Hann er fyrst og fremst kendur sum prestur, og tað gjørdist hann fyrst í Suðurstreymoyar prestagjaldi, nýkomin av Flatlondum í 1954. Hetta starv hevði hann í trý ár. Í 1960 fekk hann kallið í Kvívík, og har var hann í nítjan ár. Síðstu tíggju árini av starvstíð síni hevði hann í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, og gavst hann í januar 1989 - eitt sindur ov tíðliga - av tí at heilsan var vorðin heldur vøkkul.
Vit hava havt nógvar góðar prestar í Føroyum, og ikki er yvir at dylja, at Axel hevur verið ein av teimum. Hann arbeiddi dúgliga við prædikum sínum, skrivaði alt niður, og las upp eins og hann als einki handrit hevði. Hetta var ikki bert til vanligar guðstænastur, men eisini til so mangt annað, sum hoyrir starvinum til - barnadópar, konfirmatiónir, brúðarvígslur og jarðarferðir. Einki var tí at siga til, at tey vóru mong, ið vendu sær til hansara, tá ið á stóð.
Ættin
Men umframt at vera ein góður prestur hevur hann verið ein av fremstu mentanarmonnum okkara.
Hetta hevur hann ikki frá fremmandum.
Faðir hansara var H. C. W. Tórgarð, arkitektur, sum eisini var ein av okkara fyrstu rithøvundum. Hann gav í 1932 út bókina Føroysk hús, har hann við konkretum uppskotum vísir á, hvussu tað ber til at nýta fornar føroyskar byggisiðvenjur til at fáa nýmótans hús í Føroyum. Tað er ikki yvir at dylja, at henda bók hevur verið íblástur hjá nøkrum av okkara frægastu arkitektum. Hans Tórgarð dugdi sera væl at taka til orðanna og var ein góður táttayrkjari.
Móðir Axels var úr Nólsoy, og í hennara ætt livdu tey fornu kvæðini og sálmasangurin. Nakrir av teimum bestu skiparunum eru skyldmenn hjá Axeli.
Axel var føddur í Havn í 1923, og plagar hann at siga, at hann varð føddur í Ebenezer, tí barnaheim hansara varð tikið niður, tá Ebenezer varð víðkað fyri einum hálvthundrað árum síðani. Tá hann varð føddur, var faðirin bæði býráðsformaður í Tórshavnar kommunu og umboðaði Suðurstreymoyar valdømi í løgtinginum.
Móðurloysingur og studentur
Men skjótt kann broytast. Móðirin doyði frá børnunum, sum komu til góð fólk. Eitt nú fór tvíburabróðir Axels, Poul, til mostrina Mariu Eide, sum var lærarinna í Funningi, og er hann tí kendur undir navninum Poul Eide. Einasta barn, sum var verandi eftir hjá faðirnum, var Axel. Hann gekk í kommunuskúlanum og fór ikki í millumskúlan sum tey, ið høvdu ætlanir um bókliga lívsleið.
Men tá hann í 1937 var fjúrtan ár, varð Studenta- og preliminerskeið Føroya Løgtings sett á stovn. Har varð hann upptikin, og fýra ár seinni hevði hann sum tann fyrsti næmingur fingið bæði preliminerprógv og studentsprógv á hesum skeiði. Har var bert málslig deild, og fekk hann tí nýmálsligt studentsprógv.
Hann slapp tó ongan veg at lesa, tí heimskríggj var, og bretar høvdu hersett Føroyar. So royndi hann ymist, var læraravikarur, ferðaðist runt um alt landið saman við Dánjal Jákupi Bærentsen, tí seinna landsdjóralæknanum, at býta út gassmaskur, og var annars týðari hjá bretunum.
Eftir krígslok fór hann til Danmarkar at lesa á universitetinum í Keypmannahavn, og var hann liðugur í 1954 sum cand. theol.
