21. august skulu Føroyar spæla vinardyst á heimavølli ímóti Liktinstein, og 7. september verður tað heilt álvarsamt, tí tá skulu Føroyar spæla EM undankappingardyst á heimavølli ímóti Skotlandi.
Fríggjadagin varð í vikuskiftissendingini hjá útvarpinum ein roynd gjørd at skatta dýpið hjá venjaranum, hvussu tað stendur til. Satt at siga hevur tað ikki kenst serliga sannførandi, síðani Henrik Larsen mánadagin 13. apríl varð settur sum landsliðsvenjari, og útsøgnirnar hjá honum fríggjadagin vóru ikki við til at broyta kenslurnar av støðuni ? heldur var tað tvørtur ímóti.
Tá venjarin hevði fyrsta tíðindafundin, legði hann sjálvkravdur tríggjar byrðar á seg sjálvan. Ein var, at nú skuldi hann læra føroyingar at spæla fótbólt. Ein onnur var, at føroyska liðið skuldi í hvussu so er fáa eins nógv stig, sum tað fekk í síðstu HM undankappingini, og triðja byrðan var, at nú skuldi hann syrgja fyri, at Todi Jónsson kom aftur á landsliðið.
Tað vóru tungar byrðar hjá einum 36 ára gomlum dana, sum yvirhøvur einki kendi til føroyskan fótbólt, at leggja á seg sjálvan. Fyrsta útsøgnina kann hann sum landsliðsvenjari einki gera við. Hon er tvætl. Aðru útsøgnina fær hann meiri enn ilt við at liva upp til. Í HM undankappingini vóru Føroyar í bólki saman við fimm øðrum tjóðum, og seks av sjey stigum vórðu vunnin ímóti Luksemborg. Nú eru Føroyar saman við fýra øðrum tjóðum, sum allar eru væl hægri styrkismettar, enn Føroyar eru tað.
So var tað Todi Jónsson. Allir føroyingar høvdu viljað, at Todi var á landsliðnum. Og nógvir fata, at Todi ? ikki tí hann er vorðin so stórur, at hann ikki hirðir at umboða Føroyar, men av heilsuávum ? við bløðandi hjarta hevur givið avboð til landsliðið. Hann hevur alla tíðina sagt fyribils. Men einki bendir á, at umstøðurnar, sum høvdu landsliðsavboðið við sær, eru broyttar. Í síðstu viku noyddist Todi at gevast eftir ein hálvan tíma, tá FCK spældi venjingardyst í Jyllandi. Lærskaðin, sum var orsøkin til landsliðsavboðið, gjørdi um seg. Tað fær Henrik Larsen ikki gjørt nakað við, og hann hevur ikki tosað við Toda Jónsson um spurningin.
Nýggju boðini
Henrik Larsen hevur verið í venjarastarvinum síðani 1. juli. Tað ljóðaði, at hann so smátt kundi fara at røkja uppgávuna, tá Ølstykke hevði tryggjað sær uppflyting úr triðju og upp í næstbestu donsku deildina. Tað var greitt mitt í juni, men venjarin hevur framvegis ikki verið í Føroyum. Honum hevur staðið í boði at koma henda vegin og harvið eitt vikuskifti at síggja tveir dystir, men hann hevur ikki tikið av. Venjarin hevur hildið summarfrí, og leygardagin var hann saman við vinmonnunum á landsliðnum, sum vann EM í 1992. Teir plaga at spæla ein dyst um árið, og leygardagin vóru teir á Nykøbing stadion á Falster.
Tað er alt í lagi, at landsliðsvenjarin ? sum øll onnur ? heldur summarfrí saman við familju og vinum.
