Umframt Anfinn Kallsberg, løgmann, Árna Olafsson, samráðingarleiðara, umboð fyri løgtingið og aðrar føroyskar myndugleikar verða eisini høgtstandandi umboð fyri donsku og bretsku stjórnina við til hátíðarløtuna, tá eitt áralangt stríð millum Føroyar og Bretland verður loyst á friðsælan hátt.
Úr Danmark kemur Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, og úr Bretlandi kemur Tony Lloyd, varauttanríkisráðharri. Hann kemur við einum RAF-hernaðarflogfari til Føroya mánadagin 17. mai.
Nógv verður gjørt burtur úr undirskrivingini, tí við hesi avtalu verður punktum sett fyri eini drúgvari og til tíðir harðari ósemju millum Føroyar og Bretland. Skipað verður fyri stórari samkomu í Norðurlandahúsinum.
Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur havt høvuðsábyrgdina av hesum máli hetta seinasta árið og segði hann eisini longu frá, tá hann varð kosin løgmaður, at marknaósemjan við Bretland fór at standa sera frammaliga í arbeiðsskrá síni. Og so hevur eisini verið.
Eftir at undanfarni løgmaður, Edmund Joensen metti samráðingarmøguleikarnar á embætismannastigi sum úttømdar heitti hann á danska forsætisráðharran um at fáa fund í lag við bretska starvsbróðurin Tony Blair og harvið loysa málið á hægsta politiska stigi.
Hesa gongd steðgaði Anfinn Kallsberg, løgmaður og legði ístaðin upp til óformellar fundir millum teir báðar samráðingarleiðararnar. Og tað eru hesir fundirnir, sum loksins hava givið eitt úrslit - eina avtalu - ið skal leggja fyri tingini í Føroyum, Danmark og Bretlandi og undirskrivast í Havn. Av tí at tað er so nógv útliðið ber ikki til at undirskriva avtaluna, áðrenn hon er góðkend í øllum tingunum. Og fyri ikki at skula útseta málið til í heyst, so varð avgjørt fyrst at leggja hana fyri løgtingið, síðani at undirskriva hana fyri so at leggja hana fyri tingini í Danmark og Bretland. Hetta er ein mannagongd, sum er kend frá øðrum málum eisini.
Tað er ein fegin løgmaður, sum úttalar seg til Sosialin í hesum sambandi. Anfinn Kallsberg dylur ikki fyri, at hetta er eitt av teimum mest týðandi málunum, sum hann hevur verið við til at loysa í politiska arbeiði sínum.
Ætlanin var at undirskriva avtaluna í apríl, men hetta varð útsett av ymsum orsøkum. Fyri at fáa málið avgreitt, áðrenn danska fólkatingið fer til hús, er neyðugt at leggja málið fyri tingið, áðrenn avtalan verður undirskrivað.
Anfinn Kallsberg upplýsir, at hann hevur heitt á løgtingsformannin um at kalla tingið saman, soleiðis at avtalan kann verða løgd fyri tingið mánadagin 10. mai. Henda dagin verður eisini tíðindafundur, har avtalan verður almannakunngjørd.
Ætlanin er at fáa málið avgreitt á tingi í seinasta lagi 17. mai. Og dagin eftir verður so avtalan undirskrivað. Síðani verður avtalan viðgjørd á Ríkisráðsfundi í Danmark tann 19. mai. Ætlanin er so, at avtalan skal avgreiðast av fólkatinginum, áðrenn tað fer til hús. Í Bretlandi ganga 30 dagar eftir, at avtalan er undirskrivað og send til parlamentið, til hon er endaliga góðkend.
Løgmaður sigur, at við hesi gongdini skuldu líkindi verið til, at alt málið er avgreitt í øllum trimum londum einaferð í juni.