Hann var sera virkin í studentaumhvørvinum í lestrarárunum. Tað var í hesum árunum, at studentarnir av álvara fóru at føra fram ólavsøkukabarettir, og har var Axel fastur fúsur og yrkti vísur, sum enn liva á mannamunni.
Eitt, sum studentarnir í hesum árum fingust við, var at fáa danska útvarpið at senda á stuttbylgju til Føroya. Hetta var bara ein tíma hvønn sunnudag seinnapart, men tað vóru fyrstu regluligu sendingar á føroyskum, ið vóru at hoyra. Har var Axel uppií.
Útvarpsstjóri
Tá hann fekk prógv sum cand. theol. í 1954, var hann skjótur at koma heim aftur, og umframt at vera prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi var hann eisini lærari í latíni, m.a. í studentaskúlanum.
Ein dagin hevði hann stór tíðindi at bera sínum næmingum. Hann segði, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Edward Mitens, hevði biðið seg koma út í Tinganes á fund. Mitens segði, at nú løgtingið hevði samtykt at seta á stovn Útvarp Føroya, hevði verið søkt eftir stjóra, men hann hevði ikki hug at seta nakran av teimum, sum søkt høvdu. Tí vildi hann spyrja Axel, um hann kundi hugsa sær at gerast stjóri í hesum nýggja stovni. Axel segði seg hava tikið av tilboðnum.
Útvarpið kom í luftina, men umstøðurnar vóru trongar, bæði plássi og fígging viðvíkjandi. Nógv vóru tey, ið fegnaðust um at vit høvdu fingið útvarpið, men onnur hildu, at tað var alt ov dýrt. Vert er at minnast til, at samtyktin um at seta á stovn útvarp í Føroyum ikki var komin ígjøgnum løgtingið, um hon hevði fingið eina atkvøðu minni. Landsstýrisflokkarnir vóru ósamdir um málið, og tá løgtingsorðaskiftini vórðu send í útvarpinum, vóru nógvar atfinningar at hoyra. Mitens fekk bara samtyktina um útvarp ígjøgnum, av tí at hann lovaði at seta á stovn eitt lítið og bíligt útvarp, og har var so lítið út at geva, at tað ikki var ráð til at keypa bond til upptøkur. So hvørt nýggjar upptøkur skuldu gerast, var neyðugt at endurnýta bondini, og mentanardýrgripir vórðu forkomnir.
Fyri at fáa rúmari fígging var neyðugt við undirtøku frá politisku skipanini. Skjótt kom Axel til tað úrslit, at hann ikki hevði hug til at nýta sítt lív til at boksast við politikararnar um játtanir, og tí segði hann stjórastarvið frá sær og vendi aftur til sítt egna fak. Tað var tá hann gjørdist prestur í Kvíkvík.
Havnarmaður frilansari á bygd
Tað gekk bara væl hjá hesum havnarmanni at koma út á bygd. Nú tekur tað bert ein hálvan tíma at koyra ímillum hesi bæði plássini, men tá var fyrst at fara til Kollafjarðar við bussi og haðani sigla við einum fari hjá Meiarínum til Havnar. Ein havnarferð tók tí allan dagin, og hildu fólk seg tí mest heima uttan so at alneyðugt var at fara av bygdini.
Hóast Axel var farin úr útvarpinum, so slepti hann tí tó ikki heilt, men gjørdist tann fyrsti veruligi frilansarin.
Skrivligt prestaarbeiði
Ein táttur, sum hann tók upp, var morgunlestrarnir, hesar andaktirnar, sum eru hvønn gerandismorgun. Her verður ein stuttur lestur lisin, men hvør skuldi skriva hann? Tað gjørdi Axel sjálvur, og fekk hann deknar at lesa. Hetta gekk væl, og ár út og ár inn skrivaði hann hesar morgunlestrar. Í 1987 gav hann út eina lestrarbók við morgunlestrum. Tá kom tað veruliga fram, at tað var hann, sum hevði skrivað hesar lestrar í mong ár. Viðhvørt barst honum frá, og tá mátti onkur annar prestur taka við. Ringt var mangan at fáa nakran, og teir hildu hetta vera hart at hava hangandi yvir sær afturat øllum øðrum arbeiði.
