Týsdagin 7. desember fyllir Hilmar Heinesen á Láargarði í Havn 100 ár.
Hilmar er ættaður úr Miðvági, sonur Rasmus Heinesen, skómakara á Ryggi (1871-1950) og Sofíu, f. Petersen av Steig í Sandavági (1877-1965). Tey búði á Ryggi.
Tað gjørdist foreldrum hansara skjótt greitt, at Hilmar var deyvur, og neyðugt var at fara til Danmarkar um hann kundu sleppa at ganga í skúla, tí tað vildu foreldruni! Funnið varð fram til Deyvaskúlan í Fredericia. Pápin fór tí við Hilmari í 1917 við DFDS skipinum “Botniu” til Danmarkar. Dagin eftir, at Hilmar var komin á deyvaskúlan, fór pápi hansara heim aftur, og her var Hilmar í 8 ár, áðrenn hann sá familju sínu aftur. Skúlin tilnevndi honum fosturforeldur sum hann var hjá í skúlafrítíðini.
Hann var bert einaferð heima hesi árini, tað var í 1924, tá ið hann var heima í feriu í 6 vikur, síðani fór hann aftur á Deyvaskúlan í Fredericia. Á ferðini niður fylgdist Hilmar við Dagmar Joensen Næs, sum var systkinabarn hansara. Tey lógu ein dag í Leith í Skotlandi, og tá fóru tey ein túr til Edinburgh. Hilmar minnist væl, at tey vitjaðu Edinburgh Castle. Í 1925 kemur systur hansara Herdis til Fredericia, har hon fekk húspláss. Á deyvaskúlanum lærdi Herdis teknmál, soleiðis at hon og Hilmar kundu samskifta. Hilmar verður fermdur í Fredericia, saman við øðrum deyvum úr Danamark, tað var í 1926. Tveir dagar seinni fara hann og Herdis aftur til Føroyar, hesaferð við nýggja føroyska skipinum “Tjaldur”.
Hilmar er nú heima hjá foreldrunum og ger fyrifallandi arbeiði, men í 1929 fer hann í snikkarlæru í Miðvági. Tíverri fyri Hilmar, gjørdist tíðirnar so ringar, at hann kundi ikki halda fram sum lærlingur har og mátti fara. Hetta var stórt spell, tí honum dámdi sera væl snikkaraarbeiði og var framúr hegningur í hondunum. Í 1929 keyptu tveir brøður hansara bát, eitt 8-mannafar við motori, og róði Hilmar út við teimum í nøkur ár.
Men Hilmar vildi sleppa skips. Mammubeiggi hansara, Sofus Petersen,á Steig í Sandavági, eisini nevndur Sofus á Steig, var skipari í “Ondine”, sum hann átti saman við Baslev & Goos í Havn, og Hilmar bað Sofus um at lova sær við. “Ondine” var trýmastrað skonnart, sokallað “fransaskonnart”. Um várið vóru teir á Suðurlandinum og koma fullfermdir heimaftur. Síðani varð fari til Grønlands og koma teir fullfermdir heimaftur um heysti. “Ondine” verður løgd fyri teym á Vestaruvág, men fór í einum ódnarverði á land á Tinganesi og søkkur við fiskinum í lastini. Hilmar var til skips á hvørjum árið til 1936 tá ið hann ikki fekk nakran kans. Tíðirnar í tríatiárunum vóru ringar og tá var tað ikki lætt hjá einum deyvum manni at fáa hýru. Á heysti í 1936 fer Hilmar til Danmarkar, har hann fær arbeiði sum “landbrugslærling” á einum bóndagarði tætt við Haderslev. Har er hann í 3 ár.
Í 1940 verður hann forpaktari á “Hjemmet for Døve Mænd“ í Nyborg. Til hetta heimið hoyrdi stórur urta- og grønmetisgarður og eisini høsnagarður, sum deyvu menninir á heiminum skuldu passa, tí her fingu teir ein part av kosti teirra. Hilmar í 5 ár í Nyborg og har mundi hann blivi skotin. Hetta var undir seinna heimbardaga og Danmark er hersett av týskarunum. Hilmar og ein annar deyvur maður vóru farnir ein túr á tandem-súkklu. Teir eru helst komnir ov tætt har ið týskurin helt til, og teir hoyra ikki, at tað verður rópt eftir teimum um at steðga, men súkkla bara víðari. Týskararnir gjørdi klárt at skjóta, men onkur fær tó steðga teimum og greitt frá at menninir vóru deyvir. Hesum hevur Hilmar ofta flent eftir seinni í lívinum!
Í 1945 fer hann at arbeiða á einum bóndagarði á Stendishede tætt við Sunds í Miðjútlandi. Bæði bóndin og konan eru deyv, tey eiga 5 børn, sum øll hoyra. Henda familja hevði keypt jørð úti á heiðini sum nú skuldi veltast. Hilmar sigur, at hetta var sera hart arbeiði. Hann var her í fyrsta umfari í 4 ár; men hann hevur øll árini síðan havt samband við hesa familjuna, hevur ofta verið á vitjan har, og fleiri døtur hava verið í Føroyum og vitja hann.