Men útsøgnirnar, sum hann ber viðvíkandi landsliðnum, kennast ikki sannførandi. Fyrst og fremst tí at hann ongan spælara hevur sæð og kannað. Tað fer hann at gera 24. juli, tá B36 fer at spæla í Europa Cup og 29. juli, tá HB og NSÍ fara at spæla finalu. Men eisini kennist tað, sum hann sigur, eitt sindur órógvandi, serliga tá hann ikki hevur verið í sambandi við hjálparvenjaran.
Sambært venjaranum hevur hann fingið ein navnalista, og út frá honum sigur hann seg síggja, at tað verður neyðugt at gera broytingar. Broyingar valdast altíð í mun til okkurt annað. Spurningurin er so, hvat tað er, sum landsliðsvenjarin sammetir við.
Mest upplagda sammetingar grundarlagið eigur at vera síðsti landsdysturin. Hann var á Kypros ímóti Liktinstein 13. februar. Tá sá liðið hjá Jógvani Martin Olsen soleiðis út: Jens Martin Knudsen ? Jóhannis Joensen, Bartal Eliasen, Jón Rói Jacobsen, Arnbjørn Danielsen ? Jákup á Borg, John Petersen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni ? Uni Arge, Andrew av Fløtum. Innnskiftir vórðu Klæmint Matras, Hjalgrím Elttør, Palli Augustinussen og Sámal Joensen. Pól Thorsteinsson varð so illa skaddur í dystinum ímóti Póllandi, at hann var ikki førur fyri at spæla.
Fleiri av føstu monnunum vóru ikki við. Talan var um útisetarnar Óla Johannesen, Julian Johnsson, Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup Mikkelsen, sum vandu við sínum feløgum, og Øssur Hansen, Jens Kristian Hansen, Hans Fróða Hansen og Allan Mørkøre, sum høvdu givið avboð av øðrum orsøkum.
Tá teir, sum vóru við á Kypros, og teir, sum góvu avboð til venjingarleguna, verða taldir uppí, eru neyvan nógvir aðrir møguleikar at manna landsliðið. Landsliðsvenjarin hevur í hvussu so er ikki nú fyritreytir at rokna við øðrum broytingum. Men tað kann seinni fara at vísa seg, at tað verður neyðugt at gera broytingar.
Einvegis ferðsla
Spurningurin er nevniliga, hvussu tað stendur til hjá spælarunum, sum eru nevndir omanfyri. Svarið er ikki einfalt, men tað eru fleiri lutir, sum kundu boðað frá, at fyritreytirnar skjótt ikki verða so góðar, sum tær hava verið.
Allan Simonsen undirstrikaði, tá hann var vorðin venjari, at tað var sera týdningarmikið fyri menningina av landsliðnum, at fleiri spælarar fóru at umboða útlendsk feløg. Síðsta árið hevur rákið verið hinvegin. Óli Johannesen er í TB, og tað er óvist, um hann fer at spæla aðra staðni komandi kappingarárið, sum donsku feløgini fyrireika seg til í hesum døgum. Julian Johnsson er komin úr Hull og til B36, og Súni Olsen er komin úr Zwolle og til GÍ.
Eingin ferðsla hevur verið úr føroyskum og í útlendsk feløg.
Óli Johannesen og Julian Johnsson eiga framvegis at vera stuðlar á landsliðnum. Tað kann ikki roknast við, at fyritreytirnar hjá teimum fara at verða tær somu, sum tær hava verið, men altjóða royndirnar kann eingin taka frá teimum.
Aldurin
Tá venjarin tosar um broytingar, so má talan heldur vera um broytingar sammett við tey liðini, sum áður hava spælt í undankappingum, heldur enn um broytingar sammett við liðið, sum á Kypros spældi ímóti Liktinstein. Tað vil siga, at hjálparvenjarin hjá nýggja venjaranum nýtti venjingarleguna á Kypros til at gera broytingarnar.
Um spælararnir hava hug at spæla, so eigur tað sjálvandi at verða soleiðis, at tað verða avrikini á vøllinum og ikki persónstølini, ið gera av, hvør skal spæla og hvør ikki skal spæla.
