Mánadagin vóru teir av góðum grundum kátir á ólavsøku, og týskvøldið vórðu teir heiðraðir í Runavík. Tað er sjálvandi steypavinnararnar úr NSÍ, sum tað snýr seg um. Síðani mikukvøldið hevur tað verið uppgávan hjá venjaranum at fáa spælararnar so at siga at koma niður aftur á jørðina og hugsa um og fyrireika seg til stóru uppgávuna, sum er á skránni í morgin.
NSÍ skal um Gøtueið, har GÍ bíðar. Gøtumenn hava ongantíð fyrr í ár verið so nær oddasessinum, sum teir eru nú.
? Tað verður sera torført hjá okkum. Sjálvandi vilja vit vinna. Um vit sleppa til hús aftur við einum stigi, so verður tað eitt gott úrslit.
Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, NSÍ venjarin. Hjá honum verður sammett við finaluliðið neyðugt at gera nakrar broytingar. Pól Thorsteinsson er leikbannaður eftir ólavsøkuútvísingina, og Ulrik Balling er farin av landinum aftur. Kári Hansen noyddist at fara út úr finaluni, og hann er ivasamur. Tað er ein vøddaskaðin í lærinum, sum plágar.
Sonni L. Petersen og Óli Hansen vóru leikbannaðir í finaluni. Teir eru sjálvandi grammir at sleppa upp í part aftur. Djóni N. Joensen, sum væl og virðiliga er komin fyri seg eftir skaðasteðg, loysti av í miðverjuni, tá Pól Thorsteinsson hevði sæð reytt. Hann man ivaleyst vera gott boð upp á avloysara í miðverjuni.
Nógv fólk
Í sjeynda umfari tapti GÍ á heimavølli ímóti KÍ, og gøtumenn spældu ikki væl. Men í trimum teimum síðstu umførunum undan summarsteðginum gekk sum eftir ánni. GÍ vann hvørja ferð, og tað lagaði seg so mikið væl hjá teimum, at teir rukku fram á næstovasta plássið.
? Tað lagaði seg heilt væl hjá okkum, og sjálvandi er tað hugaligari nú. Dysturin ímóti NSÍ verður torførur, men um tað eydnast okkum at vinna, og um HB ikki fær fult í Klaksvík, so verður tað heilt spennandi, tá vit um fjúrtan dagar fáa vitjan av HB.
GÍ veteranurin Magni Jarnskor veit eisini at siga okkum, at teir hava ikki verið so væl fyri við fólki fyrr í ár, sum teir eru nú. Bárður á Lakjuni er komin úr KÍ, og Popczynski tykist vera komin fyri seg. Tað er kortini ivasamt, um hann verður millum teir fyrstu ellivu í morgin. Bartal Eliasen og Sámal Joensen vóru skaddir undan summarsteðginum, men teir eru komnir fyri seg aftur.
- NSÍ hevur eitt fínt lið, so eg haldi, at allar fyritreytir eru fyri einum góðum og undirhaldandi dysti. At tað verður spennandi er sjálvsagt, heldur Magni Jarnskor.