Og um hesi viðurskifti tekur rithøvundurin Arthur Koestler soleiðis til: »Orsøkin til, at okkara mentan er í vanda fyri at drukna í einum meldri av akustiskum og visuellum vavstri, er tann, at rotasj [...] Hetta verði á ongan hátt sagt til tess at kasta teimum nakað fyri, sum nú ráða fyri borgum. Loyvi mær enntá at nevna, at ongin politikari hevur gjørt meira til tess at fáa okkara musikkskúlaskipan í lag enn [...] til, sum hann segði, at: »Tónleikur er praktiskur, gevur betri úrslit í skriving, rokning og morali«. Áhugavert kann her vera at skoyta uppí, at nýggjar kanningar í sveits vísa, at fleiri tímar í skúlunum
nakað skjótt til Føroya. Tað má hava verið eitt øgiligt umskifti hjá hesi ungu gentu at koma úr Helsingør og Keypmannahavn á Sund at búgva. Hagar vóru tey í hvussu er komin í 1860, tá ið fyrsta barnið [...] sagt, at Johannes legði inn trøð á Sundi. Jacob Reinert, sum vaks upp á Sundi, minnist at tey sum børn kundu finna leðurpetti frá skómakaraarbeiðinum á trøðni. Tað kann í dag tykjast løgið, at tað bar [...] apríl 1851 fór Johannes niður at læra til skómakara. Beiggi Christoffer Michael, Pram, hevði verið í skómakaralæru í Danmark, men lærumeistarin hevði verið so vánaligur, at hann var rýmdur frá honum heim
megnað at lýst so væl í hesi bók, at hon er at síggja víða hvar, og verður brúkt dúgliga av fjølmiðlunum, so hesi tíðindini um tað serliga føroyska í álmanakkanum koma rættiliga víða. Nøkur ár eftir at Axel [...] atfinningar at hoyra. Mitens fekk bara samtyktina um útvarp ígjøgnum, av tí at hann lovaði at seta á stovn eitt lítið og bíligt útvarp, og har var so lítið út at geva, at tað ikki var ráð til at keypa bond [...] konkretum uppskotum vísir á, hvussu tað ber til at nýta fornar føroyskar byggisiðvenjur til at fáa nýmótans hús í Føroyum. Tað er ikki yvir at dylja, at henda bók hevur verið íblástur hjá nøkrum av okkara frægastu
um, at tað ikki ber til at lesa úr eini bók ella yrkingasavni, uttan at onkur skuldi hava pening afturfyri. At ikki bar til at spæla eina plátu, uttan at fleiri skuldu hava pening afturfyri. Og at leiga [...] Tað tykist vónleyst at fáa fleiri av hesum at skilja, at Rás 2 er ein privat fyritøka, sum skal hava inntøku av sínum tænastum. Og ógjørligt tykist vera at fáa hesi somu at skilja, at sama tænasta frá almennu [...] nógv bíligari at senda tónleik í ein tíma, enn at seta ein ókeypis vert á við tøkningi. Men rætt er tað, at ikki ber til at gera útvarp, uttan at fólk eru, sum halda tað vera stuttligt at gera útvarp. Og
tíð manniliga at verja garð. Um málið, næmingarnir hava við sær í studentaskúlan í dag, sigur Hanus, at tað er rættiliga ójavnt, uttan tó at hava hug at greina tað nærri. Tó sigur hann, at tað eru rættiliga [...] gjørdi, at hann gjørdi av at fara á Føroya Læraraskúla. Tað, at hann var studentur, gjørdi eisini, at tíðin á Lærarskúlanum varð stytt eitt sindur. Enn einaferð kom Hanus »ov seint« í skúla. Av tí at hann [...] Samuelsen metir tó, at tað gongur so skjótt í heimssamfelagnum, at vit hava helst ikki møguleika fyri at finna nýggj orð, so hvørt okkurt nýtt kemur inn á okkum. Tó eiga vit ongantíð at gevast, men alla tíð
