Norðurlandahúsinum. Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur havt høvuðsábyrgdina av hesum máli hetta seinasta árið og segði hann eisini longu frá, tá hann varð kosin løgmaður, at marknaósemjan við Bretland fór at [...] metti samráðingarmøguleikarnar á embætismannastigi sum úttømdar heitti hann á danska forsætisráðharran um at fáa fund í lag við bretska starvsbróðurin Tony Blair og harvið loysa málið á hægsta politiska stigi [...] áðrenn avtalan verður undirskrivað. Anfinn Kallsberg upplýsir, at hann hevur heitt á løgtingsformannin um at kalla tingið saman, soleiðis at avtalan kann verða løgd fyri tingið mánadagin 10. mai. Henda dagin
aðalfund í dag. og millum málini, sum eru á skránni, er eitt uppskot frá Dómaranevndini um, hvussu vit kunnu bøta um dómarastøðuna í vaksnu deildunum. Hanus Kúrberg er limur í Dómaranevndini, og saman við [...] gjørt eitt gott arbeiði, men sum ikki kunnu konsentrera seg fult og heilt um dómaraarbeiðið. Og so hava vit eisini havt nøkur dømi um dómarar, sum eru møttir upp, men sum ikki hava dømt ? skilt á tann hátt [...] komnir hendavegin í seinastuni, og fleiri av teimum eru eisini venjarar. Sum heild er semja um, at hesir hækka um støðið, men tað er Hanus Kúrberg ikki so samdur í. Hann heldur, at feløgini heldur áttu at
Somuleiðis vilja ergo- og fysioterapi hava fleiri fólk. ? Virksemið á rannsóknarstovuni økist 13-15% um árið, og tey vilja hava tveir laborantar afturat beinanveg. ? Somuleiðis er tørvur á fleiri skrivarum [...] fíggjarlóg ella fíggjarætlan. Hann sigur, at tað er óheppið, at seingjadeildir ikki kunnu hava opið alt árið, tí ídag eru øgiligar inn- og útrykkingar hvørja ferð ymsar deildir lata upp ella aftur. Higartil
og eldru børnini skift um leiklutirnar. Tað kostar einki at koma at síggja og lurta, men um onkur hevur hug at lata eitt oyra, ber hetta til við dyrnar. »Steinasúpan« er søgn um, tá ið tríggir, troyttir [...] Tórshavnar Musikkskúla. Hetta er 5. árið, ið tær báðar Annette og Sharon hava sett upp slíkan leik, upplýsir Føroya Musikkskúli í einum tíðindaskrivi. Eins og árini undan er talan um samstarv musikkskúlanna millum
at vera biðin um, at halda røðu her í Hvalba í dag á fyrsta fólkafundi í Hvalba sum eg veit um. Ein fólkafundur, hvat er nú tað? kann ein spyrja? Fólkafundir vóru á fyrsta sinni hildnir um síðsta aldarmót [...] var prestur í Hvalba frá 1885 til 1900, yrkt tveir sangir, ein um móðurmálið og ein um fosturlandið. Hesi evnir vóru tey, savnast varð um, og sum førdu til, at Føroyingafelag varð stovnað í Keypmannahavn [...] sum serliga snúi seg um móðurmálið, sum hann segði mátti koma til sín rætt. Aðrar røður vóru hildnar og føroyskar vísur sungnar ímillum. Rasmus Effersøe tók síðan orðið, fegnaðist um guðstænastuna og vónaði
Niels Helveg Pedersen skuldi koma henda vegin kortini, tí hann plagar at vera her eina ferð um árið og sum oftast um heystið. Men hesaferð ynskti hann at koma higar í mai.
bólkurin úti um seg aftur og er biðin um at spæla til fleiri høvi. - Tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu spæla, tí fleiri í bólkinum eru uppi í øðrum eisini. Men vit hava ongar ætlanir um at gevast. Vit [...] valdi at fara at lesa til pedgog, sigur Karl Martin Samuelsen. - Eg havi lært nógv um børn, sum eg ikki visti áðrenn, sjálvt um eg eigi eina dóttur. Virðir tú ikki børn, kanst tú heldur ikki vænta, at tey virða [...] og spæli alla tíðina, men so er als ikki. Eg eri blivin meiri tilvitaður um at syngja fyri børnum og eri farin at hugsa meiri um, hvat tað gevur børnum. Tey smáu børnini hava einki mál, bara eitt innara
at partarnir hava møguleika at endurskoða sáttmálan, tá fyrra árið er farið. Álitið burtur Jákup Mortensen ynskir ikki at siga meiri um orsøkirnar til venjaraskiftið, fyrrenn viðurskiftini millum felagið [...] av, at spælararnir og venjarin kennast ov væl. ? Um venjarin megnar at hava ábyrgdina av góðari og gagnligari venjing, so kunnu vit ikki siga nakað um tað, og so rokna vit við, at úrslitini fara at vísa [...] venjarin tann fyrsti venjarin, sum í ár hevur fingið sekkin, og Trygvi Mortensen, sum er NSÍ maður um ein háls, og í mong ár hevur havt ábyrgdina av yngru deildunum, eins og hann hevur verið hjálparvenjari
klettar við. Hetta hava vit ikki góðtikið, men tað er rætt at seta sær spurningin, um ikki dómarar í Haag høvdu tikið, um ikki allar so tó fleiri av óbygdu klettunum og oyggjunum í bretskum øki, við og harvið [...] rættiliga nógva vitan um undirgrundina her. Eisini er hetta ein náttúrlig uppfylgjan av tí vitan, sum longu er fingin frá boringum út til Hvíta økið. At tað í løtuni ikki verður tosað so nógv um føroyska landgrunnin [...] Ein kann siga, at fund á hesum nýggju leiðunum birta bert vónir um, hvat kann finnast í okkara øki eisini. Men tá vit nú líta aftur um bak, kann tað so ikki vera møguligt, at bretar upprunaliga kravdu
Keypmannahavn, til Føroyar um vikuskiftið at spæla tríggjar venjingardystir móti Føroyum. Klæmint Isaksen er saman við Jesper Brix venjari hjá manslandsliðnum, og hann er fegin um at fáa hesar tríggjar dystirnar [...] seinastu oyggjaleikunum niðri á Jersey, har vit endaðu á fimta plássið. Tað úrslitið ætla vit at betra um í ár, og tí koma hesir tríggir dystirnir væl við, sigur Klæmint Isaksen. Hann spældi sjálvur í Skt [...] innleiðandi bólkinum, haðani tvey tey bestu liðini koma víðari í hálvfinaluna. Tey niðaru liðini spæla um plaseringar móti einum liði úr hinum bólkinum. Liðini, sum enda í finaluni, spæla sostatt sjey dystir