"Videre afviser vi, at Bibelen skal kunne bruges til at oprette en religiøst styret stat. Om så vi fik sådan et teokrati overrakt kvit og frit, ville vi ikke ha' skidtet. Vi tror hverken på hellige hære eller kristelige krige. Faktisk kan vi bedre leve med et pluralistisk samfund end et såkaldt gudstyret samfund. Og vi tror overhovedet ikke på, at Bibelen giver den kristne den ringeste ret til overgreb imod andre eller foragt over for andre."
Leiðarin innan kirkju- og missiónssøgu Finn Aa. Rønne og teologiski lærarin, Cand. theol. Leif Andersen, 2002
????????????????????
Seinni partur av tveimum:
???????????????????
Verri er sterka anti-humanistiska argumentið. Hesi meina, at humanistar vilja seta Gud til síðis, ella burturbeina hann heilt. Henda dómadagskós er fyri tað mesta tálmandi og blindandi tokutala, hesin bardagi fyri svartskygninum, finst sum eitt ovurhonds leiði við modernaða mentan, vesturlendska siðmenning og fólkaræði og ikki minst við humanismu.
Tað er hugvekjandi at minnast, at allar ógvusligar totaliterar anti-liberalar rørslur í 20. øld., frá fasismu, marxismu, maoismu, nasismu, kristnari- og muslimskari fundamentalismu til ógvusligari sekulariseraða nationalismu, altíð hava roynt at sett tankan um tað einfalda lívið, kristna barnalærdómin fram um alt modernað lív, tí hetta slagið av tilveru umboðar í teirra hugaheimi eina verð, har tankin um eina fólksliga breiða kristna mentan livir best, har etikkurin, solidariteturin, søgan, samleikin og sjálvur sannleikin livir óskælaður og í friði og náðum. Tað slíkum rørslum mangan ikki dámar er serligani stórbýarmentan, ið bjóðar alt tað, sum tann urbana siðmenningin umboðar, samanrenning av ymiskum fólkasløgum, listarligt og kynsligt frælsi, vísund, stuttleiki, persónlig trygd, verdsligt- og mentunarligt vald. Mao Tse-tung, Pol Pot, Hitler, islamistar og kristnar samkomur í Noregi, Íslandi, Finnlandi og Føroyum hava tað til felags , at allir bólkar hálova tí simpla og óseka lívinum, har fólk ikki eru oyðiløgd av lívinum í stórbýum, ið er vanur við at arbeiða og skúgva egnan túrv til viks, eitt menniskja, ið er bundið at heimstaðnum, samkomuni, jørðini og trýr uppá myndugleikar, kirkjuna ella andligar leiðarar o.s.fv. Allar hesar rørslur, nakrar ekstremar og aðrar minni ógvusligar, hava kanska skapt bæði 19. og 20. øld og ávirka nógv meiri enn vit kunnu ímynda okkum. Hesar rørslur hava bygt á eitt ávíst mentanarsvartskygni, ið mangan er henda vanvirðing fyri nútíðini, tí modernaða lívinum, upplýsingarheimspekini, miðsavnan, humanismuni stórbýarmentan og modernitetinum. Soleiðis hevur Taleban-rørslan, sum Mao og Pol Pot, roynt at skapt ein heim av reinleika, moralismu, ið glógvar av væntandi dekadensu, men altíð endar sum kúging, heilavasking og morð. Allar hesar hugmyndafrøðisligu og trúðarrørslur hava roynt at vunnið einkarrættin til tað fólksliga, og hava tí tikið hetta uppá seg at skapa, endurskapa ella elva til tankan um eina fasta trygga og mergjaða fólksliga mentan. So hetta, at fólksligheitin er meiri verulig enn ein og hvør siðmenning og modernaðir tankar um eitt samfelag, ið m.a. byggir á tankan um, at modernaðir stovnar í vælferðarsamfelaginum eru ein partur av eini størri skipan, ið aftur eru partar av einum fólkaræði. Men við at venda hesum við og gera fólkaræði og modernaða lívið til ein syndabukk og hugmyndina um tað fólksliga til politiskt propaganda, hevur tað í 20. øld eydnast hesum bólkum at fáa vald.