tala. Her var eingin ivi. At landsstýrismaðurin kann fáa seg at tosa um, at 0,1% í meiriluta er nóg mikið, tað vísir, at hann antin er politiskt óroyndur ella óbúgvin, ella at hann medvitandi stevnir beint [...] boð um at stegðga vitloysinum. Blokkar eiga at brúkast við skili ?Blokkar? fungera í øðrum londum. Í Danmark er ein kommunal blokkskipan, so at kommunur við serligum tørvi fáa, meðan aðrar noyðast at lata [...] útbúgving, arbeiði og kreativiteti, og fyri at seta búgv og at virka í einum frælsum og sosialt rættvísum landi. Tað er uppgávan at víðka um karmarnar, ikki at kappa vinarbond. Ríkisfelagsskapurin við Danmark
hóvlig í trúðarspurningum. Kanska hesi hava skilt orðið hjá Montagne um deyðan og um at liva nú, ella kanska at Erasmus frá Rotterdam og Martin Luther vóru báðir kristnir, at ein humanistur er ikki eitt ónt [...] felags , at allir bólkar hálova tí simpla og óseka lívinum, har fólk ikki eru oyðiløgd av lívinum í stórbýum, ið er vanur við at arbeiða og skúgva egnan túrv til viks, eitt menniskja, ið er bundið at heimstaðnum [...] nógv við humanismuna at gera, men tó andin haðan elvdi til hesar stóru fatanarfrøðisligu broytingar. Descartes kom at kasta partar av miðaldrar og antikku heimspekini í grøvina. Við at krevja próvførslur
frá tí tónleiki, ið kirkjufólkið fór at hoyra hetta árið - m.a. fór kór at syngja (eftir samrøðuni at døma er talan um blandað kór). Og gamlir sangarar minnast, at hetta var ikki seinasta ferðin, ið Waagstein [...] kóri hjá Waagstein í eitt langt áramál. Eivind veit at siga frá, at Waagstein fekst ofta við kór, ið vóru samansjóðað til ávís høvi - eitt nú plagdi hann at savna fólk saman til kórsang, so hvørt sum hann [...] ferð, at føroyingar hoyra hesi gomlu, føroysku sálmaløgini harmoniserað. Miðskeiðis í farnu øld maltrakteraði danska tónaskaldið Henrik Rung Óluvukvæðið - men annars eru, tað eg veit, eingir nótar at finna
tvískinning. Bók eftir bók síðani Dóttur av Proteus (1980), grein eftir grein síðani Gud viti nær er sama óávísa lagið komið á meg, sami varhugi av, at smakkvísi mín ridlar. Leingi helt eg, at hetta mundi [...] mundi hvíla av tí, at aldurs- og lyndismunur gjørdu, at so nógv bar ímillum okkara bókmentaliga. Eg hugsi ikki, at eg tosi Hanusi Kamban upp á bakið, um eg sigi, at hann sum heild byggir fagurskriving sína [...] væntandi leikhúsgestum) at uppliva, er at verða vitni til, hvussu tað alsamt verður meiri og meiri synd í Hans Andriasi Djurhuus, so syndarliga synd, at lesarin (ella leikhúsgesturin) at enda kleimist í eini
hesa skipan, má ásannast, at teirra partur hevur ikki ligið eftir hesi fimti árini. Fært tú ikki tann, tú elskar, mást tú royna at elska tann, tú fært, og vóna, at alt fer at laga seg til tað betra. Í [...] bæði fyrr og síðani, at hjá føroyskum listamanni er ofta smáligt og kanska beinleiðis svangligt viðhvørt. -Tað vistu vit frammanundan, hevur hann greitt frá. Vit vistu, at tað fór at vera smátt, og tað var [...] var ikki, tí vit hugsaðu um innløguna, at vit stundaðu eftir at sleppa heimaftur. Tað var meira einfalt enn so: Vit hildu okkum hava verk at gera í Føroyum«. Við útisetunum kom eisini Listafelag Føroya