Skipið er bygt í Rendsburg í Norðurtýsklandi í 1973. 10 tey fyrstu árini æt ferjan »Gustav Vasa«, og sigldi hendan ferjan millum Malmø í Suðursvøríki og Travemunde í Norðurtýsklandi. Í 1983 kom ferjan til Føroya, og fekk hon navnið »Norrøna«. Í yvir 20 ár var hendan ferjan motorvegurin hjá føroyingum til Europa. Í mars 2004 varð gamla Norrøna seld til kristna felagsskapin, OM, sum í trimum førum hevur vitjað oyggjar okkara við sínum skipum, ávikavist Logos, Doulos og Logos 2. Gamla Norrøna, sum nú ber navnið »Logos Hope«, fer at stevna inn á Havnarvág hálvan apríl, og verður talan um eina serliga kensluborna løtu fyri føroyingar at síggja gomlu Norrønu aftur. Mikudagin 11. mars, áðrenn Logos Hope fór sín fyrsta túr, vitjaði eg umborð á skipinum, sum í sínari tíð varð mett at vera flaggskip føroyinga. Skipið lá tá enn í Køge.
Merkt av Føroyum
Fyri at sleppa umborð, mugu vit hava eina avtalu við onkran, sum arbeiðir umborð. Eirikur Gunnarsson, maskinmeistari, verður garantur hjá okkum, og vit sleppa umborð at vitja. Altjóða trygdarkrøvini mugu haldast. Í móttøkuni fáa vit nøkur skelti at hanga um hálsin sum prógv um, at vit eru gestir. Skipið er rættiliga nógv merkt av Føroyum og føroyingum. Ein landslagsmálningur frá Sandoynni, sum Bibi Sigmundardóttir hevur málað, er enn at finna umborð á skipinum, og ávís støð og rúm umborð á skipinum hava nøvn, sum eita okkurt við »Faroe«. Logos Hope er eisini skrásett í Føroyum, og er tað tí føroyska Merkið, sum veittrar í húnar hátt.
Millum tey, sum hava gjørt skipið klárt til nýggju tænastuna, og til tað rættiliga nógv øðrvísi uppgávuna, eru føroyingar, sum eiga nógv spor umborð. Eyðun Joensen frá Radiobúðini í Runavík hevur tikið eitt stórt tørn, tá tað kemur til at installera ta teknisku útgerðina umborð. Konan, Helen, hevur eisini hjálpt nógv til umborð, og hitta vit tilkomnu hjúnini á brúnni hendan dagin, vit vitja. Somuleiðis hevur Eirikur Gunnarsson úr Havn eisini verið og hjálpt nógv til í maskinrúminum. Nógvir aðrir føroyingar hava eisini tikið styttri og longri tíðarskeið umborð, fyri at hjálpa til at gera skipið klárt.
Føroyingar á brúnni
Tað vóru føroyskir navigatørar, sum tóku gomlu Norrønu – Logos Hope – á sína fyrstu ferð úr Køge á Sælandi til Gøteborg í Vestursvøríki. Hetta var 10 dagar eftir, at vit vitjaðu umborð. Skipið vitjar í skrivandi stund býin, Harlingen í Hollandi, og skal eisini vitja eina aðra hollendska havn, nevnliga Scheveningen, áðrenn leiðin gongur til skotska høvuðsstaðin, Edinburgh tann 30. mars.
Skipið skal liggja í Edinburg til tann 14. apríl, tá loyst verður, og siglt verður aftur til staðið, har skipið eigur størsta partin av sínari 36 ára longu søgu, nevnliga Føroyar. Skipið skal liggja í Havn í døgunum frá 16. apríl til 23. apríl, og í Klaksvík í døgunum frá 23. apríl til 27. apríl. Skipari umborð er Uni Nolsøe úr Húsavík, og 2. stýrimaður er Trúgvi Petersen úr Gøtu.
Ein æra at føra gomlu Norrønu
Á brúnni heilsi eg uppá Una Nolsøe skipara. Eitt tað fyrsta eg spyrji hann er, um tað er ein stór æra at føra gomlu Norrønu?
– Tað vil eg siga. Tað er ein æra at vera við í hesari verkætlanini. Hóast Uni nú førir gomlu Norrønu, so viðgongur hann, at hann var ongantíð og vitjaði á brúnni, tá skipið var í fastari sigling millum Føroyar og grannalondini.
Tá vit vitja umborð, verður hond løgd á tær síðstu fyrireikingarnar at gera skipið klárt at fara í sigling. Hendan mikudagin fyrst í februar er Uni bjartskygdur, at skipið fer at verða klárt, og tað vísti seg at halda. Spurdur, hvussu tað er at vera skipari fyri einari manning, sum hevur sítt upphav í so nógvum ymiskum londum, svarar Uni:
– Jú tað er veruliga ein uppliving í sær sjálvum, serliga mett við tað, sum eg eri vanur við. Uni hevur starvast umborð á einum tangaskipi, har 25 mans plaga at vera umborð. Uni hevur ferðast víða á heimshøvunum, og hevur hann siglt úti tey seinastu 15 árini. Uni metir seg vera fyrsta húsvíking, sum hevur verið við einum OM-skipi.
Gamal dreymur gingin út
Hjá Una hevur tað verið ein gamal dreymur at sleppa við einum OM-skipi.
– Tað eru nógv ár síðani, eg fyrstu ferð las um OM og OM-skipini. Eg havi altíð kunnað hugsað mær at sloppið við einum OM-skipi, og javnan hevur tankin um at fara við OM vitjað meg. Eg havi við tíðini kent tað sterkari og sterkari, at eg skuldi fara við OM. Í januar í 2008 tók eg avgerðina, at nú skuldi tað verða, og eg havi tikið mær eitt ár at verða við umborð.
Uni undirstrikar, at talan hevur verið um eitt gott ár, helst tað besta í lívinum hjá honum. Uni útihýsir ikki, at hann fer at taka eitt annað tørn fyri OM í framtíðini. Tað hevur verið so óheppið hjá Una, at hann hevur ikki verið staddur heima í Føroyum, tá hini OM-skipini hava vitjað landið. So hann hevur ikki havt høvi at sæð hini OM-skipini. Uni fegnast um, at tað eru aðrir føroyingar umborð, tí tað er altíð nakað serligt at kunna práta føroyskt umborð.
Fimm ár við OM
Á brúnni hitta vit eisini Trúgva Petersen úr Gøtu, sum er 2. stýrimaður. Trúgvi hevur verið við OM í 5 ár. Trúgvi hevur tó ikki verið við fimm ár í einum. – Eg var fyrst við Doulos í hálvtannað ár, og so vóru eg og konan umborð á Logos 2 í eitt knapt ár. Sum familja vóru vit við Logos 2 í gott tvey ár, og nú hava vit starvast umborð her, síðani juni mánað í 2008.
Trúgvi hevur vitjað mong lond í OM-tænastuni. Hann er givin at telja, men veit kortini at siga, at talið er farið væl upp um tey hálvthundrað. Spurdur hví hann og konan Bjarta, sum er ættað úr Runavík, valdu at fara við OM, svarar Trúgvi:
– Fyrst og fremst, so kendu vit tað sum eitt kall, og at tað var ein røtt avgerð at fara umborð. Síðani hevur ein sæð, at ein kann gera mun umborð, og gera gagn av sínari útbúgving. Bjarta kann eisini hjálpa hinum kvinnunum umborð, serliga teimum yngru kvinnunum, har hon kann hjálpa teimum á leiðuni. So tað eru uppgávur umborð at fylla hjá okkum, og vit kenna, at tað er rætt at vera her enn, og tí halda vit fram við tænastuni umborð.
Serligur uppvøkstur
Tey trý børnini hjá Trúgva og Bjartu hava ein serligan uppvøkstur umborð á Logos Hope.
– Tað er sjálvandi ein heilt onnur verð, enn at vera heima í Føroyum. Her umborð eru 350 fólk, mest ungfólk, og tey koma í tætt samband við hesi ungfólkini. Børnini óttast ikki fyri at práta við fremmand fólk. Umborð á Logos Hope er bæði skúli og barnagarður, so tað hevur ein serliga dám fyri Sámuel, Elisu og Páll, sum fáa sæð nógv av verðini.
Børnini eru longu stinn í enskum, og fimm ára gamli, Sámuel er longu farin í holt við at læra seg spanskt, so útlit eru fyri, at børnini hjá Trúgva og Bjarta gerast sannir málfrøðingar.
Kann ikki sammetast
Trúgvi heldur, at talan er um betri og størri umstøður umborð á Logos Hope, mett við tað hann hevur roynt umborð á Logos 2 og Doulos.
– Logos Hope er ikki rættiliga at sammeta við hini bæði skipini. Umstøðurnar vóru nógv smærri umborð á Doulos og Logos 2, og her er talan um eitt størri skip. Sjálvandi hevur ein serligar kenslur fyri hesum skipinum, tí ein kennir tað frá fyrr av. Ein veit hvat tað hevur verið brúkt til, og ein hevur sjálvur ferðast við skipinum áður.
Trúgvi metir, at reint vinnuliga fær hann nógvar virðismiklar arbeiðsroyndir umborð á Logos Hope. – Serliga hetta, at vit eru so nógvar tjóðir umboðaðar umborð. Ein sær og upplivir ymiskar hættir at gera tingini uppá, og ymiskar hugsunnarhættir. So ein lærir nógv av tí, eisini hvussu ein skal fara við fólki. Ein upplivir sera nógv ymiskt.
Gleðir seg nógv
Trúgvi dylur ikki, at hann gleðir seg til løtuna, tá gamla Norrøna aftur stevnir inn á Havnarvág. – Tað verður nakað heilt serligt. Eg var sjálvur við Logos 2, tá hon legði at á Tvøroyri, og tá var tað ein heilt serlig kensla at koma til Føroya. Tað gleðir Trúgvi seg almikið til. Trúgvi veit ikki at seta áramál á, hvussu nógv ár hann og Bjarta verða við Logos Hope. – Lat okkum bara siga sum so: Vit taka eitt ár í senn.