NSÍ er sætti vinnarin

Steypasigrarnir hava seinastu árini verið meiri javnt býttir millum feløgini, enn teir vóru tey fyrru árini, tá HB vann nógv oftari enn hini feløgini

HB er framvegis mest vinnandi steypafelagið, men nú eru havnarmenninir ikki heilt so sannførandi, sum teir áður hava verið. Tað siga tølini.
Av teimum 48 finalunum, sum hava verið spældar síðani 1955, hevur HB vunnið 25. Tað hevur verið kappast um løgmanssteypið síðani 1989. Sigurin sunnudagin var tann fyrsti hjá NSÍ, sum er sætta felagið, ið hevur havt løgmanssteypið í skápinum. HB hevur vunnið fýra ferðir, KÍ og GÍ tríggjar ferðir, B36 tvær ferðir, og B71 og NSÍ eina ferð í part.


Løgmanssteypið 1989?2001
1989
B71?HB 0?0
B71?HB 0?2: Oddbjørn Joensen, Gunnar Mohr
1990
GÍ?KÍ 1?6: Per Dalheim ? Beinur Poulsen, Kurt Mørkøre, Olgar Danielsen, Allan Mørkøre br, sjálvmál, Todi Jónsson
1991
B36?HB 1?0: Bergur Magnussen ?
1992
HB?KÍ 1?0: Gunnar Mohr ?
1993
B71?HB 1?1: Páll á Reynatúgvu ? Rúni Nolsøe
B71?HB 2?1: Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu ? Hans Petur í Brekkunum
1994
B71?KÍ 1?2: Eli Hentze ? Jákup Mikkelsen br, Arnold Joensen
1995
B68?HB 1?3: Aksel Højgaard ? Rúni Nolsøe, Andreas F. Hansen, Eyðun Samuelsen
1996
GÍ?HB 2?2: Henning Jarnskor, Símun Petur Justinussen ? Hallur Danielsen, Petur Slyne
GÍ?HB 2?2
5?3 eftir longda leiktíð: Rúni Justinussen (2), John Petersen, Símun Petur Justinussen, Agnar Højgaard ? Uni Arge (2), Hallur Danielsen
1997
GÍ?VB 6?0: Sámal Joensen, Henning Jarnskor (3/1br), Pauli Jarnskor, Øssur Hansen ?
1998
HB?KÍ 2?0: Hans á Lag, Andrew av Fløtum ?
1999
B36?KÍ 1?3: Jens Kristian Hansen ? Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Arnold Joensen
2000
GÍ?HB 1?0: Óli Hansen ?
2001
B36?KÍ 1?0: Jens Kristian Hansen ?
2002
HB?NSÍ 1?2 (1?0)
Rógvi Jacobsen ? Ulrik Balling, Brynjolvur Nielsen