Í 1949 fer hann heim aftur til Føroyar í gullbrúdleyp hjá foreldrunum í november mánað, og árið eftir fer hann við “Grønlandsfarinum” úr Sørvági við Alexander Ortind sum skipara, til Grønlands at rógva út við bátum. Hann er síðani aftur eitt ár í Danmark á garðinum á Stendishede, í 1952 er hann tveir saltfiskatúrar eystanfyri við miðvágs trolaranum “Varðberg”, síðani er hann á Stendishede til flytir heim til Føroya í 1954 og verður verðandi heima og býr í Miðvági hjá mammu síni. Hann er nú fiskimaður burtur av og er burtur á hvørjum árið til 1970, tá ið hann legðist uppi.
Í 1960 flytir hann til Klaksvíkar til systirsonin Dánjal og Annu Nielsen at búgva, og fer nú við “Tinganes” til Grønlands við bátum, skipari er Richard Jacobsen í Klaksvík. Hann er við Tinganes í 4 ár, men á heysti í 1963 søkkur” Tinganes” á Kappanum. Øll manningi bjargast, og Hilmar fer umborð á Vesturvón og verður verðandi við har túrin út.Síðani er hann við línuskipinum “Varðberg” úr Miðvági til skipið verður selt í 1970.
Hilmar var raskur fiskimaður, og tá ið “Tinganes” var sokkin spurdi skiparin á “Vesturvón”, skiparan á “Tinganesi” um hann kundi vísa sær á einar tveir menn sum kundi halda fram at fiska við “Vesturvón”, tí teir vóru nakað illa mannaðir, og vísti hann honum tá fyrst á Hilmar. Eisini hevði hann góður gávur at skyna á veðrið, og hetta hevði stóran týdning, tá ið man róði út við bátum í Grønlandi. Ein dagin, tað fyrsta árið hann var við “Tinganesi” bað hann formannin um at draga inn, tí veðrið fór at versna, men eingin á bátinum lurtaði eftir honum, løtu seinni brann hann á við nógvum vindi og tað ein stravin túrur at koma aftur til skipið. Eftir henda dag lurtaðu teir altíð eftir Hilmari, tá ið hann segði frá ringum veðrið.
Frá 1970 til 1979 býr Hilmar í Norðagøtu, har hann hevur fyrifallandi arbeiði , mest at smíðja, men eisini sum landformaður á útróðrarbáti.
Í 1979 flytur Hilmar til Havnar at búgva hjá Kristianu og Marius Rein. Í Havn ger hann eisini ymiskt fyrifallandi arbeiði. Í 1996 sleppur hann inn á dagstovnin á Lágargarði, og har hevur honum dáma so sera væl. Har hevur hann gjørt nógv við at arbeiða úr ull, loyst úr lagdi, spunnið og veva, og mangur gólvløbari er komin úr hansara hondum, ja sjálvt rokkin hevði hann í sínari tíð gjørt til systur sína, Kristianu, í Sandavági . Í 2007 sleppur Hilmar endiliga inn á Lágargarð at búgva, tað er hann sera glaður fyri og har hann trívist væl, og á Lágargarði eru øll góð við hann.
Hilmar var sera vikin í Deyvafelag Føroya, har hann fyri nøkrum árum síðani var gjørdur heiðurslimur. Í nógv ár er Hilmar húsavørður í Deyvahúsinum, sum tá varð bygt. Tað var eisini hann, sum saman við øðrum deyvum, tók stig til at fáa regluligar deyvaguðstænastur í Føroyum, og við góðari hjálp frá Eyvind Vilhelm, varabispi, sála, varð skipað fyri, at danskur deyvaprestur kom til Føroyar tvær ferður um árið at halda guðstænastu. Nú er føroyskur deyvaprestur og guðstænasturnar fleiri og tað gleðast øll um, men tað var við sorgblíðni at Hilmar segði danska deyvaprestinum Berthel Bønnlykke farvæl tá ið hesin var í Føroyum og helt sína seinastu guðstænastu.
Hilmar hevur dáma sera væl at ferðast, og í nógv ár fór hann hvørt summar við skipið hjá Skipafelagnum til Danmarkar at vitja vinfólk. Hann fór í land í Ålborg og ferðast suður í gjøgnum Jylland og fór so umborð aftur í Frederica. Eisini hevur hann ofta verið til Nordisk Døve Pensionistræf í øllum norðurlondum og í Íslandi í 1985, har hann heilsaði uppá Vígdis Finnbogadóttir, forseta Íslands. Hilmar hevur verið á fleiri alheims deyvarástevnum, m.a. Sveits, Wales, ogí Hollandi.
Sigast má um Hilmar at hann hevur havt eitt ríkt lív, hevur upplivað sjáldsama nógv, sjálvt um hann var deyvur frá barni av.
Føðingardagurin verður hildin á Lágargarði frá kl. 15 – 17.
----------------
Kristiana Rein