Fótbóltur
B71 hongur í. Eftir eitt stig á heimavølli í 6. umfari eru sandoyingar framvegis mitt í feltinum. Undan kappingarbyrjan vóru tað fleiri, sum roknaðu við, at B71 fór at hava so mikið ilt við at standa seg, at setningurin hjá sandoyingum fór at verða at stríðast fyri at sleppa undan keðiligu síðuni av strikuni.
Tað kann væl vera, at B71 27. oktober fer at vera í nánd av strikuni. Men higartil hevur tað hilnast væl hjá sandoyingum. Undan kappingarbyrjan søgdu teir, at tað fyrst og fremst fór at verða á heimavølli, at stigini skuldu vinnast. Higartil hevur tað verið á útivølli, at teir hava fingið mest burturúr. B71 hevur átta stig. Sjey eru vunnin á útivølli. Sunnudagin var triði heimadysturin í ár inni í Dalinum, og hesa ferð eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at fáa stig burturúr.
Toppurin
Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at B36, HB, EB/Streymur og NSÍ vóru bestu boðini upp á heiðursmerkjaplássini. Støðutalvan eftir seks umfør sigur, at EB/Streymur er oddalið, og at B36 er næstfremst. NSÍ er á triðja plássi, og HB er nummar fýra.
Soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu vikurnar er tað neyvan við síðuna av at rokna við, at HB skjótt fer at teljast millum trý tey fremstu. Serliga tá ið havt verður í huga, at teir tvær tær næstu ferðirnar skulu spæla ímóti VB/Sumba á heimavølli og úti á Argjum.
NSÍ vónar at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð í ár. At tapa í Gundadali ímóti HB er ikki nøkur skandala, men um tað skal eydnast at enda heilt á toppinum, so er tað neyðugt hjá NSÍ onkra ferðina at fáa stig og at vinna ímóti fremstu kappingarneytunum. Mikukvøldið verður nýggjur møguleiki, tá ið NSÍ fer at vitja í Streymnesi.
Fyrr í ár hevur NSÍ vunnið á heimavølli ímóti B36. Fyri einari viku síðani vísti B36, at tað ber til at vinna á EB/Streymi í Streymnesi. Nú fæst at síggja, um NSÍ fer at megna at gera B36 kunstin eftir í Sundalagnum.
Størsta fótbóltssensatiónin higartil í ár var tað, tá ið B36 í vár tapti steypadyst á heimavølli ímóti AB. At teir í árstalsfelagnum høvdu lært av tí uppgerðini, hvussu stóran týdning tað hevur at hava rætta hugburðin, sást leygardagin í Gundadali.
Miðjan og botnurin
KÍ og GÍ vórðu undan kappingarbyrjan roknað sum miðlið. At munurin á hesum liðunum ikki er serliga stórur sást mikukvøldið, tá ið tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn KÍ hevði vunnið seg víðari í steypakappingini.
Støðutalvan boðar frá, at KÍ og GÍ eru miðlið. Klaksvíkingar hava ætlað sær betri hagtøl á heimavølli í ár, enn teir megnaðu í fjør. Sunnudagin áttu teir fyri fjórðu ferð heimavøll í ár, og hetta var aðru ferð, at teir ikki megnaðu fulla úrtøku.
Sum gongdin hevur verið higartil í ár, varð tað ikki óvæntað úrslit, tá ið GÍ sunnudagin fór av Sandi við einum stigi. Mikukvøldið eigur GÍ heimavøll ímóti B36, sum er favorittur. KÍ fer at vitja á Argjum, og um eina viku skulu klaksvíkingar spæla á Skála. Hetta eru rættiliga avgerandi uppgerðir fyri KÍ.
Tað ber ikki til at siga annað, enn at talan hevur verið um venjaraeffekt á Skála. Í tveimum dystum á útivølli síðani venjaraskiftið hevur Skála vunnið seks stig! Tað ber sjálvsálit og spæligleði við sær undan heimadystunum ímóti B71 og KÍ.
VB/Sumba vann í fyrsta umfari ímóti AB. Støðutalvan sigur, at hesi bæði feløgini – soleiðis sum mong undan kappingarbyrjan høvdu roknað við – eru fremstu evnini til niðurflyting. Eisini í botninum hevur rokningin higartil verið á góðari leið.
7. umfar verður mikukvøldið. Tá er skráin henda: HB-VB/Sumba, EB/Streymur-NSÍ, AB-KÍ, GÍ-B36 og Skála-B71.