Ein avleiðing av hansara virksemi við lestrum var, at honum varð litið til at geva út lestrar eftir Gudmund Bruun, sum komu út í 1968. Gudmundur hevði donsk foreldur. Faðirin, Emil Bruun, var prestur í Vágum tá Gudmund varð føddur, og síðani í Suðurstreymoyar prestagjaldi til hann fór niður, áðrenn Gudmund fylti seks ár. Men ongantíð misti hann tað føroyska málið burtur, og eftir at hann var vorðin prestur í Danmark hevði hann føroyskar gudstænastur hvønn mánað í Keypmannahavn. Hesar prædikur helt Axel vera so góðar, at hann gav út bókina Ljósið rann av kærleiks runni við lestrum til fyrru tekstarrøð. Fyri at fáa lestrar til aðru tekstarrøð gav Axel í 1995 út lestrarbókina Lívið spratt av kærleiks rót við lestrum eftir fyrrverandi og núverandi prestum í Norðurstreymoyar prestagjaldi. Harumframt hevur hann givið út Orðið er tær nær í 1993 og Ein halgisøga, ein jólavísa og eitt ævintýr í 1994.
Tá onnur útgáva skuldi gerast av sálmabókini, vóru boð eftir Axeli at leggja til rættis saman við nógvum øðrum góðum fólkum. Kollegar hansara vóru ovfarnir av teimum arbeiðsevnum, sum hann hevði, og hevur henda útgáva fingið góða móttøku frá kirkjufólkinum.
Týðingar av heimsbókmentum
Í 1964 hevði mæta enska skaldið William Shakespeare 400 ára føðingardag. Tá heitti útvarpið á Axel um at týða ein av leikum hansara, og tað gjørdist Julius Caesar, sum varð sendur sum hoyrispæl í útvarpinum. Nú fekk hann hug til at gera meir burtur úr hesum mæta skaldi, og tá hann í 1998 varð biðin um at týða Dreymin jóansøkunátt til eina stóra sýning í Norðurlandahúsinum, og hesin leikur kom út á prenti, eydnaðist eisini at fáa Julius Caesar, Macbeth og Keypmannin í Venesia út. Hann hevur eisini týtt nakrar leikir afturat eftir Shakespeare.
Eitt skifti búði ein amerikumaður í Kvívík. Hann lænti Axeli ta fyrstu bókina, J. R. R. Tolkien hevði skrivað. Hon eitur “The Hobbit”. Axel varð hugtikin av henni, týddi hana og las hana upp í útvarpinum undir heitinum Hobbin. Hon var stórliga fagnað. Seinni týddi hann Klávus bónda á Bóli eftir Tolkien. Hesar eru báðar útkomnar. Stórverkið hjá Tolkien, Ringanna harri, var ein bók sum hann eisini las fleiri ferðir og var hugtikin av, men hann himpraðist við at fara undir at týða hana, tí hann helt hana vera ein ov stóran bita fyri ein so gamlan mann. Men tá filmurin um bókina kom fram, fekk hann brell og fór undir verkið, hóast hann var farin um tey áttati! Eftir einum góðum ári var hann liðugur, og eydnaðist tað eisini at fáa allar tríggjar bøkurnar út.
Ein annar breti, sum hevur skrivað heimsbókmentir, er Lewis Carroll. Kenda bók hansara Lisa í Leikalandi kom út í 1988, og í 1994 kom bókin Eftir Snarki.
Aðrar týðingar
Rudyard Kipling er serliga kendur fyri søgur sínar um Mowgli, og tær týddi Axel og komu tær út í 1997.
Enska skaldið Eric Linklater var á hesum leiðum undir heimsbardaganum, og gav tað honum íblástur til tvær skaldsøgur, sum Axel týddi fyri útvarpið. Onnur eitur Summardimmið, og hin eitur Sjórænarar á havsins dýpi bláa.
Sum longu Lucas Debes greiddi frá í 1673 hava føroyingar stóran áhuga fyri talvi, og bæði kallmenn og kvennmenn duga væl at telva. Tað var tí ikki av tilvild, at Axel fekk áhuga fyri tí týsku Talvsøguni eftir Stefan Zweig, sum hann týddi til útvarpið og sum eisini er útgivin.
Á ungum árum las Axel yrkingina sum N. F. S. Grundtvig hevði skrivað um páskaliljuna og Jesu uppreisn. Hann var hugtikin av henni og týddi hana til føroyskt. Í 1990 kom hon út við føgrum myndum, sum Zacharias Heinesen teknaði til hesa útgávu.
Eins og Grundtvig hevur Petter Dass havt nógvan týdning fyri føroyingar, og er hann eisini umboðaður í okkara sálmabók. Axel kendi mætu yrking hansara Nordens Trompet frá skyldfólkum sínum í Nólsoy, og fór hann undir at týða hana og kom hon út í 1999.
Týðingar úr forngrikskum
At týða úr donskum, norskum, enskum og týskum eru tað so nógvir aðrir føroyingar sum hava gjørt, men teir kunnu teljast á einari hond, sum hava týtt úr grikskum. Men eisini hetta hevur Axel gjørt.
Hetta kom fyri á tann hátt, at lærararnir á studentaskúlanum høvdu fornaldarfrøði, ið er um ta fornu griksku mentanina. Tilfarið var danskar týðingar av grikskum tekstum. Teir hildu tað vera synd, at teir sum føroyskir lærarar skuldu sita og lesa danskar tekstir við føroyskum næmingum, og heittu tí á Axel um at týða teir sjónleikir, sum lesast skuldu. Hann legði fyri við at týða sjónleikin Antigone eftir Sofokles. Týðingin fekk jaligar viðmerkingar frá næmingunum, og tá Norðurlandahúsið skuldi føra fram ein leik, varð henda týðing vald og fekk góða undirtøku á palli. Skjótt týddi hann so leikin Medeia eftir Euripides, sum fekk eins góða móttøku.
Fyri hesar týðingar fekk Axel heiðursløn M. A. Jacobsens í 1989.
Somuleiðis týddi hann leikin Agamemnon eftir Aiskylos, sum kom út í 1992. Hann sigur hesa týðing vera ta torførastu, sum hann yvirhøvur hevur fingist við, men tað leggur lesarin ikki merki til.
Hesar týðingar úr grikskum fekk hann til at fara undir at týða tær sonevndu apokrýfisku bøkurnar til føroyskt. Hetta eru nakrar bøkur, ið standa í tí bíbliu, sum varð nýtt í Føroyum í katólsku tíðini. Luther tók tær við í sína bíbliutýðing, og standa tær framvegis í gomlum bíblium, men eru síðani merkiliga forfjónaðar og hava ikki verið við í teimum føroysku bíbliunum. Axel helt tað vera spell, at vit ikki skuldu kunna lesa hesar tekstir, sum forfedrar okkara fingu nógv burtur úr, á okkara egna máli. Hann fór tí í gongd, og eftir fýra mánum hevði hann fullført verkið, og kom bókin út í 1990. Í fyrstuni skeitti hann í aðrar týðingar, men hetta tók alt ov langa tíð, og týddi hann síðani beint úr grikskum. Týðingin er avbera løtt at lesa og tó væl í samsvari við upprunatekstin.
Frá sponsku fluguni til Per Gúnt
Hóast Axel sat nógv við sítt skrivaraborð, livdi hann til fulnar við í bygdarlívinum. Eitt nú høvdu kvívíkingar altíð verið óførir at skipa fyri ymsum tiltøkum í bygdarhúsinum. Viðhvørt høvdu teir spælt sjónleik, og høvdu teir ein góðan pall. Teir heittu á Axel um at hjálpa sær, og hann týddi ein leik fyri og annan eftir.
Einaferð kom upp á tal at spæla ein leik sum æt Spanska flugan. Axel fekk bókina, gekk við henni í hondini runt í stovuni og dikteraði hvussu alt skuldi sigast á føroyskum. Tá fýra kvøld vóru farin á henda hátt var týðingin liðug. Undirtøkan var stór, fólk komu alla staðni frá at síggja, men tað endaði við, at kvívíkingar máttu fara aðrastaðni at spæla eisini. Tá liðugt var, høvdu umleið 13.000 fólk sæð leikin, og tað sigst vera føroyskt met.
Einasta av týðingum til kvívíkingarnar, sum er komin upp á prent, er Kerligheit men ongar hosur eftir Johan Hermann Wessel, sum kom út í 1991.
Tá Axel var farin um tey áttati, vildi Leikpallur Føroya føra fram sjónleikin Per Gúnt eftir Henrik Ibsen. Hetta er ikki hissini leikur at fara undir, og norðmenn plaga at siga, at eingin líkinda týðing er gjørd til nakað annað mál av honum. Men Axel týddi so hvørt venjingarnar fóru fram, og kom hann so væl frá hesum, at tey eru mong, sum halda tað vera spell, at henda týðing ikki enn er útkomin, men tað fer hon kanska at koma.
V4 tættir
Tá útvarpið fór undir V4 sendingarnar, gjørdu teir nógv burtur úr at framføra nýggjar táttir, sum serliga Hermann Jacobsen sang. Ofta kom tað fyri, at telefonin ringdi í prestagarðinum í Kvívík á middegi leygardag. Tá var tað útvarpið, sum var í telefonini, og neyðin var, at teir máttu fáa ein tátt afturat til sendingina sama kvøld. Tað tók ikki langa tíð, so ringdi Axel suður aftur og las nýggja táttin upp fyri teimum. Hermann fekk hann og sang hann út til alt Føroya fólk, áðrenn náttin var komin!
Dagar og nøvn í álmanakkanum
Týðaraarbeiði hansara hevur mest sum alt snúð seg um fagrar bókmentir. Men hann hevur eisini skrivað eina rættiliga fakbók, og hon er Dagar og nøvn í álmanakkanum, sum kom í 1994. Hon byggir á tvær sendirøðir, sum hann hevði í útvarpinum um messur og søkur í árinum, har hann savnaði saman upplýsingar um fornar siðir í sambandi við teir gomlu katólsku halgidagarnar. Slíkar bøkur eru nógvar í øðrum londum, men sær er siður á okkara landi, sum ikki er aðrastaðni, og tað hevur Axel megnað at lýst so væl í hesi bók, at hon er at síggja víða hvar, og verður brúkt dúgliga av fjølmiðlunum, so hesi tíðindini um tað serliga føroyska í álmanakkanum koma rættiliga víða.
Nøkur ár eftir at Axel var farin frá sum prestur búði hann í Kvívík. Tá lestur skuldi lesast í kirkjuni spurdi deknurin viðhvørt, um hann hevði onkran lestur tøkan, og so skrivaði hann bara ein nýggjan at lesa!
Børnini og abbabørnini eru í Havn, og tí fingu Margreta og hann sær hús í Hornabø, har tey framvegis búgva.
Tøkk
Eg skal ynskja Axeli tillukku við føðingardegnum og takka honum fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri tað føroyska málið í kirkju, í skúla, í útvarpi, á leikpalli og í bókum. Eg havi kent hann í meir enn eina hálva øld sum prest, sum lærara, sum útvarpsmann, sum lærarakollega og ikki minst sum rithøvund, har eg havi havt tann heiður at sloppið at geva út ein part av tí, sum hann hevur skrivað. Tað hevur verið ein frøi at kent hann, og skal eg nýta høvi til at takka honum fyri avbera gott samstarv.
Zakarias Wang