Hugbirtingar eftir eitt ára roynd
Ó.J. Rólantsson
Tað fyrsta ein lærir, tá ein flytir frá almennum til privat fyritakssemi, er, at alt kostar. At pengar skulu til. At lønin ikki kemur av sær sjálvari. Tað næsta, ein lærir, er, at bæði tey, ein virkar saman við, og tey, ein samskiftir við, helst eisini skulu hava løn. Hetta lærdi ein sum heilt ungur, men nýtt er í øllum nýggjum. Hvat visti eg um, at tað ikki ber til at lesa úr eini bók ella yrkingasavni, uttan at onkur skuldi hava pening afturfyri. At ikki bar til at spæla eina plátu, uttan at fleiri skuldu hava pening afturfyri. Og at leiga, el, telefon, ISDN og teldusamband kostaði so nógv.
Triði lærdómurin er sokallaði flexibiliteturin, hetta, at ein strekkir seg langt út um bæði faklig og onnur avtalaði mørk. Fyri »sakina«, so at siga. Eitt slag av solidariteti, sum er óneyðugur á flestu almennu stovnum við neyvt tilskilaðum arbeiðsuppgávum og arbeiðstíð.
Frammanundan vóru bæði útvarp og mentan so at siga sett í system í Føroyum. Mentafólk og fólk annars høvdu eins og eg eina vantandi fatan av teimum møguleikum, sum lógu í einum privatum og óheftum útvarpi. Tá umræður reklamu, umrøðu, sølu og sokallaða »meiningsdanning«, so vóru vit í Føroyum álvarsligir eftirbátar, og hava framvegis nógv eftir at læra.
Stuðulin til og harvið møguleikin fyri at reka privat útvarp í Føroyum kom ikki haðani, eg hevði roknað við. Hevði fyrigyklað mær, at størstu privatu fyritøkurnar í landinum fóru at tryggja raksturin saman við kommunum. Og at tað skipaða mentanarlívið fór at tryggja innihaldið. Men so varð ikki. Als ikki.
Stuðulin kom í mestan mun frá smávinnuni og frá arbeiðsfólkinum. Altso tí, vit í vanligari talu kalla vanliga fólkinum. Spurdi meg sjálvan hví so ofta, at eg fór at spyrja hini, hví so var. Og svarið frá vanliga fólkinum var líka so einfalt sum tað var sjálvsagt. Her var eitt útvarp, har tey fingu tað, tey bóðu um, har tey kendu seg at hava ávirkan. Gerandisligt og hugnaligt. Fyri fjøldina.
Alt gott um tað. Men fjálganin av smávinnuni, hundraðtals samrøður við vanliga føroyingin, fiskimannin, arbeiðsmannin, breiða ynskikonsertkenda tónleikavalið og fría innihaldsliga ávirkanin hjá fjøldini ? tað er ikki akkurát nakað, sum ávirkar tann partin av samfelagnum, sum situr á kapitalinum, sum stjórnar skipaðu mentanini og politikkinum, bæði í kommunalum og í landshøpi. Hesi hava jú frammanundan fría atgongd til verandi miðlar, halda seg ikki hava tørv á einum miðili afturat, og avgjørt ikki, um tey skulu gjalda fyri tað. Miðlar er nakað, ein helst skal hava inntøku av. Á ein ella annan hátt.
Hetta, at fólk halda seg hava sjálvsøgd krøv til ein tílíkan miðil sum okkara, er dagligur kostur hjá okkum. Fólk skriva ella sláa uppá tráðin og krevja ymiskt av okkum, lukkuliga óvitandi um, at vit ongar skyldur hava mótvegis teimum uttan tær sjálvsøgdu pressuetisku og revsilógarligu skyldurnar. Og rættiliga lot gerast tey tí ofta, tá veruleikin rennir upp fyri teimum, at tað ikki er Útvarp Føroya, tey tosa við, at tænastan, vit veita teimum, er teimum fullkomiliga ókeypis, og at tey ikki við pantihóttan eru kravd eftir fígging til okkara tilveru. Og tískil heldur ikki kunnu seta okkum stórvegis krøv.
Hesi somu eru ofta tey, sum seta spurningin: »Hví gera tit ikki.......?«, uttan at seta spurningin, hvør skal gjalda. Okkara fatan má tíverri vera, at vil eingin stuðla einum tiltaki, so er áhugin rætt og slætt ov lítil, og so verður tað ikki sett í verk. Vit hava ikki ráð til tess. Og tað er oftast frágreiðingin, hví vit sjáldan hava jazzsendingar, føroyskan sálmasang, klassiskar konsertir o.s.fr. Tað bara kostar, vit fáa onga tøkk afturfyri, bert uppøstar lurtarar, sum vilja hoyra okkurt annað. Svarið er tað sama, tá spurt verður um »tungar« mentanarsendingar við »etableraðari« luttøku. Tað kostar!
Men spurningurin er, um tað ger nakað. At rásin ikki hevur ráð til áðurnevnda. Tí hvat ynskir fjøldin? Seinnaparturin á Rás 2 er eftir eitt ára royndum samansettur eftir ynski lurtaranna. Fullkomiliga. Og ein kortlegging av, hvør lurtar hvar og nær, sýnir, at tað er tann breiða fjøldin, fyrst og fremst vanliga arbeiðsfólkið, stóru arbeiðsplássini, sum skrúva yvir á Rás 2.
Tann, ið ikki sær, hvørja ávirkan henda gongd eisini hevur havt á ÚF, er antin blindur ella býttur. ÚF hongur kortini eftir við teimum »tungu« sendingunum. Og ÚF hevur mótvegis rásini skyldu til at framleiða hesar sendingar, tí tað pinkalítla fátalið, sum ynskir hesar sendingar, hevur krav uppá at hoyra tær, tí tey gjalda eisini lurtaragjald. Tey gjalda fyri at fáa síni krøv uppfylt.
Tað er rættiliga hugstoytt, aftur og aftur at síggja fólk samanbera Rás 2 og ÚF. Tosa um Rás 2 sum ein konkurrent hjá ÚF. Her er ikki høpi í. Rás 2 kann aldri við núverandi inntøku kappast við ÚF, har bert lønar-, samsýningar- og stjórnarútreiðslurnar liggja um 20 miljónir, og har inntøkurnar bert frá lurtaragjaldi liggja um 15 miljónir, umframt einar 5 miljónir í V4 og øðrum. Ein kann t.d. spyrja, hvussu Sonne Smith í hálvum starvi skal konkurrera við 9 fulltíðar starvsmannalønt fólk á tíðindadeildini hjá ÚF? Hvussu í mesta lagi 4 fólk á vakt ein seinnapart á Rás 2 skulu konkurera við kanska 40, fastlønt og free-lancarar, í ÚF? Bert slutur. Í einstøkum førum kann Rás 2 gerast eitt alternativ, men í flestu førum helst bert eitt supplement.
Tað tykist sera torført at fíggja eitt privat útvarp við øðrum enn lýsingum. Kemur orðið »stuðul« ella t.d. kommunal sponsorering uppá tal, er tað sum at seta eld á. Fjølmiðlar rúka upp at garta umgangandi, hesir hava teir flestu politiskt tilknýti, øsing kemur í grindina, málið verður vavt uppí ein ellibita og endar úti á síðulinjuni, har tað verður liggjandi. Óneyðugt at siga kappast hesir fjølmiðlar um sama lýsingamarknað, sum Rás 2.
Tað løgna er, at kommunur og stovnar í hópatali rokna við stuðuli frá Rás 2. Umrøðu og reklamu annars, skilst. Tað tykist vónleyst at fáa fleiri av hesum at skilja, at Rás 2 er ein privat fyritøka, sum skal hava inntøku av sínum tænastum. Og ógjørligt tykist vera at fáa hesi somu at skilja, at sama tænasta frá almennu fjølmiðlunum ikki er ókeypis, tí hana gjalda vit øll fyri.
Er tað so torført at skilja, at tá borgarar í Tórshavnar Kommunu árliga undir pantihóttan gjalda fleiri miljónir í útvarpsgjaldi, at so er tað skotið eitt sindur við síðuna av at rokna við, at Rás 2 skal veita somu ella betri tænastur fyri einki??
