Argir á veg uppeftir

Eftir at tað hevur kiksað fleiri ferðir, tykist tað hesa ferð fara at eydnast hjá AB at gerast triðja høvuðsstaðarfelagið í 2. deild, og so er spurningurin, um tað fer at eydnast at koma í bestu deildina

Landskappingin í 3. deild er nú hálvrunnin. AB er tíggju stig frammanfyri næstu liðini. Tað vil við øðrum orðum siga, at argjamenn stevna við beinari kós ímóti uppflyting í næstbestu deildina. Argjamenn hava bert mist tvey stig higartil.

Nú níggju umfør eru leikt, liggja argjamenn klárt á odda við 25 stigum. Næstu liðini í triðju deild eru B68 og Royn, sum bæði hava 15 stig. Hvørki Royn ella B68 hava lið í næstbestu deildini. Tískil er møguleiki fyri, at hesi feløgini eisini kunnu flyta upp.

Nógv fólk uttanifrá
Argjamenn hava fingið nýggjan venjara til kappingarárið í ár. Tað er Sámal Erik Hentze. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari, bæði í HB og B68. Seinastu tvey árini hevur hann verið leikandi venjari hjá 2. liði hjá HB. Við Sámal Eriki, hava fleiri spælarar úr serliga havnafeløgunum HB og B36, leita sær út á Argir í ár at spæla.

Nevnast kunnu spælarar sum Gunnar Nielsen, Hans Jørgin Djurhuus, Magnus Jakobsen, Brynleif Hansen, Flóvin Jespersen, Óla Hendrik av Fløtum, Bogi Midjord, Kristian Jensen og Marius Thomassen. Felags fyri hesar spælarar er, at teir allir hava spælt nógv við næstbestu liðunum hjá havnafeløgunum, meðan einstakir hava roynt seg á bestu liðunum.

Av Argjum verður sagt, at tað sjálvandi hevði verið ynskiligt, at havt eitt AB lið, sum varð mannað við argjafólki, men menningin í føroyskum fótbólti hevur peikað tann vegin, at tað er sera torført bara at hava heimbygdarfólk. Á besta liðnum hjá argjamonnum eru eisini spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum: Johann Stenberg, Pætur Dam Jacobsen, Fróði Stenberg og Jóannes Bech eru allir spælarar, ið hava slitið barnaskógvarnar í AB, og sum hava verið við til at spæla argjaliðið upp í 2. deild.

Ætla sær í 1.deild
Argja Bóltfelag setti sær sum mál fyri nøkrum árum síðan, at felagið innan alt ov langa tíð, skuldi røkka ovastu rók í føroyskum fótbólti, og síðani hevur verið arbeitt fram ímóti hesum málinum.
Formaðurin í AB, Tórálvur Stenberg, heldur, at tilfeingið er ivaleysa stórt til trý 1.deildarfeløg úr Suðurstreymi:
?Hyggja vit eftir hondbóltinum, so vísir hann, at tað ber væl til við trimum feløgum úr høvuðstaðarumráðnum, so hví skuldi tað ikki eisini borið til við fótbóltinum, greiðir formaðurin frá.

Fyri trimum árum síðan setti AB Oddbjørn Joensen, sum venjara hjá táverandi 4. deildarliðnum, og við honum á odda, eydnaðist liðnum at spæla seg upp í triðju deild. Í 2000 og 2001 endaði AB á einum fjóðra plássi í 3. deild. Serliga í 2000 lógu argjamenn á uppflytingarplássi, men tá alt kom til alt, vórðu teir ov stuttir.
?Vit lógu langt fremstir leingi í 2000, men so kiksaði tað. Tí eru vit eitt varnir við at rokna við uppflytingini longu nú, sjálvt um tað sær bjart út, sigur AB-formaðurin.

Um AB flytir upp í 2. deild, so er væl hugsandi, at enn fleiri spælarar komandi kappingarár leita út á Argir, og so skuldi ligið enn betur fyri at komið í fremstu fótbóltsdeildina:
- Flyta vit upp í aðru deild, so hevði næsta málið verið at brúkt eini tvey ár so at siga at kjølfesta okkum í deildini í eini tvey ár. Munurin frá triðju og upp í fyrstu deild er rættiliga stórur, heldur formaðurin, Tórálvur Stenberg.

AB roynir at gera umstøðurnar hjá felagnum so líkar teimum, ið eru í størru feløgunum, sum tað ber til, eitt nú bjóða teir spælarnum venjingarklæðir, eins og vanligt er í fyrstu deildarfeløgum:
- Bjóða vit spælarnum, so góðar umstøður sum møguligt, gert tað meira lokkandi hjá leikaranum at leita sær út á Argir at spæla, heldur Tórálvur Stenberg.

Gloyma ikki ungdómin
Hóast tað gongur strúkandi hjá 3. deildarliðnum, so hava argjamenn ongar ætlanir um at sleppa ungdómsdeildini uppá fjall.
? Ásannast má, at eitt gott ungdómsarbeiði er ein treyt fyri einum góðum felagi, og felagið kann ikki rokna við framgongd, uttan at eitt miðvíst ungdómsarbeiði verður gjørt, verður sagt av Argjum.

Felagið hevur í ár sett ein ungdómsvenjara, ið burturav tekur sær av at skipa arbeiðið millum tey ungu og børnini

Eftir, at graslíkið kom á vøllin á Argjum, hava argjamenn havt betri eydnu við at halda ungdóminum til. Frammanundan var tað soleiðis, at tá tey vóru um 12 árs aldur, so fóru tey heldur at spæla við feløgunum í Havn, tí har vóru umstøðurnar nógv betri, men henda gongd er nú broytt..

Serliga hevur tað ligið ræðið fyri hjá gentunum á Argjum. Tær hava vunnið eitt ótal av føroyameistarheitum. Hetta sæst eisini aftur, tí í 2. deild endaðu argjakvinnur á øðrum plássi. Tað hevur við sær, at tær nú skulu spæla um uppflyting til 1. deild seinast í mánaðinum. Dysturin verður ímóti GÍ tann 27 juli.

Umframt gentufótbóltin, eru dreingirnir eisini við at koma betri við. Í 1999 vunnu smápiltarnir føroyameistaraheitið. Tað var fyrsta meistaraheitið hjá felagnum í dreingjafótbólti.


Sum liður í at gera Argja Bóltfelag meira sjónligt, hevur felagið fingið sær eina snøgga heimasíðu. Á síðuni www. ab.fo fært tú allar upplýsingar at vita um felagið. Hetta er m.a. gjørt fyri at geva felagnum andlit úteftir, tí fjølmiðlarnir gera ikki tað stóra burturúr 3. deild longur, og hetta er so ein annar máti at gera felagið meiri sjónligt.