, at á Hellunum spæla børnini frá bygdini og niðan eftir – og ikki omaneftir. Jórun vísir á, at tá hon var barn í Nesi og Hvalba, spældu tey niðri á sandinum. Men, á Hellunum er alt øðrvísi [...] Jórun Eið Johannesen er ættað úr Nesi í Hvalba. Hon er gift Atla Johannesen á Hellunum, og tey hava búð á Hellunum síðan á sumri í 1983. Eið-navnið hevur hon frá abbanum, Jákupi Thomsen, sum var av Eiði [...] og níggju ommu-og abbabørn, og hitt tíggjunda er á veg. Eingin av synunum býr á Hellunum. - Tveir búgva aðrastaðni í Eysturoy, ein býr í Havn, og ein býr á Amager. Sonurin, sum býr í Danmark, hevur føroyskan
kommunismuni Aftaná týska álopið á Sovjet fáa danir møguleikan at sleppa við í hesum stríði. Sett verður á stovn Frikorps Danmark, sum skuldi berjast saman við týskarum á eysturhermótum. Danska stjórnin [...] gera seg galdandi í Føroyum eftir heimkomuna bæði sum løgtingsmaður, limur í ríkisdegnum, sum blaðstjóri á Dimmalætting og sum lærari á Realskúlanum í Havn. Í Effersøe ættini í Føroyum eru tveir Oliver [...] ósamdur við nógvar av sínum heryvirmonnum, sum fingu hann settan á eina skrivstovu meginpartin av tíðini, kríggið vardi. Eisini varð hann sendur á nógv ymisk skeið. Kryssing skuldi eftir øllum at døma bert nýtast
verður selt í 1970. Hilmar var raskur fiskimaður, og tá ið “Tinganes” var sokkin spurdi skiparin á “Vesturvón”, skiparan á “Tinganesi” um hann kundi vísa sær á einar tveir menn sum kundi halda fram at fiska [...] Hilmar Heinesen á Láargarði í Havn 100 ár. Hilmar er ættaður úr Miðvági, sonur Rasmus Heinesen, skómakara á Ryggi (1871-1950) og Sofíu, f. Petersen av Steig í Sandavági (1877-1965). Tey búði á Ryggi. Tað gjørdist [...] í einum ódnarverði á land á Tinganesi og søkkur við fiskinum í lastini. Hilmar var til skips á hvørjum árið til 1936 tá ið hann ikki fekk nakran kans. Tíðirnar í tríatiárunum vóru ringar og tá var tað