Jamen, tit hava free-lancarar og onnur, sum arbeiða at kalla fyri einki? Tit hava fleiri sendingar, sum tit ikki gjalda fyri! Hetta klaga fólk eisini um, t.d. í gestabókini á heimasíðuni. Tað er rætt, at ikki hevði borið til at fylt senditíðina við tilfari, um fólk ikki vóru, sum gjørdu sendingar so at siga til stuttleika. Og summi bara fyri at stuðla. Men íløgan skal kortini afturgjaldast, hvør senditími kostar, tøkningar skulu hava løn, SEV og Føroya Tele skulu hava sítt, húsaleigan skal gjaldast, og rakstrarútreiðslurnar økjast tí eisini av tí, sum er »ókeypis«.
Tað er sostatt nógv bíligari at senda tónleik í ein tíma, enn at seta ein ókeypis vert á við tøkningi.
Men rætt er tað, at ikki ber til at gera útvarp, uttan at fólk eru, sum halda tað vera stuttligt at gera útvarp.
Og tað royna vit eftir førimuni. Og tað fáa vit dagliga eisini viðurkenning fyri. Og rós. Men rós er sum kunnugt aloftast nakað, mann fær, tá mann ikki fær pengar fyri tað, ein ger!
Rás 2 virkar ikki undir somu treytum sum almennu miðlarnir. Umstøðurnar líkjast meira teimum hjá bløðunum, undantikið at vit heldur ikki hava loyvi at krevja lurtaragjald, samanber við haldaragjaldið hjá bløðunum. Vit hava heldur ongan landskassa at gjalda okkara sendinet, og heldur ongan almennan stovn at fara til við umbøn um at bera okkara tíðindi út um oyggjarnar.
Sum sagt: Ongan almennan stuðul higartil og einki lurtaragjald. Bara lýsingar og sponsoreringar. Men eisini á tí økinum eru lógarfestar forðingar. Ein sponsor má t.d. ikki hava ávirkan á innihaldið í eini sending. Ímyndi tykkum, hvussu torført tað er at praktisera. Og vit hava ikki loyvi at varpa sendingar, onnur hava framleitt ? ímyndi tykkum støðuna, um somu treytir vóru galdandi fyri SvF??
Ein sigur vunnu vit kortini í farna ári, tá løgfrøðin í Mentamálastýrinum skar ígjøgnum knortlutu lógartekstirnar í kringvarpslógini og staðfesti, at Rás 2 hevur heimild at gera redaktionellar sendingar, eisini um politikk, og at Rás 2 hevur heimild at taka ímóti ískoytisveitingum, eisini frá politiskum flokkum. Harvið fingu vit eisini staðfest og viðurkent okkara journalistiska integritet.
Spurningarnir, eg fekk til hetta innlegg, vóru: Hvussu skarst, ger samanberingar, lýs upplivingar, forðingar, avbjóðingar og menningarætlanir.
Vit komu inn í nýggja árið við reyvini í vatnskorpuni. Samanberingar havi eg gjørt nakrar. Upplivingarnar kundu fylt eina heila bók. Forðingar havi eg lýst nakrar, men tær eru tær flestu til at vinna á. Avbjóðingarnar annars eru tær somu, sum hjá øðrum miðlum: at skipa eitt so gott innihald sum møguligt við tí sera avmarkaða fólkatilfeingi, vit ráða yvir. Menningarætlanirnar umfata í fyrstu atløgu at fáa raksturin at bera seg. Um stutta tíð kemur ein sendari afturat á Hestin, so røkka vit flestum føroyingum.
Men endamálið er tað sama sum áður. At gera eitt fólksins útvarp. At gera eitt útvarp fyri fjøldina. Og tað gongur í veruleikanum ikki so galið við tí!
Um vit yvirliva at taka saman umaftur næsta ár, veldst um undirtøkuna frá vinnulívinum og teimum mongu, sum søgdu, at tørvur var á einum alternativi ella einum supplementi. Entusiasman røkkur bara til eitt vist.