Hevur búð góð 40 ár á Hellunum

- Eg plagi at siga, at hevur tú telefon, bil og maðurin er heima, kanst tú næstan búgva allastaðni, sigur kvinnan úr Nesi í Hvalba, sum býr á Hellunum

Jórun Eið Johannesen er ættað úr Nesi í Hvalba. Hon er gift Atla Johannesen á Hellunum, og tey hava búð á Hellunum síðan á sumri í 1983. Eið-navnið hevur hon frá abbanum, Jákupi Thomsen, sum var av Eiði.

 

Jórun og Atli giftust í 1981. Tey eiga fýra synir, fýra svigardøtur og níggju ommu-og abbabørn, og hitt tíggjunda er á veg.  

 

Eingin av synunum býr á Hellunum.

 

- Tveir búgva aðrastaðni í Eysturoy, ein býr í Havn, og ein býr á Amager. Sonurin, sum býr í Danmark, hevur føroyskan maka, og eg vænti ikki, tað gongur long tíð, til tey flyta heim aftur til Føroya. Øll børnini hjá okkum eiga børn.

 

Tað sigur kvinnan, sum vit hittu á Hellunum mánadagin í vikuni.

 

Jórun gjørdist útbúgvin fólkaskúlalærari í 1984, og flestu árini - ella í 30 ár tilsamans - var hon lærari á skúlanum við Gøtugjógv.

 

- Tá eg gavst í 2019, hevði eg verið lærari í tilsamans 36 ár. Mín starvsleið byrjaði í skúlanum í Oyndarfirði, og haðani fór eg í skúlan við Gøtugjógv.

 

Í trý ár hevði hon farloyvi úr skúlanum við Gøtugjógv, og tá undirvísti hon aftur við skúlan í Oyndarfirði. 

 

Hon vísir á, at orsøkin til, at hon tók farloyvi frá skúlanum við Gøtugjógv, var, at hetta passaði henni betur við børnunum.

 

- Eg føldi meg ikki gamla, tá eg gavst í skúlanum, og eg havi eisini verið aftur við Gøtugjógv, tá onkur lærari hevur havt forfall.

 

Atli Johannesen, sum er útbúgvin snikkari og er nøkur ár eldri enn Jórun, bygdi húsini á Hellunum uppí eini gomul hús.  

 

Tá húsini, sum eru sera hugnalig, vóru innilokað, fekk hann ein annan at innrætta tey.

 

Atli er stillførur maður, og henda dagin á Hellunum hevði hann ikki hug at vera við á myndini, men helt brosandi fyri, at konan tímir tað so mikið betur.

 

- Maður mín hevur ikki bara verið snikkari. Hann hevur eisini verið sjómaður, og í sínari tíð var hann eitt nú yviri Flemish Kap við saltfiskalínuskipi, umframt at hann hevur róð út.

 

##med2##

 

Altíð trivist væl

 

Jórun hevur altíð trivist ógvuliga væl á Hellunum.

 

- Eg plagi at siga, at hevur tú telefon, bil og maðurin er heima, kanst tú næstan búgva allastaðni.

 

Nú hon ikki er bundin at skúlanum longur, heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað, hon ikki hevur hug til.

 

- Okkara børn hava sagt, at tað var fantastiskt at veksa upp á Hellunum, men eg skilji væl, at tey ikki hava sett búgv her. Onkur av makunum arbeiðir í skiftivaktum, og tá kann tað vera eitt sindur óhøgligt á hávetri at koma og fara hiðani á náttartíð.

 

##med6##

Á Hellunum er hella og eingin strond, og tí er neyðugt at ansa eftir børnunum, tá tey eru smá. Tað er djúpt niður fyri, og tað er ikki lætt at vera sæddur, um tú sum smábarn sníkir teg oman móti sjóvarmálanum.

 

- Eg haldi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hetta, tá okkara børn vóru smá. Tað hevur altíð verið sagt, at á Hellunum spæla børnini frá bygdini og niðan eftir – og ikki omaneftir.

 

Jórun vísir á, at tá hon var barn í Nesi og Hvalba, spældu tey niðri á sandinum.

 

Men, á Hellunum er alt øðrvísi, tí her er bládýpi niður fyri klettin.

 

- Her lærdu vit eisini til eldru børnini, at vóru smærri børn við, so skuldi farast niðan eftir at spæla. Men, børnini veksa skjótt, og tá tey gerast eini 10-12 ára gomul, eiga tey sjálvsagt at vita, hvat ber til, og hvat ikki ber til.

 

Á Hellunum er eisini onkur á við sílum, og her plagdu børnini eisini at spæla og fanga síl.

 

Jórun sigur, at nú er eisini FIFA-vøllur í bygdini. Hesin liggur oman fyri Bønhúsið og er eitt fantastiskt spælipláss.

 

Tá bygdin er minkað so nógv, sum Hellurnar eru í fleiri ár, er greitt, at her standa nógv hús tóm til dagligt.

 

- Húsini, sum eingin býr í, eru antin farin í arv – ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand. Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og í heystfrítíðini, tá skurðurin verður tikin, sigur hon.

 

##med3##

##med4##

Okkara vitja eisini

 

Tey fýra børnini og níggju ommu-og abbabørnini hjá Jórun og Atla eru eisini ófør at vitja aftur á gamlar gøtur.

