Í gjárkvøldið var samkoma í góðu felags hølunum hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri. Øll róðrarfólkini hjá Havnar Róðrarfelag vóru bjóðað til hugnaligt borðhald og til eitt gott kappróðrarprát.
Hóast síðstu tøkini í hesum róðrarárinum ikki verða tikin fyrrenn í morgin, so varð samkoman í gjárkvøldið. Royndirnar vísa, at tað er sera torført at hava sovorna samkomu eftir ólavsøkuróðurin ella aftaná at ólavsøkan er liðug. Ólavsøkuaftan eru ábyrgdarpersónarnir í Havnar Róðrarfelag upptiknir av at rudda av eftir ólavsøkuróðurin, og beint eftir ólavsøku plaga fleiri teirra, sum síðani heilt tíðliga á árinum hava lagt nógv størsta partin av frítíðini í at venja og kappast, at fara í summarfrí.
Tí varð samkoman hildin í gjárkvøldið. Og har var nógv at tosa um. Árið hevur higartil roynst væl hjá størsta felagnum í landinum, og spurningurin er, um tað í morgin fer at vera settur trumfur á eitt framúr róðrarár.
Sílið við gentumanning er longu meistari, og tað stendur upp til dreingjamanningina á Sílinum og til teir umborð á Havnarbátinum sjálvar at gera av, um Havnar Róðrarfelag skal vinna helmingin av teimum seks FM heitunum, sum tað verður kappast um.
? Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit í felagnum eru sera spent, og at vit møta nógvum havnarfólkum, sum eru serliga spent uppá, hvussu tað fer at ganga hjá Havnarbátinum. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at 10?mannafarið er flaggskipið hjá okkum, og at tað hevur sera stóran týdning fyri felagið, at tað gongst honum væl. Men vit eru eisini sera spentir uppá, hvussu tað fer at hilnast hjá Sílinum. Genturnar hava vunnið alt higartil, og hóast dreingirnir vóru kolldømdir á Skálafjørðinum, so eru teir í góðari støðu at vinna FM. Tað er ikki komið fyri síðani í 1974, at Sílið hevur vunnið FM bæði við gentumanning og dreingjamanning.
Vit hava sett tveimum umboðsmonnum fyri Havnar Róðrarfelag stevnu. Í nevndini eru fimm fólk: Heðin Hansen, Paul Kragesteen, Rúni Persson, Magni Nielsen og Jeanette Danielsen. Heðin er formaður og Paul næstsformaður, og tað er teir báðar, sum vit tosa við.
Hugsa frameftir
Í ár hevur felagið luttikið við fleiri manningum enn nakað annað felag hevur gjørt, og Havnar Róðrarfelag hevur ongantíð áður havt so nógvar manningar: Sílið við dreingjum og gentum, Drekin við dreingjum og gentum, Gongurólvur við kvinnum og monnum, Víkingur við monnum og kvinnum, Ørvur og so Havnarbáturin.
Bátarnir mugu allir metast at vera góðir, og tríggir av teimum eru nýggir. Undan kappingarbyrjan í ár smíðaði Sámal Hansen Sílið og Gongurólv, og á seinastu stevnunum verður róð í einum nýggjum Ørvi.
? Vit hava sera gott róðrarfólk. Kanska hevur ítróttarfólkið hjá okkum ongnatíð verið so gott at havt við at gera áður, sum tað er nú. Tey bera seg professionelt at. Rúsdrekka er púra fremmant millum teirra, og tað sær heilt merkisvert út, um eitt ávirkað róðrarfólk kemur umborð á Smyril, tá kappróður hevur verið. Um tað skuldi komið fyri, so eru vit sera medvitandi um at steðga sovornum beinanvegin.
? Hetta er hugaligt, men tað setur eisini krøv til okkara. Rógvararnir rokna við góðum umstøðum. Tað vil eitt nú siga, at teir vilja hava bestu bátarnar. Tí kenna vit okkum noydd støðugt at umhugsa, um onkrir bátar skulu skiftast út. Vit hava ikki tikið avgerð um at skifta nakran bát út, men tað er møguleiki fyri tí, siga Heðin Hansen og Paul Kragesteen
Nógvir stuðlar
Fyrireikingarnar til ólavsøkuróðurin hevur Havnar Róðrarfelag ábyrgdina av. Magni Nielsen hevur ábyrgdina av at leggja fasta startin og røkja hann. Fleiri fremmandir bátar hava verið at sæð á Havnarvág í hesi vikuni.
Í morgin fara 90 fólk at vera í sving fyri felagið. Talan er eitt nú um 40 innkrevjarar og onnur hjálparfólk á Molanum, á økinum við Bursatanga, har bátarnir standa, á startmálinum og endamálinum og í bátum, sum liggja á og kring róðrarøkið, har Tórshavnar Sløkkilið tekur sær av trygdini. Og tað skulu eisini hjálparfólk til í sambandi við steypahandina. Torfinn Smith býráðslimur skal handa steyp og heiðurskrónur fyri ólavsøkuróðurin. Tað fer hann at gera á sama staði, sum løgmaður fer at handa útvarpssteypið og landsstýrismaðurin í mentamálum, Annlis Bjarkhamar fer at handa FM steypini.
? Vit plaga at tosa um Guttafelagið. Tað er nevndin í felagnum, og øll vinfólkini og gomlu rógvararnir, sum hjálpa til undan ólavsøkuni. Vit kenna eisini, at felagið eigur nógvar stuðlar millum virki og feløg í býnum. Tað er altíð torført at nevna nakran. Men Skipafelagið hjálpir okkum væl. Bæði við hølum og við at læna okkum plattar til áskoðararnar at standa á. Og bæði hjá teimum og Skipasmiðjuni stendur ikki á at læna okkum trukkar og flakar. Poul Mohr kann onkuntíð vera eitt sindur grummur, tá lærlingarnir ikki hava tíð at arbeiða yvir, tí teir skulu í bátarnar at venja, men tað stingur ikki djúpt, tí tað er eingin endi á hjálpseminum, tá vit heita á Skipasmiðjuna um at læna amboð og tilfar, vita formaðurin og næstformaðurin í Havnar Róðrarfelag at siga.
Hvussu nógvir áskoðarar fara at hyggja at kappróðri í morgin?
? Tað valdast sera nógv um veðrið. Metið sigst vera 5.500 áskoðarar, men vit høvdu verið nøgdir, um tað møttu yvir fýra túsund. Í fjør var veðrið vánaligt, og tað kendist á inntøkunum hjá okkum. Í summum kappingum kunnu viðhaldsfólkini koma fyri at fegnast um FM heitið, og í øðrum kappingum koma tey, tí tað er so framúr spennandi. Áskoðarainntøkurnar hava stóran týdning fyri felagið. Fyri at fáa inntøkurnar til veja fara útreiðslur burturav. Eitt nú er tann tíðin farin, tá tú í høvuðsstaðnum fært fólk at arbeiða á ólavsøku uttan at veita teimum samsýning. Men vit vóna, at inntøkurnar fara at roynast so mikið væl, at eitt sindur verður eftir til felagið og harvið framtíðar rakstur og kanska íløgur, er ynski hjá Heðini Hansen og Paul Kragesteen.
Hervið komu vit á mál í hesum prátinum um kappróður og tað, sum hevur við kappróður at gera. Tað síðsta í ár, og vónandi verður endin á róðrarárinum eins góður, sum róðrarárið higartil hevur verið.










