Í fyrrakvøldið komu tveir triðingar av landsliðsspælarunum aftur til Føroya. Eftir longu ferðina til Luksemburg og Russlands høvdu teir nógv hugaligt í viðførinum trý stig, málmunin 2?1, og fína umrøðu frá fjølmiðlum kring alt Europa og eisini úr øðrum pørtum av heimin-um.
Felags fyri umrøðurnar er staðfestingin av, at Føroyar ikki longur eru ein pinkutjóð, sum flestu lond smyrja av. Nú eru ávaringarljósini farin at blinka nógva staðni, og sveisarar, russarar og jugoslavar fara saman við teimum í Luksemburg at fyrireika seg nágreiniliga, áðrenn teir seinni í ár koma henda vegin.
Løgmanssteypið
Í hesum vikuskiftinum er annað umfarið í kappingini um løgmanssteypið á skránni, og tað skulu tólv av teimum, sum hava verið við á landsliðsferðini, seta seg upp til.
Í bólki eru dystirnir í dag B68?B71 og ÍF?KÍ. Á Toftum verður Suni Johansen dómari, og har vera tríggir landsliðsspælarar á vøllinum: Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen og Øssur Hansen. Í Fuglafirði verður Regin Egholm dómari. Tomislaav Sivic og Pauli Jarnskor hava hava allar sínar spælarar til venjing hesar báðar síðstu vikurnar, tí hvørki ÍF ella KÍ eiga fólk á landsliðnum.
Í bólki tvey eru tveir dystir á skránni í morgin. Í Gundadali skal Lassin Isaksen halda skil á, tá grannarnir í høvuðsstaðnum bresta saman. À vøllinum vera seks landsliðsspælarar ? tríggir á hvørjum liðnum. Men meðan John Petersen og Jákup á Borg hava spælt tveir landsdystir á tamb, og Pól Thorsteinsson slapp upp í aftur í Moskva, so hava HB spælararnir fyri tað mesta verið á landsliðsbeinkinum. Andrew av Fløtum og Jóhannis Joensen vóru á beinkinum alla tíðina í báðum landsdystunum, og Rógvi Jacobsen var inni eina løtu í Luksemburg.
Á Tvøroyri verður Eiler Rasmussen dómari. TB eigur ongan landsliðsspælara, og GÍ eigur ein. Tað er Sámal Joensen, sum nú man vera komin fyri seg eftir krímið, ið helt honum uttanfyri í Luksemburg, og sum hevði við sær, at landsliðsvenjarin ikki tordi at geva honum møguleikan frá fyrsta bríksli í Moskva.
Í bólki trý hittast VB og NSÍ í morgin. Birgir Sondum verður dómari, og meistararnir í Vági, sum eru funnir ov lættir til umboð á landsliðnum, fáa høvi at síggja veteranin Jens Martin Knudsen og nýggja stjørnuskotið og málskjúttan í Luksemburg, Christian Høgna Jacobsen.
Hin dysturin verður í Miðvági í dag. FSV fær vitjan av EB/Streymi. Tað verður áhugavert, m. a. tí nógv rokna hesi bæði liðini sum mest uppløgdu evnini at stríðast fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyting í landskappingini. Tummas Pauli Olsen verður dómari, og eingin landsliðsmaður verður á vøllinum. jh