 

- Jú, teimum dámar væl at koma hendavegin, og tað skulu ikki so nógv vaksin fólk til við børnum – ja, so er aftur lív í bygdini so leingi, tað varar.

 

Jórun heldur fyri, at fólk vita ikki, hvussu gott tað er at vera á Hellunum, men tað er heldur ikki so løgið, tí tað eru ikki so mong, sum koma um hesar leiðir.

 

- Eg haldi eisini, at fólk her í bygdini finna væl út av tí saman við hvørjum øðrum. Sjálv føli eg tað soleiðis, at eg eri væl við øll, og eg kann fara inn í hvørt hús í bygdini.  

 

At fólk dáma at vitja aftur á slóðina, sæst ikki minst, tá tey á Hellunum skipa fyri tí, tey rópa, sólkomudegi.

 

- Um veturin sæst sólin ikki á Hellunum í tríggjar mánaðir, og tá hon so sæst aftur hin 7. februar, plaga vit fyrsta sunnudag eftir at skipa fyri sólkomudegi í Bønhúsinum.

 

##med5##

Jórun vísir á, at eitt slíkt tiltak saktans kann savna út við 70 fólk, og hetta plagar at vera ein sera hugnalig løta.

 

- Vit syngja vár-og summarsangir, og vit syngja kærleiks-og fosturlandssangir. Vanliga plaga vit at hava ein røðara við, og seinast var tað Hanus Kjølbro. Í dag kenna øll Hanus, og hann dugdi so óføra væl at siga frá.  

 

Eina slíka løtu bjóða tey eisini kaffimunn aftur við køkum og góðum práti á loftinum.

 

- At so mong, sum hava ymisk tilknýti til bygdina, vitja aftur á einum slíkum tiltaki, er ein staðfesting av, at fólk, sum ikki búgva á Hellunum longur, dáma væl at vitja aftur, leggur Jórun Eið Johannesen aftrat.

 

 

 

Mynd: (Álvur Haraldsen... )

 

...

 

 

 

Stórt rós til

 

Landsverk

 

 

 

- Hetta hevur verið tað reina luksus øll tey 30 árini, eg var lærari við Gøtugjógv og koyrdi ímillum Hellurnar og skúlan

 

 

 

Vilmund Jacobsen

 

 

 

Jórun Eið Johannesen, ið gavst sum fólkaskúlalærari á sumri í 2019, koyrdi av Hellunum til Gøtugjáar í samfull 30 ár, og hon hevur alt gott at bera Landsverki fyri bæði kavarudding og salting øll hesi mongu ár.

 

- Teir gjørdu eitt megnar arbeiði, sum teir skulu eiga stórt rós fyri.

 

Vit hoyra ofta á vetrardegi, at ring líkindi eru um Heltnina á Oyndarfjarðarvegnum, men Jórun heldur, at hetta viðhvørt er eitt sindur yvirdrivið.

 

- Her kann bæði vera vindur og kavi, men her hevur Landsverk øll hesi ár gjørt eitt fantastiskt arbeiði.

 

Hon vísir á, at tá tað vóru løtur, har teir ikki gróvu út á Hellurnar, lá landið lamið kortini, tí tá vóru líkindini so vánalig, at tað slett ikki var ráðiligt at fara í bil.

 

- Eg vil siga tað soleiðis, at ert tú sloppin úr túninum við bilinum, hevur luturin hjá Landsverki ikki ligið eftir, sigur hon.

 

Í so máta heldur Jórun Eið Johannesen ikki, at tað hevur verið nakar trupulleiki at búð á Hellunum og arbeitt við Gøtugjógv.

 

...

 

 

 

Ongantíð umhugsað at flyta av Hellunum

 

 

 

- Eg haldi ikki, at útlitini hjá Hellunum sum bygd eru nakað serlig

 

 

 

Vilmund Jacobsen

 

 

 

Jórun Eið Johannesen hevur ongantíð umhugsað at flutt av Hellunum.

 

- Nei, tað havi eg ikki, og eg havi heldur ikki spælt mær við tankan, tí tankin er mær óviðkomandi.

 

Hon vil heldur ikki “lokka” seg sjálva við tankan, tí tey hava altíð havt tað gott á Hellunum.

 

- Fluttu vit aðrastaðni, hevði tað heilt vist verið okkurt, sum tú eisini kundi hugsað tær øðrvísi har.

 

Á Hellunum hava Jórun og Atli nakað av seyði. Hann veltur epli, og hon plagar at fáast við gularøtur, reyðkál og ymiska aðra grøði.

 

Jórun heldur ikki, at útlitin hjá Hellunum sum bygd eru serliga góð, og hon dugir illa at ímynda sær, at her verður nøkur sethúsabygging.

 

Tá ein bygd kemur niður um eitt vist, og einki barn er fastbúgvandi, eru útlitini fyri vøkstri døpur.

 

- Tað ger so lítlan mun, um bara ein einstøk familja kemur. Eg trúgvi, at tá fólk, sum hava tilknýti til bygdina, ikki koma, er trupult at ímynda sær, at onnur, sum einki tilknýti hava, fara at koma higar at seta búgv, sigur hon.

 

Jórun Eið Johannesen er ein aktiv kvinna, og hon er eisini ein av fyrireikarunum av Bindifestivalinum í Fuglafirði, sum í ár verður í døgunum, 12. og 13. apríl.