Leikararnir, ið eru 7-11 ára gamlir, eru næmingar í bólkunum »Tónleikur og rørsla/musikalsk spælistova« í Havn.
Annette Nielsen hevur lagt tónleikin til rættis, og Sharon Weiss hevur staðið fyri dansinum.
Orkestrið undir leiðslu av Annette er mannað við næmingum úr Norðstreymoyar Musikkskúla og Tórshavnar Musikkskúla.
Hetta er 5. árið, ið tær báðar Annette og Sharon hava sett upp slíkan leik, upplýsir Føroya Musikkskúli í einum tíðindaskrivi.
Eins og árini undan er talan um samstarv musikkskúlanna millum.
Endamálið við sangleikinum er at seta saman ymsar tættir úr tónleiki, sangi og rørslu/dansi.
Leikurin verður framførdur tvær ferðir sunnudagin.
Fyrru ferð kl. 3 dansa og leika yngru børnini, 1. og 2. flokkur, og eldru børnini, 3. og 4. flokkur, eru kór.
Í seinnu sýningini hava yngru og eldru børnini skift um leiklutirnar.
Tað kostar einki at koma at síggja og lurta, men um onkur hevur hug at lata eitt oyra, ber hetta til við dyrnar.
»Steinasúpan« er søgn um, tá ið tríggir, troyttir og svangir hermenn koma til eina lítla bygd.
Djóni Dalsgarð hevur týtt leikin til føroyskt, og Raymund Nielsen hevur týtt dansirnar.