1. deild menn: KÍ-GÍ 4-5 (2-4) Gøtufólk eru trúgv ímóti sínum fótbóltsliði. Tað hava tey verið øll árini, teirra lið hevur verið í bestu deildini, og tað hevur sjálvsagt verið serliga hugaligt tey seinnu [...] meðan verjuparturin ikki varð tikin í tí álvara, sum tað ofta hevur verið sæð áður. Mál og møguleikar GÍ slerdi tónan ann, og teir komu longu á odda, tá fimm minuttir vóru farnir. Sámal Joensen sendi fríspark [...] trupulleikar at seta returin í kassan. Og so var tað, at Pauli Jarnskor, sum hevði stóran leiklut á GÍ miðvøllinum, skoraði eitt mál, ið man teljast ímillum tey bestu, sum eru sædd í Klaksvík í ár. Hann
gongdin hevur verið higartil í ár, varð tað ikki óvæntað úrslit, tá ið GÍ sunnudagin fór av Sandi við einum stigi. Mikukvøldið eigur GÍ heimavøll ímóti B36, sum er favorittur. KÍ fer at vitja á Argjum, og [...] stóran týdning tað hevur at hava rætta hugburðin, sást leygardagin í Gundadali. Miðjan og botnurin KÍ og GÍ vórðu undan kappingarbyrjan roknað sum miðlið. At munurin á hesum liðunum ikki er serliga stórur sást [...] longdari leiktíð, áðrenn KÍ hevði vunnið seg víðari í steypakappingini. Støðutalvan boðar frá, at KÍ og GÍ eru miðlið. Klaksvíkingar hava ætlað sær betri hagtøl á heimavølli í ár, enn teir megnaðu í fjør.
snarálopini, sum teir í fleiri ár hava verið meistarar í. Skálamenn hildu GÍ liðformannin, Sámal Joensen, í ógvuliga stuttum tjóðri. Hinir GÍ miðvallararnir megnaðu ikki tyngdina, sum skal til, og tá ið vongverjarnir [...] gøtumenn vóru lítið uppsettir og óvanliga døllutir. Kanska spøkti flaggdagurin, sum er mikudagin. Tá skal GÍ á heimavølli spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti KÍ. Tónin varð sligin ann, áðrenn tíggju [...] góða gamla Alexanduri, var miðskeiðis á vøllinum, tá ið hann í júst røttu løtu slepti bóltinum fram um GÍ verjuna til Levi Hanssen, sum sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið
verða HB, NSÍ og GÍ, sum skulu stríðast við EB/Streym um oddasessin í deildini. Serstakliga hava teir í Havn og í Runavík verið óførir við stigasavnanini, men tað skal ikki gloymast, at GÍ í fyrsta dystinum [...] bara kastað sjey stig av sær, og tað er altso ikki nóg mikið, um haldast skal fast í oddinum. Sterk GÍ-verja Av liðunum í oddinum er KÍ eisini heilt greitt liðið, sum hevur veikastu formkurvuna í løtuni [...] tók alt við sær úr Gundadali, har HB vitjaði. Eitt úrslit, sum eisini staðfesti týdningin av sterku GÍ-verjuni, sum við 11 málum er tann verjan í landinum, sum hevur latið fægstu málini ígjøgnum. Veikt
tað eisini skal roknast við teimum í ár. GÍ hevur ofta staðið seg væl á Svangaskarði. Aftur hesa ferð fingu teir stig. Javnleikur á útivølli er at liva við hjá GÍ, meðan tað eigur at kennast tungt hjá B68 [...] soleiðis í FORMULA DEILDINI: EB/Streymur-ÍF, GÍ-HB, NSÍ-B68, Skála-VB/Sumba og B36-KÍ. 2. páskadag sær skráin í 4. umfari soleiðis út: HB-NSÍ, ÍF-KÍ, EB/Streymur-GÍ, VB/Sumba-B36 og B68-Skála. [...] fleiri avbjóðingar á skránni, sum fara at vísa, hvør dugur er í ÍF. Tá skulu teir spæla móti KÍ (h), GÍ (ú) og ikki minst móti VB/Sumba á heimavølli. Onga staðni eigur fótbóltslagið at vera verri enn í Suðuroy