Í Føroyum hava vit ikki "frítonkjarar"
Í Føroyum var eingin verulig upplýsingarøld, her var ein "frítonkjari" enn nakað man rópti eftir óvinum (sjálvt um tað mótsætta av einum frítonkjara er ein, ið hugsar ófrælst, er stýrdur!). Í Føroyum var og er ein ramligur luktur av fiski, pengum og bardaga fyri at skapa líkinda kor í hesum mangan so karga landi. Vit eru kanska enn ein andaligur nýføðingur, sum onkur tók til. Enn eru vit noydd at lýta niður í djúpu trúðarinnar brunnar, har skynsemi, ljós ongantíð røkkur botnin. Har vitan og opinleiki slóknar, har bert fordómurin livir, áðrenn tankin er hvestur. Har heimspeki enn sum fyrr, er tvætl. Hetta kann ikki brúkast til nakað siga vit, saman við yrkingum, meðan annaðhvør maður í Føroyum stendur á palli, og boðar Johannesar Opinbering, um undirgang, um djórið, um reiðmenn og endatíðir. Eingin torir at siga frá um, mótmæla, tá vit skulu sita og jagla kristindómin á tamb í 10 ár í skúlum. Sjálvandi eigur heimspeki ongan heimarætt, tykist moralurin vera fyrr sum nú. Fólk eru komin úr 3. g. í Føroyum og halda enn, at heimspeki bert er okkurt vemmeligt gudloysi. Tá hesi koma víðari inn á skúlar, tekur heimspekin og humanisman eina speisama hevnd, tí hon fossar nú úr bókum um pedagogik, læknafrøði, løgfrøði, politiska vísindi, sosiologi, málfrøði, støddfrøði, alisfrøði og t.d. sálarfrøði. Heimspekin er undir øllum, hevur elvt til alla modernaða vísindi, til humanismu. Men enn er hon eitt forfjónað fak í Føroyum, har siðment lond sum Frakland hava hetta fak sum skyldbundið fak fyri øll, er hetta eitt lítið valfak hjá okkum, okkurt er kavfúkvandi rotið her á landi, sum prinsurin Hamlet eisini tók til, bert um annað land, t.v.s. Danmark.
Náttúruvísindi og humanisma
"?hesir hava latið eyguni aftur mótvegis sannleikans ljósi. (?) Tú hevði flent, kæri Kepler, um tú hoyrdi hvat fremsti heimspekingurin við universitetið í Pisa segði, tá stórhertugin var her, tá hann royndi at skræða tær nýggju planeturnar niður av himmalhválvinum og oyða hesar, við logiskum argumentum, sum við andaligum trábønum?."
Calilei í brævi til Kepler í 1610
Størsta vendin og endurnýggjanin skuldi koma við náttúruvísindaligu kollveltingini, ið ikki beinleiðis hevði so nógv við humanismuna at gera, men tó andin haðan elvdi til hesar stóru fatanarfrøðisligu broytingar. Descartes kom at kasta partar av miðaldrar og antikku heimspekini í grøvina. Við at krevja próvførslur menti hann bæði rationalismuna og sjálvandi andan í upplýsingarheimspekini.
Humanistiska heimsmyndin
Kopernikus og seinni Galilei avloystu aristotelisku (eftir Aristoteles) heimsmyndina, og Newton festi seinni í at boða eina heilt nýggja heimsmynd. Innan heimspeki kom Descartes áðrenn hetta at skapa eina nýggjari heimspeki, ið lovaði tí einstaka framat. Alt broyttist jørðin var ikki meiri flata, sólin endaði sum miðan í einum størnuhimmali, har alt ferðaðist, broytti kós, hvarv ella føddist.
Í árinum 1600 kom Johs. Kepler (1571-1630) til Prag. Hesin leitaði eftir Tycho Brahe, sama árið sum Giordano Bruno, bleiv brendur av inkvisitatiónini á Blómutorginum í Rom, tí hesin tosaði um óendaligar stjørnuheimar. Hesar ræðuligu kanningarnevndir, leiddu eftirkanningar og rannsóknir (serl. í miðøld), ið bygdu á ræðslu og forhoyr, ið endaðu sum píning av fólki, øll tey ið tann katólska kirkjan helt vera trúvillingar. Kepler fann Brahe í Prag, eitt hálvt ár áðrenn hann doyði, hesin hevði empiriska vitan um stjørnuferðaleiðir. Brahe hevði áðrenn skakað heimin, við at tosa um eina nýggja stjørnu kallað: "Cassiopeia", tá meinti menn, at stjørnuhimmalin var eitt liðugt skaparverk, ið tí ikki kundi broytast. Danin Brahe hevði ikki torað at stuðlað heliosentrisku heimsmyndini (t.v.s. at sólin, heldur enn jørðin er miðjan í okkara stjørnuhópi) hjá Kopernicus. Eftir tíðina saman við Brahe, kom Kepler at taka til í: "Astronomia Nova", at: "..í heimspekini er bert skynsemi galdandi". At jørðin var rund kundi nú prógvast.
Serliga Francis Bacon skuldi kom at skapa eina induktiva leið, t.v.s. at vísindin skuldi nú byggja á royndir, heldur enn óendaligar bardagar um rætta leið og metafysik. Høvundar sum John Donne og Milton, vóru eisini ávirkaðir av nýggju heimsmyndini hjá Galilei. Tað er sum Johannes V. Jensen helt fyri um Galilei:"Mest stórsligna løtan í søguni hjá allari upplýsing, var tá Galilei fyri fyrstu ferð rendi nýggja kikara sín móti mánanum. Tá datt Aristoteles og bókana bók niður av hyllini". Hetta var tá Galilei sá fýra mánadrabantar fara um planetina Jupiter. Kirkjan noyddist seinni at góðtaka, at modernað náttúruvísindi beinleiðis stóð í andstøðu til tankar um skapanina (genesis) og kristna kosmologi. Seinni gav Darwin djórunum og okkum menniskjum eina søgu, har menningarlæran setti á at siga frá um lógir, ið elvdu til menniskjans nøring, søgu og broyting.
Religiørskapur í Føroyum?
"Cur non ut plenus vitæ conviva rededis?" "Hví ikki sleppa lívinum sum mettur gestur?"
Lucrets
Óivað hava hesar gjáir altíð funnist í føroyska samfelagnum, millum tað sum longu Lucas Debes, Jørgen Landt tosaðu um, sum religiøst vanvid, ið læknin P.L. Panum, eisini skrivaði í bók, ið kom í 1846, at mangir føroyingar vóru harðliga álopnir av religiøsum ørskapi, trúðu uppá huldufólk, vættrar og sóu fanan í hvørjari vælferð. Svabo gamli dámdi einki henda tátt, hann var sum ungur ávirkaður av tonkum um upplýsing og humanismu, har hann vildi seta vísindi ístaðin fyri dogmatik, óvitan og yvirtrúgv. Nærum allir teir kendu føroyingar vit halda vera stórar menn í søguni, Janus Djurhuus, William Heinesen, Christian Matras, Pól F og aðrir, tjóðarbyggjarar, radikal og onnur so sum okkara listafólk, høvundar í dag, vóru og eru hóvlig í trúðarspurningum. Kanska hesi hava skilt orðið hjá Montagne um deyðan og um at liva nú, ella kanska at Erasmus frá Rotterdam og Martin Luther vóru báðir kristnir, at ein humanistur er ikki eitt ónt menniskja, men kann vera trúgvandi, ella hevur sett modernaða morallæru áðrenn fordømingar.
Neyðugt er at tey, sum skriva yvirlýsingar, serliga tann seinasta gevst við royndini at elva til ein religiøst stýrt samfelag, eitt slíkt teokrati. Finn Aa. Rønne og Leif Andersen gera vart við, er hin størsti parturin av teim kristnu ikki áhugað í hesum, tá tey flestu ikki trúgva uppá heilagar herar ella kristin kríggj. Bíblian gevur ikki rætt til á loypa á onnur, til at misskilja hvat t.d. humansima er, til at framskriva ótta og skapa spjaðingar, ið bert byggja á óvitan og viljan til vald á sálunum í Føroyum í ár 2002.
