NSÍ hevur skift venjaran út

Fótbóltur: Trygvi Mortensen hevur fingið ábyrgdina, og Milan Cimburovic verður ikki venjari aftur í NSÍ

Føroyskur fótbóltur líkist alt meiri honum í útlandinum. Spælarar verða keyptir og seldir, og teir fáa løn fyri at spæla fótbólt og vinna. Hetta hevur alt við sær, at krøvini til spælararnar økjast, og fyri avrikini og harvið úrtøkuna hevur tað ikki minst týdning, hvør er venjari, og hvussu viðurskiftini eru millum venjaran og spælararnar.

Gongst tað ikki, sum tað hevur verið roknað við og ætlað, so er vanliga gongdin, at venjarin verður skiftur út. Akkurát soleiðis er støðan í NSÍ í løtuni.

Undan heimadystinum móti B71 fekk Milan Cimburovic at vita frá starvsnevndini í NSÍ, at hann skuldi ikki spæla við sjálvur, at hann skuldi ikki seta liðið, sum skuldi spæla móti sandoyingum, og at hann skuldi ikki hava ábyrgdina av liðnum undir dystinum. Stutt sagt so er NSÍ venjarin tann fyrsti venjarin, sum í ár hevur fingið sekkin, og Trygvi Mortensen, sum er NSÍ maður um ein háls, og í mong ár hevur havt ábyrgdina av yngru deildunum, eins og hann hevur verið hjálparvenjari hjá Peturi Mohr og í ár hevur verið hjálparvenjari hjá jugoslaviska venjaranum, er nú venjari hjá 1. liði.

? Vit hava boðað Milan Cimburovic frá, at hann er loystur frá ábyrgdini fyri liðnum. Hvussu viðurskiftini millum hann og okkum verða greidd, fara vit at tosa um á einum fundi í kvøld, var boðskapurin, sum Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, hevði at siga okkum, tá vit tosaðu við hann á middegi í gjár. Í starvsnevndini sita saman við formanninum Atli Olsen, Eyðálvur Knudsen og Eli Lassen.

Milan Cimburovic og NSÍ skrivaðu í fjør undir ein tvey ára sáttmála, sum skuldi verða galdandi í 1999 og ár 2000. Men Jákup Mortensen sigur okkum, at tað stendur í sáttmálanum, at partarnir hava møguleika at endurskoða sáttmálan, tá fyrra árið er farið.


Álitið burtur

Jákup Mortensen ynskir ikki at siga meiri um orsøkirnar til venjaraskiftið, fyrrenn viðurskiftini millum felagið og gamla venjaran eru avgreidd, men úr Runavík frætta vit, at spælararnir hava verið so misnøgdir við venjaran, at har var einki annað at gera enn at skifta venjaran út. Spælararnir hava ikki kent tað soleiðis, at teir kundu hava álit á hansara dygdum sum venjari.

Serliga í sambandi við málleysa javnleikin á Toftum vórðu spælararnir illa nøgdir. Í fyrra umfarinum gekk av skriðuni, og tá teir í steðginum viðgjørdu støðuna og royndu at fáa skil á, kom ósemjan millum spælararnar og venjaran týðuliga til kennar. Spælararnir vóru misnøgdir við taktiska uppleggið, og teir vóru eisini misnøgdir við, at venjarin hevði sett seg sjálvan á liðið. Teir mettu ikki, at hann hoyrdi heima millum ellivu teir bestu.

Trygvi Mortensen er sonur NSÍ formannin. At hann nú hevur fingið ábyrgdina av liðnum, kann ivaleyst skjótt tulkast tann vegin, at tað er formaðurin, sum vil hava síni framat. Men frá NSÍ spælarum frætta vit, at tað eru teir, sum hava biðið um, at Trygvi Mortensen fær ábyrgdina. Trygvi Mortensen hevur spælt við NSÍ alla sína tíð ? bæði sum málverji og úti á vøllinum ? men hann hevur ikki verið á besta liðnum hesi bæði síðstu árini, og tað verður ikki roknað við, at trupulleikar fara at standast av, at spælararnir og venjarin kennast ov væl.

? Um venjarin megnar at hava ábyrgdina av góðari og gagnligari venjing, so kunnu vit ikki siga nakað um tað, og so rokna vit við, at úrslitini fara at vísa seg. Longu sunnudagin vóru onkrar broytingar á liðnum, og tær eydnaðust væl, sigur ein av spælarunum.