Veruleikin er, at nógvir spælarar eru komnir har til, at tað fer at verða ein spurningur, um teir yvirhøvur spæla fótbólt í eitt ella tvey ár afturat, og um teir hava tíð og umstøður annars at spæla á landsliðnum.
Jens Martin Knudsen er 35 ára gamal, og Jákup Mikkelsen verður 32 í summar. Jens Martin spælir av lívsins kreftum í NSÍ. Jákup Mikkelsen, sum í 7?8 ár hevur verið málverji í superliguni, fær nú dystarvenjing í triði deildini í Noregi. Tað er ikki optimalt. Men tað eru ikki aðrir upplagdir landsliðsmálverjar, so vit mugu vóna, at teir báðir verða tøkir hjá Henrik Larsen. Hjá málverjum telur aldurin ikki á sama hátt, sum hann ger hjá hinum spælarunum. Tað eru David Seaman og Peter Schmeichel góð dømi um.
Úti á vøllinum tykjast fleiri vera við til at rigga av. 31 ára gamli Uni Arge, sum skoraði málið ímóti Liktinstein í februar, hevur ikki vant og spælt í nógvar vikur, og 30 ára gamli Allan Mørkøre hevur havt ilt við at koma fyri seg, eftir at hann leingi var skaddur. Í løtuni eru teir ikki landsliðsaktuellir.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá B36 í ár. Jens Kristian Hansen og John Petersen vóru í fjør millum berandi kreftirnar á FM liðnum. Teir hava báðir seinastu sjey árini verið stuðlar á landsliðnum. Teir eru farnir um tey tredivu. Jens Kristian hevur fleiri menn í arbeiði. Spurningurin er, hvussu drúgvur hann fer at verða á landsliðnum. Aðrir landsliðsspælarar, sum eru farnir um tey tredivu, eru Øssur Hansen og Jóhannis Joensen. Serliga Øssur hevur verið sannførandi í higartil í ár, og aftur sunnudagin var hann millum teir mest eyðsýndu í Gundadali.
Bulurin
Út frá omanfyri standandi er skjótt at koma til, at bulurin á liðnum hjá Henrik Larsen verða teir, sum í februar vunnu á Liktinstein. Tað vil siga, at tað er eingin orsøk at gera stórar broytingar. Óli Johannesen og Julian Johnsson eru upplagdir stuðlar, og Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup Mikkelsen eiga at vera sjálvsagdir í hópinum.
Allan Simonsen fekk mangt høggið fyri, at hann ikki var oftari at síggja í Føroyum, enn hann var. Tey høggini fóru á skeivt stað, tí Allan Simonsen helt seg til treytirnar, sum hann var settur eftir. Men Allan Simonsen hevði ein eyðmjúkan hugburð, tá hann var settur í venjarastarvið, og hann fór gjølla um. Á vári í 1994 stóð hann í vetrarkuldanum og fylgdi við í Klaksvíks kappingini, og hann savnaði einar tredivu spælarar eitt bítandi kalt várkvøld í Gøtu, áðrenn hann gjørdi av, hvørjir skuldu við á venjingarlegu í Eysturríki. So fór hann at úttala seg um, hvørjar spælarar hann ætlaði at brúka og hvussu.
Fyri pressuna er tað alle tiders, at landsliðið hevur fingið ein venjara, sum einki tykist hava ímóti at tosa við stórum bókstavum. Men fyri føroyskan fótbólt eigur tað at kennast órógvandi, at maðurin við høvuðsábyrgdini fyri liðnum, sum skal spæla m. a. ímóti Týskalandi, er opinskáraður um viðurskifti, sum hann yvirhøvur ongar fyritreytir hevur at hava innlit í. Fyri føroyskan fótbólt er at vóna, at hann nú fer at gera lektiur. Higartil hevur alt hingið í leysum lofti hjá honum.