<sum$?$end$!$Neyðugt er at vit gevast við at rópa øll fundamentalistar, hetta er valdsmál, sum orð sum fanatisma, ekstremisma o.s.fv. Og at onnur tosa um eina humanismu, ið tey ikki tykjast vita hvat er.<BR>
<sum$?$end$!$At fólk í Føroyum eru so ódemokratisk, at tey enn ikki tora at lova at okkara valdu fólk kunnu kjakast um týðandi mál. Tí skulu vit berjast fyri at gera alt fyri at vit ikki enda sum eitt ódemokratiskt teokrati, t.v.s. eitt prestastýri.<BR>
<sum$?$end$!$At kristin tora at kjakast opið og frælst og at humansitar ikki kolldøma øll kristin, tí tað er eins ódemokratiskt. <BR>
Humansiman boðar tað øvugta av dogmatikki, hon tosar um at menniskja kann fáa andans og tankans frælsi um tað torir at líta um eina fasthaldandi heimsmynd, ið mangan bæði er vísundaliga afturvíst, men sum er eitt spott av Guds skaparaverki (um vit siga ein slíkur finst), tí hesi hava ongantíð viljað viðurkent undurfulla heimin, planeturnar, stjørnuheimarnar, menningina av djórunum og søguni hjá okkum og planetunum, tí hetta er alt samalt, eisini tey samkyntu, Guds skapanarverk (fylgja vit hesum tanka). Kristna konservatisman og bíbliutrúgva lesingin av øllum blindar seg sjálvan, leiðir til stagnatión og fremmandagerðing av lívinum og eina avmarking frá veruleikanum, tí modernaða samfelagnum. Humansiman boðar opinleika, kjak, hon skrivar greinar sum hesar, og krógvar seg ikki millum aðrar samsintar, í hatri og ótta fyri øllum framtøkum. Humansiman boðar, enn sum fyrr eini boð um, at tað einstaka menniskja hevur týdning, samkynt, breka, deyv, klók, feit, hvít, gul, svørt, kristin, øll hava rætt at vera tað tey eru, til at finna fram til teirra egnu náttúru við at brúka skynsemi í staðin fyri myndugleika fastsett dogmukend harraboð.
Dannandi bókmentir okkara siðmenning er bygd á, saman við t.d. Bíbliuni:
Erasmus: Dårskabens Pris (1511), endurprentað frá útgávu frá 1745.
Martin Luther: Om den trælbundne vilje. (1525), frá De Servo Arbitrio, 1950.
Jean Calvin: Fremstilling af den kristne troslære. (1536). Frá: L´institution de la Religion Chrétienne.
Rabelais: Gargantua og Pantagruel. (1532).
Nicolas Kopernicus: De himmelsek kloders bevægelser. Stockholm, 1881.
Lucrets III, 938, 1965.
Galilei bræv til kepler 19 august 1610. Í: Leif Nedergaard: "Litteratur og idéhistorie -Indbefattet en verdenslitterær antologi". 1981.
Descartes: Discours de la Méthode pour bien conduire sa raison & chercher la verité dans les sciences (1637), 2002.
Tcchonis Brahe: De Nova Et Nvllis (?). (Um nýggju stjórnuna 1573).
Aðrar bøkur:
Gunnar Skirbekk: Filosofi Historie 1-2. 1980.
Odd Wormnæs: Vitenskaps filsosofi. 1984.
Leif Nedergaard: "Litteratur og idéhistorie -Indbefattet en verdenslitterær antologi". 1981.
Justus Hartnack: Filosofiens historie. 1969
Politikens filosofi leksikon (Red. Paul Lübke).1998.
Thomas Bredsforff, Mihail Larsen & Ole Thyssen: Til Glæden - Om humanisme og humaniora. 1979.
Carl S. Petersen & Vilhelm Andersen: Illustreret dansk litteraturhistorie. Bd. 1. 1924.