ferðing og tapi á Mølini tóktust teir í GÍ ikki at hava so nógv ímóti, at tað eydnaðist at fáa stig, sjálvt um tey ikki vóru so nógv. GÍ?B68 0?0 Dómari: Suni Johansen GÍ: Jazek Przybylski ? Áslakur R. Petersen [...] og Súni Fríði Johannesen hevði hevði ein góðan stútara, sum málverjin bjargaði væl. Símun steðgaði GÍ hevði serliga í 1. hálvleiki hug til at halda nógv fólk aftanfyri bóltin. Men tað vildi ikki siga tað [...] og dómarin høvdu dømt hann rangstaddan. Tað høvdu teir ikki, og harvið hvarv besti møguleikin hjá GÍ í fyrra umfarinum. Meiri rótut Eftir steðgin var eingin munur á liðunum. Bólturin ferðaðist fyri tað
kappingarár. Dysturin í tølum GÍ-B36 1-4 (0-3) 0-1: Heðin á Lakjuni, 11 0-2: Allan Mørkøre, 21 0-3: Jens Kristian Hansen, 28 0-4: John Petersen, 71 1-4: Zdzislaw Janik, 90 GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen [...] um munin. Fyrst var tað Allan Mørkøre, sum í seinastu gerð síni hetta árið fór einsamallur gjøgnum GÍ-verjuna, áðrenn hann potaði í málið. Í skotroyndini fekk Allan samstundis ein vøddaskaða í lærið, og [...] aftanfyri, men tá hann skeyt beint í krovið á málverjanum, og so var tann royndin av ongum. Ístaðin var tað GÍ, sum fram móti dystarenda kundi seta punktum fyri dystin, tá Gidek sendi fríspark beinleiðis í netið
besta mansliðið. Heldur óvæntað vann GÍ útidystin móti AB, sum annars hevði fult stigatal. AB liðið hevur nógvar ungar og raskar leikarar, men móti gomlu kempunum hjá GÍ munaði hetta lítið. Menn sum Jóan [...] Royn 3 Eyðun Dalsgarð AB 2 Petur M. Johansen B36 2 Tummas Eli Hansen B36 2 Jan Jacobsen GÍ 2 John V. Petersen GÍ 2 Helmar Lassen KÍ 2 Sørin Petersen KÍ 2 André Dalfoss TB 2 Milan Cimburivic TB 2 Gisli [...] Christiansen 3. 2-0: Allan Michelsen 28. 3-0: Eyðun Gullok Svalbard 78. 4-0: Allan Michelsen 85. AB-GÍ 2-4 (0-2) 0-1: Kim Petersen 11. 0-2: Janus Rasmussen 44. 0-3: Bogi Jacobsen 70. 0-4: Jan Jacobsen 75
1. deild menn: GÍ-B68 3-0 (2-0) So at siga alt skipað fótbóltsspæl hvarv úr Sarpigerði seinnapartin leygardagin. Jens Erik Magnussen, ið saman við Dánjali Andreasen hevur havt ábyrgdina av kappingunum [...] bara í hendinga førum, at tað eydnaðist, og tá tað eydnaðist, var tað fyrst og fremst hjá heimaliðnum. GÍ hevur havt eitt gott kappingarár, og teir hava stútt og støðugt tikið seg fram á støðutalvuni, meðan [...] var størri trýst ímóti málinum hjá Allani Joensen, enn tað var ímóti málinum hjá Sunvardi Joensen. GÍ fekk trý mál, og longu undan steðginum var tað greitt, at heimaliðið fór at vinna. Í fyrra umfarinum
GÍ-B71 5-3 (1-1) Tað vóru tvey lið, har umfatandi broytingar vóru framdar, sum fóru á vøllin í Sarpisgerði sunnudagin. Hjá gestunum stóð kanska ringast til. Vanliga tryggi aftasti skansin, Waldemar Nowicki [...] teir fyrstu ellivu vóru sostatt ikki tøkir, at talan varð um broytingar, er einki at siga til. Ungt GÍ lið Eisini teir á heimaliðnum høvdu saðla eitt sindur um í mun til undanfarnu dystirnar. Royndir leikarar [...] Jarnskor, fingu høvi at hvíla seg, soleiðis at aðrar og yngru kreftir sluppu at royna seg. Miðalaldurin á GÍ mundi tí vera nakað væl lægri enn hann vanliga er, og av teimum meira royndu gøtumonnunum, vóru tað