leygardagin var hann saman við vinmonnunum á landsliðnum, sum vann EM í 1992. Teir plaga at spæla ein dyst um árið, og leygardagin vóru teir á Nykøbing stadion á Falster. Tað er alt í lagi, at landsliðsvenjarin [...] august skulu Føroyar spæla vinardyst á heimavølli ímóti Liktinstein, og 7. september verður tað heilt álvarsamt, tí tá skulu Føroyar spæla EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Skotlandi. Fríggjadagin [...] syrgja fyri, at Todi Jónsson kom aftur á landsliðið. Tað vóru tungar byrðar hjá einum 36 ára gomlum dana, sum yvirhøvur einki kendi til føroyskan fótbólt, at leggja á seg sjálvan. Fyrsta útsøgnina kann hann
teir bara fingið tvey stig (javnleik á Svangaskarði í framskundaða dystinum, tap ímóti KÍ og javnleik ímóti B36). Við sigri á Skála kundi KÍ havt vunnið seg upp á næstfremsta plássið og harvið lagt upp [...] sunnudagin settur á seinna partin av landskappingini. Í botninum varð ikki nógv avklárað. Syndarliga ferðsluvanlukkan í Klaksvík fríggjakvøldið bar við sær, at dysturin, sum skuldi spælast á Eiði millum EB/Streym [...] ein NSÍ spælari framav í Runavík. Harvið misti NSÍ møguleikan at vinna seg uppaftur á næstfremsta plássið. Ikki minst á einum liði, sum vil og ætlar sær at vera millum tey fremstu, er tað alt avgerandi,
deildarliðnum, og við honum á odda, eydnaðist liðnum at spæla seg upp í triðju deild. Í 2000 og 2001 endaði AB á einum fjóðra plássi í 3. deild. Serliga í 2000 lógu argjamenn á uppflytingarplássi, men tá [...] kappingarárið í ár. Tað er Sámal Erik Hentze. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari, bæði í HB og B68. Seinastu tvey árini hevur hann verið leikandi venjari hjá 2. liði hjá HB. Við Sámal Eriki, hava fleiri spælarar [...] ið burturav tekur sær av at skipa arbeiðið millum tey ungu og børnini Eftir, at graslíkið kom á vøllin á Argjum, hava argjamenn havt betri eydnu við at halda ungdóminum til. Frammanundan var tað soleiðis
deildarleiðari á dagpeningadeildini á Almannastovuni. Álitið varð almannakunngjørt 16. februar 2000. Lítið ár aftaná, tann 16. januar 2001, legði táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, Helena Dam á Neystabø [...] Neystabø uppskot fram á ting um nýggja dagpeningalóg. Sambært viðmerkingunum í lógini hevur uppskotið verið til hoyringar á Almannastovuni. Í svari uppá skrivligan fyrispurning í løgtinginum 7. februar í ár [...] væl hundrað fólkum, var eitt sokallað ?óhapp?. Sambært táverandi landsstýrismanni í almannamálum, Sámal Peturi í Grund, var tað als ikki tilætlað, at nakar skuldu verða verri fyri, tá ið lógin varð broytt
og Íslandi. Hann var í Grønlandi við Petur á Gørðunum sum stýrimaður, tá Jóan P. hjá Mouritsi, sum var skipari á Saksaberg, doyði umborð, og fór hann tá umborð á Saksaberg sum skipari. Var eisini eitt skifti [...] Hann hevur sjálvur mangan sagt frá, hvussu tungt tað var at hála í hetta sjey punds loddið á 90 favna dýpi á Eysturlandinum,og hvussu ringur hann var av gø, hann var jú so ungur. Men hetta tók ikki hugin [...] Beinisvørð í 3 ár, við Herman Petersen sum skipara, til hann í 1954 fór á skiparaskúla. Fyrsta skip, hann fekk at føra, var Karl, og var hetta á sildaveiðu og til útróðrar um veturin. Síðani sigldi hann sum stýrimaður
Magnus Gaard, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3700 gr. 20. juli fingu Zaiton og Hanus á Krákusteini, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3500 gr. 20. juli fingu Joan og Alvi [...] eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 3950 gr. 23. juli fingu Judith Ása Jacobsen, Eiði, og Sámal Jóhan Samuelsen, Haldarsvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3500 gr.
sæð á Havnarvág í hesi vikuni. Í morgin fara 90 fólk at vera í sving fyri felagið. Talan er eitt nú um 40 innkrevjarar og onnur hjálparfólk á Molanum, á økinum við Bursatanga, har bátarnir standa, á st [...] morgin fer at vera settur trumfur á eitt framúr róðrarár. Sílið við gentumanning er longu meistari, og tað stendur upp til dreingjamanningina á Sílinum og til teir umborð á Havnarbátinum sjálvar at gera av [...] at vera góðir, og tríggir av teimum eru nýggir. Undan kappingarbyrjan í ár smíðaði Sámal Hansen Sílið og Gongurólv, og á seinastu stevnunum verður róð í einum nýggjum Ørvi. ? Vit hava sera gott róðrarfólk
Bergur Magnussen ? 1992 HB?KÍ 1?0: Gunnar Mohr ? 1993 B71?HB 1?1: Páll á Reynatúgvu ? Rúni Nolsøe B71?HB 2?1: Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu ? Hans Petur í Brekkunum 1994 B71?KÍ 1?2: Eli Hentze ? Jákup [...] Højgaard ? Uni Arge (2), Hallur Danielsen 1997 GÍ?VB 6?0: Sámal Joensen, Henning Jarnskor (3/1br), Pauli Jarnskor, Øssur Hansen ? 1998 HB?KÍ 2?0: Hans á Lag, Andrew av Fløtum ? 1999 B36?KÍ 1?3: Jens Kristian
høllini á Nabb ólavsøkuaftan fegnast um, at forfallni ólavsøkudysturin millum VÍF og Kyndil avgjørt er við at lívna upp aftur. Liðini fylgdust allan dystin, og tá vanliga leiktíðin var farin, stóð á jøvnum [...] Rapa. Hóast at fleiri av profilunum á VÍF-liðnum ikki vóru við, so megnaðu hinir leikararnir at bíta frá sær, og tað sigur avgjørt nakað um styrkina og breiddina á VÍF-liðnum. Kyndil hevði allar sínar [...] Hans Áki D. Christiansen úr Neistanum. Bjarni Wardum, sum var á liðnum hjá hoyvíkingum seinasta vetur, var eisini at síggja Kyndla-liðnum á ólavsøku, men enn er ógreitt um at hann verður at spæla við Kyndli
uppgávan hjá venjaranum at fáa spælararnar so at siga at koma niður aftur á jørðina og hugsa um og fyrireika seg til stóru uppgávuna, sum er á skránni í morgin. NSÍ skal um Gøtueið, har GÍ bíðar. Gøtumenn hava [...] Pól Thorsteinsson hevði sæð reytt. Hann man ivaleyst vera gott boð upp á avloysara í miðverjuni. Nógv fólk Í sjeynda umfari tapti GÍ á heimavølli ímóti KÍ, og gøtumenn spældu ikki væl. Men í trimum teimum [...] teir eru nú. Bárður á Lakjuni er komin úr KÍ, og Popczynski tykist vera komin fyri seg. Tað er kortini ivasamt, um hann verður millum teir fyrstu ellivu í morgin. Bartal Eliasen og Sámal Joensen vóru skaddir