Somikið kontantur er Bjørn á Heygum, tá vit í gjár hittu hann á máli, og spurdur hann um júst lidnu frágreiðingina, sum fríkennir Signar á Brúnni.
Andsøgnin
Hin 25. mars stóð at lesa í Sosialinum, at Bjørn á Heygum var ikki í iva um, at Signar á Brúnni átti at fari frá sum landsstýrismaður í stundini. Orsøkina segði Bjørn á Heygum tá vera, at hann púra greitt hevði brotið stýrisskipanarlógina.
Tá vit í gjár spurdu hann, um hann framvegis stóð fast við hesi orð, var hann púra avgjørdur, og segði at tað gjørdi hann so sanniliga.
Orsøkin til framhaldandi fastu støðutakanina hjá Bjørn er petti »Eru goldnu útreiðslurnar heimilaðar« sum stendur at lesa á síðu 82 í frágreiðingini frá kanningarstjóranum.
»Hvat viðvíkur støddini á útreiðsluni, so er talan um útreiðslur fyri íalt kr. 1.652.739,67. Virksemið hjá SvF er á fíggjarlógini játtað undir játtanarslagnum "landsfyritøka", ið merkir, at ikki er ásett neyvt hvør upphædd er játtað til hetta virksemið, tá SvF bert í rakstri sínum skal uppfylla ta nettojáttan (inntøkur minus útreiðslur fyri viðkomandi játtanarár) ásett er í fíggjarlógini. Nettojáttanin fyri virksemið hjá Svf fyri 1999 er í fíggjarlógini fyri hetta ár ásett til kr. 0, ið merkir, at raksturin fyri SvF ikki má geva hall fyri árið 1999. Kanningarstjórin vísir í hesum sambandi á, at tá talan er um vanligar lønarútreiðslur til starvsfólk hjá SvF fyri juli 1999 og vanlig rindan fyri sjónvarpsrættindi og UMMS samstundis hevur havt sær fyri eygað, at nettojáttanarkarmurin hjá SvF fyri 1999 skal halda og hevur grundarlag fyri at meta um hetta er gjørligt, so metir kanningarstjórin at goldna upphæddin í stødd liggur innanfyri játtanarupphæddini á fíggjarløgtingslógini.«
- Har stendur, at sambært kanningarstjóranum er eitt 0 ikki longur eitt 0, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á, at fyrst í pettinum stendur, at SvF skal uppfylla treytirnar um, at inntøkur minus útreiðslur skulu geva 0 samanlagt.
- Seinni stendur at lesa, at goldna upphæddin liggur innanfyri játtanarupphæddina á fíggjarløgtingslógini. Hetta hongur als ikki saman, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin, sum eisini hevur verið við til at smíðað stýrisskipanarlógina.
Býttisligt
Víðari sigur Bjørn á Heygum, at hann hevði roknað við, at um so var, at kanningarstjórin frammanundan hevði gjørt av, at Signar á Brúnni skuldi fríkennast, so hevði hann helst víst á, at landsstýrismaðurin handlaði í góðari trúgv og í eini neyðstøðu: -Eg hevði í øllum førum ikki roknað við, at hann fór at koma nøkrum so skítbýttum.
- Hatta er jú grundleggjandi í stríð við tey argument, sum Signar sjálvur førdi fram, tá málið í sínari tíð varð reist. Frágreiðingin sigur ikki eitt orð um, at talan var um neyðstøðu, men staðfestir bert, at tað var í lagi at ávísa upphæddina, sigur Bjørn. Í sama viðfangi leggur hann dent á, at um upphæddin var heimilað ella ikki, var als ikki nakar spurningur undan kanningini:
- Øll vóru samd um, at har vóru eingir pengar at játta. Eisini Signar á Brúnni, tí annars hevði hann onga orsøk til at spyrja seg fyri hjá fíggjarmálastýrinum ella fíggjarnevndini.
- Orsøkin til, at hann spurdi seg fyri, var jú grein 43, petti 2 í stýrisskipanarlógini, har tað greitt stendur, at peningur ikki kann ávísast, uttan at játtan fyriliggur. Tað nýtist tær als ikki at vera løgfrøðingur fyri at skilja, leggur Bjørn áherslu á. - Hatta er akkurát sum í Pipar og Salt, har tey siga seg hava rætt, sjálvt um onnur hava argumentini, sigur núverandi advokaturin heldur speiskur.
Avleiðingarnar
Um avleiðingarnar av kanningini greiðir Bjørn á Heygum frá, at eftir hansara tykki er niðurstøðan bæði skammilig og syrgilig.
- Skal hetta skapa fordømi, so nýtist einum landsstýrismanni ikki longur at taka atlit til, hvørja játtan hann hevur at arbeiða undir. Líkamikið um játtanin er 200.000, 500.000 ella 31 mió.kr., so ger tað einki, um ein landsstýrismaður ávísur 43 mió.kr.
- Avleiðingin av hesum er, at løgtingið fyri eftirtíðina er sett fullkomuliga út av spælinum, bæaði sum játtanar- og eftirlitsmyndugleiki, og at úttinnandi valdi hevur frítt spæl, sigur Bjørn á Heygum at enda.cute;vanligur í summar.
Dalurin opin
Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.
Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.
Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.
Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.
Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.
Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.
Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.
Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«
Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.
Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.
-Jú, soleiðis hevur hann frætt.
Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.
Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.
Lundar og íbygdur steinur
Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.
Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.
Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.
Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.
Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.
Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.
Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.
Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.
Eini tvey hjartasuff eru:
Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.
Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.
Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.
Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.
Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.
Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.
Tilmelding:
Kunningarstovan
Miðvági:
Tlf. 33 34 55
Ella hjá Atlantsflog:
Tlf. 33 37 00
Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo